Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Good old days 1995-1996 3 partur

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageHetta er 3 partur í røð av fleiri, har vit hyggja 10 ár aftur í tiðina, var alt betur tá?, leikti Liverpool betir fótbólt høvdu vit betri leikarir, ella hava vit bara gloymt hvussu tað var. Fowler var ungur, Rush var famvegis á liðnum. Meðan leikarir sum Owen, Gerrard og Carragher framvegis droymdi um at leika við besta liðnum í felagnum. Hesin 3 parturin í framhaldsrøðini er um tiðarskeiði oktober 1995.

3 Partur Oktober 1995

Oktobur

Talentini og eykaliði Liverpool hevur ikki bara tað besta 1. deildarliði í 70 og 80, í hesum sama tíðarskeiði vann Liverpool ikki minnið enn 12 av 14 møguligum meistaraheitum við eykaliðinum, tey flestu við Roy Evans sum venjara. Nú er tað góði gamli Sammy Lee sum er venjari, úrslitini eru tó ikki heilt góð og liði liggur til niðurflyting. Sammy sigur sjálvur, at talent mongdin ikki er so stór eftir at McManaman og Fowler eru fluttir á besta liði í felagnum.

 ImageTað eru tó fleiri heilt evnaríkir ungir leikarar í felagnum, í samrøðu við Kopite sigur 17 ára gamli David Thomson at hann hevur góðan møguleika, at koma á besta liði hjá Liverpool, Ungdómsvenjarin hjá felagnum fann David tá hann bert var 9 ára gamal og Everton fjeppari. Sjálvur metur David at tað bara eru Jamie Cassidy og Jamie Caragher sum standa framman fyri hann. Men í køðini standa eisini ungir leikarar sum Lee Jones og Steven Charnock. Eisini enn yngri dreingir sum Mike Moore, Lee Prior og Andy Parkinson og Michel Owen vera mettir at hava eina framtíð í felagnum.

 

Liverpool fær bara 40 atgongumerkið til dystin á Old Trafford ímóti Manchester United, hetta dekkar ikki fyri tørvin hjá leikarum og starvsfólkum, tað merkir harumframt at Liverpool ongar fjepparar hevur við til hendan dystin. Tað var stórur spenningur undan dystinum millum annað tí at ein ávísur Eric Cantona, var tøkur aftur fyri United. Cantona var leikbannaður eftir at hava sparka ein áskoðara í búkin undir einum dysti. Liverpool var klárt betra liði í hesum dystinum og skuldi vunnið, menn United fekk eitt bíligt brotsspark og javnaði til 2-2. Dagsins perla kom tó frá Fowler tá ið hann hamraði bóltin í nærmasta horn beint yvir høvdinum á Schmeichel til 1-1, málið til 2-1 var eisini vakurt tá ið Fowler fyri ikki fyrstu fer, vakurt lyftir bóltin yvir Schmeichel.

Nakrar dagar seinri vinnur Liverpool 1-0 á Sunderland í 2 rundu av Coca Cola Cup. Heilt so væl gongur ikki 10 dagar seinri tá ið Liverpool bert megnar 0-0 ímóti Coventry á Anfield.

Torben Piechnik bjóðar, at geva Evans góð ráð undan dystinum ímóti Brøndby í Parkini, vit vita ikki hvat Piechnik hevur sagt, menn tað hjálpir ikki dysturin endar 0-0.

Celtic bjóðar 700.000£ pund fyri Rush, sum Leeds eisini vil hava,  menn Liverpool ynskir ikki at sleppa Rush. Hinvegin ynskir Liverpool at keypa Lee Bowyer fyri 2M £ frá Charlton. Liverpool leingir avtaluna við Carlsberg fyri 3 ár, Liverpool fær 1 millión £.

Liverpool er flúgvandi á The Dell og vinnur 3-1 á Southamton og hevur enn meira vind í seglinum í 3 rundu av Coca Cola Cup, tá ið Manchester City verður sent frá Anfield við einum 4-0 tapið. Tríggjar dagar seinri vitjar City aftur á Anfield, teir hava ikki tikið við læru frá fyrra dystinum, Liverpool snøgt sagt hølvar teir av 6-0. Liverpool er í dreymalandið hesar dagarnar tá Brøndby kemur á vitjan. Øll vanta at teir eisini verða blástir av vøllinum, hetta hendir ikki og Liverpool má siga farvæl til UEFA Cup longu í 2 rundu eftir 0-1 tap. Nógvar søgur ganga menn, Collymore noktar at hann vil burtur frá Liverpool.

Oktober er komin at enda, tað sær gott út í heimligu kappingunum, men vit eru burtur frá Evropa. Næsti partur í hesi røð er kann lesast her á síðuni í komandi viku. Tá kanst tú millum annað lesa, at november bleiv ein óvanliga óheppin mánaði fyri okkara viðkomandi.

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan