Tað er longu nógv sagt og skriva um nýggju menninar Dirk Kuyt, Jermaine Pennant og Craig Bellamy. Eisini leikarar sum Aurilio og Palletta hava fingið sínar spaltur. Vanliga er nógv fokus á teir leikarar sum koma til felagið, men hvussu er nú við teimum sum fara úr felagnum.?
Teir eru faktisk ikki so fáir hetta summarið sum annaðhvørt eru seldir ella leigaðir til annað felag. Tá ið nærri verður talt eftir eru heili 22 leikarar farnir úr felagnum. Tað sigur okkum okkurt um at Benitez ikki er bangin fyri at sleppa sær av við leikarar, sum hann ikki metir eru góðir nokk til eitt felag sum Liverpool og sum tískil ikki eru ein partur av hansara ætlanum. Benitez hevur keypt fyri heilar £24,7M og selt fyri so lítið sum £8,4M. Tað skal tó viðmerkjast, at tað eru nakrir leikara vit ikki kenna prísin á. Tað eru leikarar sum Hamann, Cheyrou, og Medjani. Hin stóri parturin av leikarum eru útleigaðir fyri kappingarárið.
Jan Kromkamp: Tað sá út til at vera ein skilagóð loysn at lata Kromkamp koma til Anfield sum ein partur av avtalu um at senda Josemi aftur til Spanien. Josemi fall ongantíð til í Liverpool og Villareal hevði jú keypt Kromkamp fyri £6 M stutt frammanundan. Men hetta má sigast at vera eitt stórt vónbrot, Kromkamp hevur ongantíð víst at hann er eitt alternativ til høgra bakk fyri Finnan. Teir dystirnir eg havi sæð hann leikt hevur hann so at siga verið veikast punkt á liðinum hvørja fer. Kromkamp verður skjótt gloymdur í Liverpool. Vónandi kann hann ikki geva PSV venjaranum alt ov nógv góð ráð innan dystin í Champions Leauge.
Neil Mellor: Persónliga eri eg eitt sindur harmur um at Mellor er farin úr felagnum, vælvitandi at hann kanska ikki er tann rætti áloyparin fyri Liverpool. Mellor hevur skotið hópin av málum fyri eykaliði, men hevur ikki heilt megna at gera hetta á besta liðinum, vit fara tó helst ongantíð at gloyma málini ímóti Arsenal og Olympiakos, málið ímóti Arsenal var sama dag sum eg kom uppí nevndina í felagnum. At síggja til er Mellor Liverpoolari í hjartanum, og tað er altíð tungt at siga farvæl til tílíkar leikarar. Skorðar helst hópin av málum fyri Preston.
Florent Sinama-Pongolle/Anthony Le Tallec: Tvíburarnir er helst eitt gott dømi um, at hóast tú ert eitt stórt talent sum ungur so er ikki víst at tú verður stóra stjørnan sum vaksin, og hesir vóru veruliga superstars bert 17 ára gamlir. Tað vóru flest øll sum fagnaðust um at tað teir valdu júst Liverpool sum sítt felag. Hóast vit í smáum bitum hava sæð at evnini eru góð so er tað als ikki nokk til eitt felag sum Liverpool. Vónandi kunnu teir fáa fer á aftur hjá ávikavíst Recrativo og Sochaux, hetta er helst seinasti møguleiki fyri teir.
Darren Potter: Bleiv skírdur sum tann nýggi Steven Gerrard, men bleiv bara til enn ein av nógvum sum ikki heilt hava tað sum skal til. Hevur møguleika at fáa fleiri royndir við Wolves hettar kappingarárið.
Daniel O'Donnell: Sigst at vera ein miðverji við góðum evnum, men sum eisini ger onkran Traore av og til, hann er tí sendur í læru hjá Crew, Daniel er helst ikki ein leikari sum kemur aftur til felagið, nú standa leikarar sum Agger, Paletta og Antwi framman fyri hann.
Djimi Traore: Helst besta dømi um at vit fjepparar vita meira um fótbólt enn venjararnir…Skal tó sigast at hann helst er betur enn Kippe og Kvarme, men tað er alt. Helst góður nokk til Charlton.
Michael Nardiello: Var ikki góður nokk til Man Utd, og hevur ikki víst á Anfield at teir í Utd tóku feil. Nardiello endar helst í Blackburn ella kanska Wigan í nærmastu framtíð.
Calum Woods: Var í Livepool áðrenn Benitez kom til, og verður ikki mettur at hava tað sum skal til. Tað eru ikki nógvir av teimum ungu sum megna at koma á fyrsta lið í felagnum. Tann seinasti sum megnaði hetta er Stephen Warnock. Woods verður ikki tann næsti.!
Carl Medjani: Enn eitt stjørnu keyp!!!, var tá ið hann kom liðskipari á franska U18 landsliðinum. Men verður heldur ikki mettur at verða góður nokk kortini. Leikar nú við Lorient.
Djibril Cisse: Maðurin sum Houllier bara skuldi hava, bleiv dýrasta innkeyp hjá Liverpool við £14M, og hetta hóast hann bert hevði eitt ár eftir av táverandi sáttmála. Hartil kunnu leggjast £10M sum Houllier brúkti uppá El Hadji Diouf í eini roynd at fylla holið eftir Fowler. Nú ynskir Benitez ikki at brúka Cisse, sum eisini hevur verið sera óheppin við tveimum beinbrotum, tað er nokk persónurin Cisse, meira enn leikarin, Benitez vil sleppa av við. Cisse er fyri núverandi sendur til Marseille.
Dietmar Hamann: Fantastiskur leikari hevur vent dystum til okkara fyrimun meira enn tað einaferðina serliga góður tá ið mótstøðuliði er betri enn vit sjálvir, skuldi kanska fingið møguleika at enda karieruna á Anfield, men hinvegin hevur hann eisini uppiborið at leika fleiri dystir, teir kundi hann ikki fáa á Anfield, vónandi fær Man City nógv frá honum, vit fara at sakna hann!!!………Vónandi kann hann fáa ein testimonial á Anfield.
Chris Kirkland: Enn einaferð leigaður út, og beinanvegin úttikin til enska landsliði. Verður helst mettur at kosta £5M, men verður helst skaddur beint áðrenn hann skal til annað felag. Beint nú er Kirkland skaddur í rygginum Vit hava nógvar góðar málmenn Kirkland kemur helst ikki aftur til felagið. Endar helst í Wigan.
Scott Carson: Enn ein útleigaður landsliðsmálmáður, (Charlton) kann kallast heim um Reina ella Dudek fáa onkran skaða. Hvat skulu vit við teimum øllum.
Fernando Morientes: Eg hevði stórar vónir til Nando, superteknikari sterkur við høvdinum, men á ein hvønn hátt fann hann ikki saman við hinum, tað bleiv ongantíð til tey nógvu málini vit høvdu vóna. Haldi tó framvegis hann er ein góður leikari, sum uttan yvað fer at gera tað gott í Valencia, hann hevur longu fingið eina stak góða byrjan.
David Raven: Enn ein av teimum ungu frá Academy sum kom á eykaliði, men sum har hevur mist sítt pláss til Antwi og Roque, hóast hann er trý ár eldri enn hesir. Er farin til Carlisle ókeypis.
Bruno Cheyrou: Tað ljóðar kanska ótrúligt men onkur keypti Cheyrou, nú leggur eingin í fyri hvussu nógv, vit eru langt um langi sloppin av við hann til Rennes kostnaður ókendur, bleiv skírdur sum tann nýggi Zidane. Men hann hvørki spældi ella “skallaði” sum Zidan.
Zak Whitbread: Hevur leikt nakrar dysti á besta liðnum, fleiri høvdu skýrt hann sum tann næsta Hyypia, men tað var áðrenn Agger og Paletta komu til. Tó evnaríkur leikari sum helst fer at gera tað gott við Milwall.
Ramon Calliste: Minnir nógv um Michael Nardiello, men ikki eins góður. Skjýtur færri mál enn Emile Heskey og tað er ikki nokk til at koma ígjøgnum nálareygað, “og gott fyri tað”.Robbie Foy: Kundi sæð um sum Gary McAllister, hevur tó ikki somu fótbólts eginleikar, hann er tó ein rímiliga góður leikari, sum tó hevur somu veikleikar sum Vladimir Smicer, spælir framúr nakrar dystur og er so skaddur í enn fleiri. Leikar nú við Scunthorpe.
Paul Willis: Sá skriftina á vegginum tá ið Benitez fór í holt við at keypa málmenn. Liverpool hevur 4 landsliðs málmenn og av hesum eru tríggir undir 25 ár.
Antonio Barragan : Evnaríkur ungur verjuleikari seldur til Deportivo fyri £675.000. Barragan ynskti sjálvur sleppa heim til Spanien.
Salif Diao: Og so er hann langt um leingið ikki longur í felagnum fyribils er hann útleigaður hetta árið út til Stoke
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









