Liverpoolfc.tv hevur gjørt samrøðu við unga lovandi Lee Peltier, Lee er úr nær umhvørvinum, eitt øki sum kallast Aigburth. Peltier ætlar sær at náa langt innan fótbóltin, í summar var hann ein partur av besta hópinum, sum var á venjingarlegu í Sveis.
Hann er komin upp úr ungdómsdeildini hjá Liverpool, hann hevur arbeitt hart og miðvíst fyri at røkka sínum málum, hann er nú væl ávegis. Áðrenn hetta kappingarárið fekk Lee Peltier handa troyggju nr 37, og nú bíðar endaliga gjøgnumbrotið. Hann hevur longu víst hvat dugur er í honum, nokk til at Benitez tók hann við á venjingarleguna hjá besta liðinum.
Á hesum túrinum gjørdi hann tað sera væl og Benitez tók hann við á bonkin til útidystin ímóti Maccabi Haifa, tó uttan at koma á vøllin, nú bíðar so fyrsti dysturin í Premier Leauge. Venjarinir á Melwood halda nógv av hesum 19 ára gamla Liverpool dreinginum, og tað frættist at hetta er eitt tað størsta talenti í longri tíð.
Lee, flestu Liverpool fjepparar høvdu helst ikki hoyrt um teg áðrenn fyrireikingarnar til hetta kappingar árið byrjaði. Hvat slag av leikara ert tú? I eri uttan iva ein hartarbeiðandi defensivur leikari, mær dámar at takla og at hava bóltin, eg flytið meg væl á vøllinum og eg roynið at spæla einfalt.
Vit hava hoyrt at tú verður samanlíknaður við Poul Ince…? Ja tað havi eg hoyrt, eg veit ikki heilt sjálvur. Men kanska stílurin er tann sami.
Tú hevur spælt á miðvøllinum og verjuni á ungdóms og eykaliðnum, hvar dámar tær best at spæla? Tað er trupult at svara uppá, fyri meg er tað líkamikið, á Akademinum leikti eg eitt ár í miðverjuni og árið eftir sum høgri bakkur, so var eg burtur eitt ár vegna skaða, tá ið eg kom aftur leikti eg á miðvøllinum. Nú eg var við í fyrireikingunum hjá fyrstaliði leikti eg á høgra bakki.
Hvussu var tað at sleppa at vera ein partur av besta liðinum? Tað var heilt ótrúligt, tað var ein dreymur fyri meg. Eg eri úr Liverpool og Liverpool fan, nú slapp eg at leika við Gerrard og Carragher, ja tað er heilt……..!
Kom tað óvart á teg at tú fekk møguleikan? Ja tað gjørdi tað, eg var farin í feriu tá Frank McParland ringdi til mín og bað meg avlýsa allar ætlanir, tí eg skuldi venja við besta liðinum.
Lærdir tú nógv av at venja og leika við besta liðinum? Heilt sikkurt, bara tað at vera ein partur av tí, og hava møguleikan fyri at síggja hvussu tað verður arbeitt millum teir bestu og so eisini at fáa møguleika at venja við teimum var frálíkt og mennandi. Alt gongur nógv skjótari fyri seg og er meira fysiskt enn eg hevði vanta, og tað er ikki fyrr enn ein er ein partur av hesum, man sær hvussu góðir hesir leikarar eru.
Tað hevur ljóða at venjingin hevur verið serliga hørð í summar? Hetta er fyrstuferð eg havi vant upp til kappingina saman við fyrstaliði, og eg haldi at tað hevur verið hørð menn góð venjing, Eg føli meg heilt væl fyri.
Hvat siga teir eldru til ein ungan leikara sum teg? Teir hava hjálpt okkum ungu nógv og givið okkum nógv góð ráð, tá ið vit leiktu ímóti Mainz var tað serliga Jamie Carragher, sum hjálpti mær. Menn allir hava verið fittir um eg skal nevna nakran so er tað Momo og Bolo og sjálvandi Stevie.
Vóru tit ungu nógv saman við fyrstaliðs leikarunum á túrinum? Tá ið vit ikki vandu ella leiktu dyst, vóru vit fyri tað mesta á kamarinum og hvíldu. Tað var bara eitt kvøld har vit allir vóru úti saman.
Hvussu heldur tú sjálvur at tú kláraði teg? Eg haldi at gekk væl og eg eri nøgdur, eg skal tó viðganga at eg var nervøsur tá ið eg skuldi leika mín fyrsta dyst sum var ímóti Wrexham, men eftir tað var tað ok.
Hvussu hevði tú tað tá ið tú fekst at vita at tú skuldi sita á beinkinum í samband við Champions League dystin ímóti? Tað var heilt ótrúligt, mín størsta uppliving higartil, tað var sum ein dreymur, sum Liverpool fjeppari var hetta eitt enn eitt stig á vegnum, eg hugsaði allan dystin um hvussu tað fór at vera um eg slapp á vøllin.
Nær fekst tú at vit at tú skuldi vera ein partur av hópinum? Tað var heldur løgið, tí eykalið skuldi leika sama dag ímóti Wrexham, eg hevði fyrireika meg til tann dystin, tá ið eg fekk boð um at eg skuldi til Anfield, alt gekk sera skjótt.
Tú hevur verði her síðani tú vart 11 ára gamal, minnist tú enn hvussu tað var at koma til the Academy? Eg spældi við Tranmere Rovers, men eg helt ikki at møguleikarnir vóru til staðar har um eg skuldi koma víðari. Eg hevði fleiri møguleikar, men valdi Liverpool.
Var the Academy, so eitt gott stað at standa í læru? Heilt sikkurt, einki stað er betur, umhvørvið og venjarar eru teir allarbestu, tað var heilt framúr. Eg var lítil á vøkstir til eg var 15 ár, og eg var bangin fyri at eg fór at vera ov lítil. Men sum 15 ára gamal leikti eg mín fyrsta dyst fyri U17.
Tú nevndi at tú altíð hevur verið Liverpool fjeppari, hvørjir vórðu tín yndis leikarar tá ið tú var yngri? Tað hevur altíð verði mín dreymur at gerast yrkisleikari, og flest allir á Liverpool liðnum vóru leikarar eg sá upp til, men kanska serliga Stev McManaman og Paul Ince.
Hvør hevur haft serliga ávirkan á tína yrkisleið inntil nú? Mamma sjálvandi, hon var við mær yvir tað heila og so Babba. Dave Shannon sum er á the Academy er tann besti venjarin eg havi haft, eg havi framvegis samband við hann. Síðan eg kom til Melwood má eg siga at tað hevur verði Paco Herrera, hann er ein framúr persónur og venjari, eg var keddur av at hann fór úr felagnum í summar.
Hvussu er tað at fara frá the Academy til Melwood? Tað var trupult at byrja við, eg hevði verði skaddur í eina tíð frammanundan, so eg má siga at tað hevur verði sera sera strævið. Men nú eg eri komin í form má eg siga at tað gongur heilt væl.
Hvussu hevur the boss (Rafa) tikið ímóti tær? Sera væl, hann tosaðar nógv við meg, og rópar og stuðlar meg í dystinum. Tá ið vit vóru í Sveis gav hann mær eitt video band, har hann vísti á hvat eg skuldi gera betur. Tílíkt er við til at geva mær enn meira og góðar vónir.
Hevur tú lagt til merkis, um tú er eitt meira kent andlit í býnum nú? Eitt sindur kanska, onkran morgun havi eg lagt til merkis at onkur sigur at har gongur Lee Peltier, tað var eitt sindur løgið at byrja við, men tað er ok.
Hvørjar vónir hevur tú til restina av kappingarárinum? Um eg gerið alt tað eg eri mentir, kann eg kanska fáa ein dyst nú og tá. At enda hvørjar eru tínar ambitiónir yvir longri tíð? At vera fastur maður fyri Liverpool FC.........
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









