Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Champions League: Steyp nr 1 1977

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageLiverpool FC 3-1 VfL Borussia Mönchengladbach

Spanien, Portugal, Italien, Holland og Týskland, høvdu dominera kappingina fyri meistaralið seinastu árini. Nú var túrurin langt um langi komin til enskan fótbólt, byrjanin var í kappingarárinum 1976/77, tá ið finalan var ein endurtøka av finaluni í UEFA Cup 1973, sum annars var fyrsti finalu sigurin hjá Liverpool í evropa 3-0 sigur á heimavølli og 0-2 á útivøllin og 3-2 samanlagt. Liverpool FC sigraði á olympiska leikvøllinum í Rom ímóti Borussia Mönchengladbach endaliga úrslitið bleiv 3-1 til Liverpool við málum frá Terry McDermott, Tommy Smith og Phil Neal. Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen skoraði við einum vøkrum málið til 1-1 fyri Gladbach, men tað var ikki nokk til at stegga einum sera góðum Liverpool liði

Á myndini Liverpool liðskiparin Emlyn Hughes, við fyrsta steypinum við teimum stóry oyrunum sum kom til Anfield.

Týskur stoltleiki

Tað er einki at yvast í at Mönchengladbach, sum eina løtu kom inn aftur í dystin, eftir at ein ávísur Allan Simonsen hevði javna, ynskti menninar hjá Bob Paisley eitt vist stað. Alt var lagt upp til at teir skuldu taka yvir trónuna eftir Bayern Munchen, og vera tað førandi liði í týsklandiog evropa, liði hjá Udo Lattek hevði ávegis til finaluna bjarga týsku ærina við at vinna á yvirmonnunum hjá júst Bayern Munchen, Dynamo Kyiv í hálvfinaluni. Áður høvdu teir sent Austria Wien, Torino og Club Brugge úr kappingini.

 

Keegan strálar og sigur farvæl á toppinum.

Liverpool hinvegin hevði haft framgongd alt kappingarárið. Liverpool royndi eftir the double í heimligu kappingunum, tað rakk ikki heilt eftir tap til Man Utd í FA Cup finaluni. Liverpool vildi tó hava teirra fyrsta sigur í kappingini fyri meistaralið, tað sá tó ikki so gott út longu í kvartfinaluni, eftir lættar sigrar ímóti Crusaders FC og Trabzonspor, vann Liverpool at enda 3-2 samanlagt á finalistinum frá árinum frammanundan Saint-Etienne, avgerandi málið sett inn av super sub David Fairclough seks min fyri tíð, David fekk ikki møguleikan í finaluni, og tað er hann sera harmur um sjálvur, í dag er tað møguligt at síggja David á Liverpool TV, har hann ofta er gestur. Liverpool vann  3-1 heima eftir at hava tapt  1-0 á útivølli. Hálvfinalan var ein walkover sum Liverpool vann 6-1 samanlagt á FC Zürich. Sjálv finalan var ein uppvísing av Kevin Keegan, sum spældi ein framúr dyst. Liverpool stjørna strálaði so ein gloymdi at tað var Allan Simonsen sum var valdur til besta leikara í Evropa hetta árið. Hetta var samstundis seinasti dystur hjá Keegan fyri Liverpool, sum framyvir skuldi leika við Hamburg í Týsklandi.

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan