Fleiri og fleiri av teimum sum sigast at hava skil fyri fótbólti vilja vera við at Steven Gerrard skal leika á sentrala miðvøllinum, hesi somu siga, at Rafael Benitez brúkar sín liðskipara á skeivum plássi, og at hetta kann vera við til at fáa Gerrard til at ynskja seg burtur frá felagnum. Er hatta blivið til ein dyst um makt millum Rafa og Gerrard?
Sjónvarps frásøgumaður og fyrrverandi Liverpool liðskiparin Jamie Redknapp er meira enn bangin fyri at Steven Gerrard ikki trívist á sínum plássi til høgru á miðjuni. Hann vil vera við at miðvallaleikarin kann enda við at velja Liverpool frá um Rafael Benitez heldur fast um at Gerrard skal brúkast á hesum plássinum. Redknapp heldur at tað var serliga sjónligt í dystinum ímóti Man Utd á Old Trafford sunnudagin, tá ið Gerrard als ikki var við í spælinum. ” Tað er jú einki at yvast í at Gerrard ikki vil leika til høgru, hesin dysturin prógvar tað” sigur Redknapp.
Tað er ikki einans Redknapp sum hevur hesa áskoðan, fleir aðrir av fótbólts viðmerkjarinum í Onglandi eru av somu fatan, hesir eru á einum málið um at Gerrard má aftur á sentrala miðvøllin eftir vánaliga avrikið sunnudagin.
Tann fyrrverandi Tottenham- og Luton-venjarin David Pleat sigur við The Guardian, at Steven Gerrard heilt einfalt verður brúktur skeivt av Rafael Benitez, hann heldur at Steven Gerrard heilt einfalt er ein alt ov góður leikari at vera settur í bás til høgru. Gerrard hevur ov sjáldan bóltin og er ikki nokk við í spælinum, sunnudagin var hann fulkomuliga anonymur. Gerrard er ein Action maður, tí skal hann eisini brúkast har á vøllinum, har tørvur er á leikara við hesum eginleikum og tað er sentralt á miðvøllinum. Um Benitez ynskir at leika við einum áloypara, so er Gerrard maðurin sum skal liggja aftanfyri hendan til dømis Kuyt, í dystinum sunnudagin var eingin stuðul til Kuyt. Gerrard hevði alt ov nógvar verjukendar uppgávur, teir fyrstu 70 min hann bleiv ongantíð tann vanliga hóttanin frameftir vøllinum. Pleat vísur eisini á at tað var ov lítil stuðul til Gonzalez í vinstur síðu, hann hevði ongan at arbeiða saman við har úti. Alonso, Sissoko og báðir bakkar mugu koma meira framvið.
Eisini Liverpool legendan Allan Hansen er úti við rívuni, og hann er samdur við Redknapp og Pleat í at Gerrard hevur tað trupult á høgru síðu. Tað er líkamikið hvussu góður fótbóltsleikari Steven Gerrard er, so er tað ikki rætt at øll ábyrgd verður løgd á hansara herar, serliga tá ið í hann ikki leikar væl. Gerrard skal sjálvandi leika sentral, tað er hansara besta og mesta natúrliga pláss, Gerrard kann leika øll pláss á vøllinum, men Rafa má brúka hann rætt. Um Rafa bað Gerrard um at standa í mál, ja so gjørdi hann eisini tað, sigur Hansen at enda.
Sig tína meining á kjakinum.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









