Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Liverpool legenda venjari hjá USA ?

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageSteve Nicol vil heldur enn gjarna vera venjari hjá USA, starvið er tøkt eftir Bruce Arena sum legði frá sær eftir HM í Týsklandi.  Eg veit sjálvandi ikki um teir eru áhugaðir at gera sáttmála við meg sigur Nicol sjálvur. Eg kann bert vóna  at eg fái møguleikan fyrr ella seinri sigur Nicol. Tað er tó ikki einans Nicol sum verður settur í samband við starvið, eisini nøvn sum Klinsman og Sven-Gøran Eriksson vera nevnd í hesum sambandið.

Fyrrverandi Liverpool leikarin var heilt klárt ein av profilinum á Liverpool liðinum øll 80 árini. Ein framúrskarandi fótbóltsleikari, sum kundi leika á øllum plássum í verju og miðju. Bob Paisley keypti Nicol frá  Ayr United fyri einans £ 300.000 í 1981 og hetta verður mett sum eitt av bestu keypinum hjá Liverpool nakrantíð. Nicol leikti sín fyrsta dyst fyri Liverpool í 1982, menn tað var ikki fyrr enn í 1983 hann bleiv fastur fúsur á liðunum. Liverpool hevur í mun til nógv onnur feløg ikki skift nógv út á venjaraplássinum, og hóast hetta hevur Nicol haft fimm ymiskar venjarar í Liverpool, Bob Paisley, Joe Fegan, Kenny Dalglish, Graham Souness og til seinast Roy Evans. Nicol vann ikki minnið enn 4 ensk meistaraheitið, 3 FA Cup umframt einaferð Charity Shield. Nicol bleiv í 1995 leikandi venjari hjá Notts County, hareftir gekk leiðin til fyrst til Sheffield Wedensday, Doncaster, New England Revolution og nú til seinast hevur hann verði venjari hjá Boston Bulldogs. Ein drúgv og flot yrkisleið  hjá tí nú bert 44 ára gamla skotanum, sum í 1989 var kosin ársins leikari í bestu ensku deildin. Sjálvur metur Nicol hann nú er búgvin til at taka við starvinum sum landsliðsvenjari hjá USA. 

Stutt um Steve Nicol: 

Føddur: 11/12/61  Føðistaður: Irvine (Skotland) 

Fyrsti dystur fyri Liverpool : 31st August 1982 ímóti Birmingham City (úti) Úrslit: 0-0 

Dystir á besta liði: 466 

Mál fyri besta liði: 46   

Landsdystir: 27 (Skotland) 0   

Vunnið við Liverpool: Meistaraheitið 1983/84, 1985/86, 1987/88 og 1989/90FA Cup 1986, 1989 og 1992Charity Shield 1989 

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan