Cleanup time …

Skinklutir í verjuni, ivasamir á miðjuni, tannleysir í álopinum … nakað soleiðis verður tikið samanum jánkasliga avrikið hjá Liverpool í Watford dystinum sunnudagin; og spurningurin verður reistur, hvat Klopp nú skal gera fyri at fáa skútuna aftur á beint. Í januar letur flutningsvindeygað upp, og ávís nøvn verða nevnd, avtalur sigast vera gjørdar, og ein […]

Læs mere

Var ikki meiri í Klopp????

So var uppi … brúðarferðin er av, segði viðmerkjarin, og tó at vit øll vóru nær ekstasuni, tá Southampton vórðu smildraðir sundur, og alt tóktist bera til, tí í minninum stóðu feskir sigrarnir á Chelsea og Manchester City og so kvartfinalan … men so komu tey gráu liðini, grái gerandisdagurin … og spælararnir síggja líka […]

Læs mere

Lat okkum fáa eitt brak av einum jubileumsdysti!

Dagsins dystur er útidystur nr 2000 hjá Liverpool í bestu ensku deildini. Liverpool hevur vunnið 655 av hesum, spælt 532 javnar og tapt 812 … og skulu vit hava ein sigur í “jubileums”-dystinum, so áttu kjansirnir at verið góðir móti liðnum hjá Elton John … Watford eru 1 stig frammanfyri okkum. Formtalvan hjá Londonliðnum er […]

Læs mere

Svert ikki at gleða seg …

… komið er út í atventu, og halda knassarnir hjá Klopp fram við góðu útivallargongdini, er ringt ikki at gleða seg til dystirnar í december … 2/12: (ú) Southampton 1-6 Liverpool Dysturin mikukvøldið var jú ein sonn frægd, tá fyrstu ræðuligu minuttirnir vóru lagdir afturum, og Sturridge hevði javnað. Tí við eitt sindur av hepni […]

Læs mere

Tað býttasta, tú gert, er at hugsa um næsta umfar!

Klopp ávarðar ímóti, at vit kanna okkum bitan, áðrenn hann er svølgdur í dystinum í kvøld, tá ið avgerðin fellir, hvært tað verða teir halgu av suðurstrondini ella okkara reyðklæddu kappar við Merseyáarbakkan, sum vinna sær sess í ársins hálvfinalu í kappingini um enska ligasteypin, har mótstandarin verður ein av hesum trimum Manchester City, Everton ella Stoke […]

Læs mere

Slakt á Stamdord Bridge!!

Tað líktist eini katastrofu! 4 minuttir spældir, aftanfyri 0-1; men so spældu teir reyðu seg inn aftur í dystin … óndar tungur vilja vera við, at tað bert hepnaðist, tí Mourinho læt sínar menn slaka; men tað leggja vit ein beinan í 🙂 Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki fær lágvaksni brasiliumaðurin […]

Læs mere

Javnt, javnt, javnt, javnt, javnt, javnt … segði nakar gráur oktober?

Saknar Liverpool nakað fyri tíðina, so er tað bit í álopinum! Saknaða álopsbitið gjørdu at menn mistu hugin á vøllinum, og tað endaði sum tað mátti hjá Rodgers … við Klopp sær út til, at viljin til sigurs er við at vinna seg fastan aftur millum spælararnar; men, men, men … har er eingin effektivitetur! […]

Læs mere

Klopp’timisma áðrenn Tottenham dystin

Tað sigst, tey eru farin at syngja aftur á Anfield … lamin hava reist seg, og blind eru farin at síggja aftur … nei, kanska ikki heilt so galið; men optimismuna tykjast tey Liverpool trúgvu at hava fingið aftur, nú Jurgen Klopp hevur tikið um stýrisvølin á The Kopp … Stóri týskarin við harða, smittandi […]

Læs mere

Bei, bei, Brendan

So hendi tað, ið hevur ligið í luftini leingi … Brendan Rodgers er søga í Liverpool! Spuringurin er so, um avgerðin er røtt … Verður einans hugt eftir formbarometrinum, er nógv, sum talar fyri, at tað helst er rætt at sleppa sær av við Brendan, tí av teimum 6 dystunum, okkara menn hava leikt, síðan […]

Læs mere

So fara vit aftur… HEIM Á ANFIELD

Fríggjamorgunin 28. august verður farið við Atlantsflog til Edinburgh. Vit fara beinleiðis víðari við bussi til Liverpool (uml 4. tímar.) Fríggjadagin seinnapartin tjekka vit inn á the Feathers, sum vit plaga. Leygardagin kl 15 verður dysturin á Anfield móti West Ham. Sunnudagin verður fasti rundtúrurin á Anfield við onkrum til matna í the Bootroom aftaná. […]

Læs mere