Skriva hevur: Jim Gibson/ frítt umsett eftir Áka Johansen
Fowler er Gud, Shankly Skaparin, Kenny Kongurin, Iron Man Smith, the Collosus Yates, Crazy Horse og so framvegis, eru teir nevndir eru teir kendir. Tað eru nógvar legendur og hetjur, kanska/helst fleiri enn tað eru leikarar. Søgan hjá Liverpool FC er at líkna við griska mytologi, heldur enn vanliga søgu, og tó søgubøkurnar eru á tamb við slíkum, so er ikki alt sagt enn....Petur Crouch? Ein partur av søguni, hmhm tað má vera ein skrøna ella hvat, kanska kanska ikki.
Hvør hevur ikki hoyrt um Kong Arthur, ein “typisk” legenda/hetja, tað er hann við vøkru konuni og rættvísum riddaranum, tað runda borið, Excalibur og Holy Grail, hann sigst at hava búð nær við Glastonbury? Onkur hevur kanska sæð filmin, onkur hevur kanska verið í Glastonbury og hugt at borðinum. Møguliga onkur verður keddur av, at hoyra at hann ikki var úr Onglandi í heila tikið.? Talan er um eina franska søgn!, tað var eingin Kong Arthur. Tað eru fleiri søgufrøðingar sum tvíhalda um, at tað var ein maður sum møguliga kallaðist Arthur møguliga ikki. Menn kanska hann var til og kanska hann vann onkran bardaga, vit kunnu tó ikki prógva hetta, tað var so tað, ella var tað: einki svør, eingin vøkur kvinna, einki kongaríkið, eingir riddari og eingin holy grail.
Visti tú at Robbie Fowler einaferð brendi ein upplagdan málmøguleika, at Yeates the Collosus einaferð var skiftur út tí hann spældi ein vánaligan dyst. At Crazy Horse spældi ein dyst har hann meira líktist einari haru sum er skotin í aftur partin. Hetta visti tú nokk einki um, sjálvandi ikki. Tí allir hesir hava nakað í felag við Kong Arthur. Jú teir vórðu/eru sum kunnugt til, menn teir eru eisini legendir/hetjur sum Kong Arthur.
Ein legenda/hetja er eyðkend av: Einari søgu har hugflog og veruleiki eru blanda saman, søgan verður givin víðari til komandi ættarlið munnliga, søgan er um eina hetju, ein ævintýrara, ein søguligan persón og so sjálvandi fótbóltsleikarar?Søgan um legenduna/hetjuna, sigur ikki alt um lívið hjá viðkomandi, tað er bert tað vit kunnu ella ynskja at minnast. Tað vit halda hevur týdning, ella passandi og á hendan hátt síggja vit burtur frá teimum ikki so vøkru síðunum hjá viðkomandi. Sum fólk eru vit nú einaferð soleiðis av natúr, at vit minnast farnu tíðina, sum antin betur ella verri enn nútíðina, vit minnast onkra skemtisending, onkran fótbóltsdyst, og til dømis onkrar filmar. Tíðarbil í okkara lívið sum vit minnast antin betur ella verri enn tey í veruleikanum vóru. Vanliga strika vit tey ringu minnini, og minnast eina stutta útgávu av teimum góðu minninum.Vit hava sjálvandi ringt við at minnast samfullar 90 minuttir av einum dysti, hvussu skal tað so vera við 300x90 min hjá einum leikara, fyri ikki at tala um fleiri leikarar. Vit geniralisera og vanliga tá ið vit gera tað,so gera vit søguna betri ella verri enn hon í veruleikanum var.
Tú kanst keypa eitt videoband / dvd við Ian Rush ella Kenny Dalglish, har tú kanst síggja hvussu fram úr góðir leikarar teir vóru, menn legg eisini til merkis at tá ið í tú hevur tilfar av slíkum slag. Ja so fáa leikarar altíð mál er tað ikki so?.Sjálvandi kundi mann framleitt ein dvd við 50 teimum vánaligastu avleveringinum hjá King Kenny. Tit sum minnast Kenny á vølli, vit at hann í síni tíð kanska var tann besti á hesum øki í bretskum fótbólti skuldi ein brúkt nógvar tímar í arkivinum til eina tílíka uppgávu, bara fyri at kunna komið fram við nøkrum negativum, . Nei ! tað eg vil siga við hesum er, at nú fleiri ár eftir seinasta meistaraskapið og tann fyrsta sigurin í europa so minnast vit leikarar og venjarar fyri, hvat teir hava gjørt fyri Liverpool, og tey mongu steyp teir hava fingið í hús. Hesir menn eru vorðnir legendir/hetjur. Vit minnast teir fyri hvat teir gjørdu rætt og ikki hvat teir gjørdu skeivt.
Aftur til í dag og ein leikara sum Steven Gerrard, tá ið hann ikki leikar fótbólt meira, kanska um 10 ár ella so!, og hann helst hevur vunnið øll tey heiðursmerkið, sum ein fótbóltsleikari kann vinna og dvd fløgur í hópatali um hansara fótbóltslív eru á marknaðinum, so er tað bara spurningur um vit fara at kalla hann fyri eina legendu ella ein gud. Er tað nakar sum tá hevur áhugað í at vita, at hann ikki spældi sum nakar gud í fyrra hálvleiki ímóti Olympiakos og at hann skuldi fingið reytt kort. Ella fara vit at minnast hansara framúrskarandi mál til 3-1 í seinastu løtu, sum legði grundarsteinin fyri at vit sigraðu í Champions Leauge Finaluni og ikki minst hansara leiklut í hesum framúrskarandi dysti (finalu), tað er soleiðis eg minnast tann dystin….. fyrra hálvleik tosað vit ikki um.
Hvat við Peter Crouch fólk siga ”hann er seinur og at hann ikki fær nokk mál” Tað er kanska rætt ella er tað?. Heldur tú at hesi somu hava áhugað í hesum, tá ið vit vinna meistaraskapin í 2007 og hann tann stóri, hevur skotið 18 mál fyri okkum. Crouch hevur í veruleikanum støddina til at blíva ein legenda, hann er kempu stórur tað eru hetjunar ofta eisini, hvussu stórur heldur tú hann verður tá ið fólk tosað um hann í 2050?. Ron Yeast var kallaður the Collosus, hann er ein vælvaksin maður. Menn við tíðini fer Crouch at verða maðurin sum var næstan tvífalt so stórir sum hinir, ja hann var noyddur til at bukka seg niður fyri at høvdið ikki skuldi raka ”tvørtræið” Tað var honum ikki ongantíð neyðugt at hoppa fyri at skalla bóltin, sjálvandi verður hann ein legenda, vit fara at sita á vertshúsum og práta, og á alnótini skriva um, at vit sóu hann spæla og at hann var STÓRUR. Sum tíðin gongur verður enn ein legenda fødd.
Er tað rætt at tosað um tað farna sum antin gott ella ringt. Spyrja tit meg, so er eingin orsøk til at tosað mest um hví vit ikki vunnu FA CUP í 1977, tá ið vit nú vunnu meistaraskapin og evropeisku kappingina fyri meistaralið hetta sama ár. Er nakað endamál við, at tosað um hvussu nógvar upplagdar møguleikar Ian Rush brendi í hesum kappingarárinum, tá ið tað helst ikki vóru fleiri enn einir 5 kortini og teir onga ávirkan høvdu á nakað úrslit.
Vit eru kanska meira krittisk enn gott við dagsins leikarar, tær gomlu kempurnar hava í mun til dagsins leikarar tann fyrimun, at teir ikki gera fleiri feilir nú. Sum tíðin gongur fara leikarar sum Finnan, Garcia og Kewell, at nýta gott av søgunum um legendur. Meðan aðrir leikarar so sum Gerrard, Alonso, Carragher og kanska Crouch fara at taka teirra pláss á trónuni, saman við hinum ódeyðiligu eitt nú núlivandi Fowler.
Hvat við venjarunum serliga Shankly, Paisley, Fagan, menn eisini teir sum Dalglish, Houllier og nú Rafa hesir eru mær á at líta vanligir menn, við einari vanligari bakgrund, ikki sjálvir legendir sum fótbóltsleikarar, undantikið Kenny Dalglish sjálvandi, sum um nakað er enn størri legenda sum leikari enn sum venjari. Shankly er ella var grundarsteinurin undir øllum, maðurin sum gjørdi alt møguligt. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at geva honum heiðurin fyri tað Liverpool vit kenna og elskað í dag.
Paisley helst tann mest vinnandi og nýskapandi, og helst besti venjarin Liverpool hevur haft og Fegan vita vit tók tráði upp eftir hann . Daglish hevði góðar lærumeistarar og førdi hetta arbeiði víðari, menn hann var eisini í stóran mun sín egin, hann keypti millum annað leikarar, sum Barnes, Beardsley og Aldrige, alt sagt. Houllier hóast nógv útskeldaður, var tað hann sum vakti sovandi bjørnina. Nú er tað so Rafa sum hevur ábyrgdina og hann hevur longu prógva, at hann kann nakað serligt. Felags fyri allar hesar er, at teir eru ella vera legendir
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









