Hevði tú hoyrt um Momo Sissoko áðrenn hann kom til Liverpool frá Valencia á sumri 2005?, helst ikki! Tað er nú líkamikið landsliðsleikarin frá Mail hevur longu vunnið hjørtuni á flestu Liverpool fjepparum kring allan heimin. Momo hevur veruliga tikið arvin upp eftir Didi Hamann.
So hvussu trívist hesin ungi maðurin á Anfield? Í hesi samrøðuni sigur Momo millum annað at hann heldur nógv um Robbie Savage, vit tosað við hann um gul kort og Banana Spit og vit fáa eisini, at vita hvør Liverpool leikari er bestur í go-kart.
Tú hevur verði her meira enn eitt ár nú. Hvat er tað besta og ringasta við at búgva í Onglandi? Eg má siga at tað er fantastiskt at koma á tey ymisku stadion áskoðarinir eru framúrskarandi! Tað ringasta er at tað er so vánaligt veðurlag. Tað besta á Anfield er tá ið fólk syngja mitt navn! Eg eri sera glaður fyri Liverpool og mínar viðleikarar.
Tú nevndi at tær dámar tá ið tí navn verður sungið. Lagið til sangin er frá einari sjónvarps barnasending (The Banana Split) hevur tú sæð sendingina? Nei tað havi eg ikki, men tað má eg heldur!
Hvørjir leikarar hava hjálpt tær mest við at fella til í býnum? Allir hava verði hjálpsamir, eg var sera ungur tá eg kom higar, og eg havi lært nógv at Gerrard og Alonso tað er nakað heilt serligt. Eg havi tað eisini gott saman við Garcia, Reina og Carragher!.
Hvør hoyrist best í umklæðingarrúminum? Carragher tosar nógv og tað kann vera trupult at skilja hvat hann sigur.
Hvat brúkar tú frítíðina til? Eg sovið nógv, eg eri eisini nógv í býnum um dagarnar, mær dámar sera væl at keypa.
Hópurin hevur verði til Go-Kart koyring hvussu gekk tað? Bolo Zenden vann og var aftast! Tað var fyrstu fer eg royndi hetta, so tað er kanska ikki so løgið, Bolo koyrdi sera væl men eisini Sami var góður.
Tað var Rafa sum fekk teg higar, eftir at hann fekk teg upp frá ungdómsliðnum í Valencia, er hann nakað serligt fyri teg? Rafa er mín maður, tað var hann sum gav mær møguleika á besta liðinum hjá Valencia tá eg var bara 17 ára gamal. Eg havi sera stóra virðing fyri honum.
Er tað nakað serligt við tínum spæli tú ynskir at gera betri? Ja sum heild vil eg vera betur á øllum økjum, eg arbeiði hart fyri hesum, eg havi nógv at læra og eg læri alla tíðina. Tað sum eg helst kann betra mest er helst skot á mál.
Tú hevur ikki skorað fyri Liverpool er tað nakað tú hugsar um? Eg havi verði nær við, men eg hugsið mest um at leika væl í hvørjum dysti. Eg hugsið ikki so nógv um málini, mest um at flest halda at eg eri ein góður leikari.
Hvat heldur tú um samanlíkningina við Patrick Vieira? Fyri meg er tað ein heiður, tá ið eg fái at vita at eg kann gerast betur enn hann verði eg glaður. Tá eg var yngri var Vieira saman við Zidane mínir yndis leikarar.
Hvør hevur inntil nú verði stravnast at leika ímóti í Premier Leauge? Har má eg nokk siga Robbie Savage, hann er har alla tíðina, hann er ein fínur fýrur, mær dámar hann væl.
Hevur tú nøkur serlig ritualir áðrenn ein dyst? Ja. Eg setið altíð vinstra bein á vøllin fyrst, eg veit ikki hví, men tað havi eg altíð gjørt.
Tað hevur verði nógv tosað um at tú fært ov nógv gul kort, og Rafa hevur sagt at tað ikki altíð er rættvíst. Hvat heldur tú um hetta? Eg havi ikki so nógv at siga til tað. Eg spæli á miðvøllinum og eg má verja fyri hvørjum bólti, eg fari ikki at broyta mitt spæl, eg elskið at spæla fótbólt og vil vinna hvønn dyst og kappingar.
Tað eru helst ikki nógv sum vita at tú hevur 14 systkin, kunnu vit vænta at síggja ein nýggjan Sissoko í Liverpool í framtíðini? Kanska eg havi ein yngri beiggja sum leikar við West Brom og eg havi biði hann um at geva alt hann hevur. Ein annar bróður Abdul leikar fyri Auxerre í Fraklandi
Tú kundi velja millum Mali og Frakland, hví valdi tú at leika fyri Mali? Tað var eitt væl frá hjartanum. Nú eru tað fleiri sum kenna til Mali tí til dømis eg og Diarra hjá Madrid leika við Mali
Hvat eru hæddar punktini hjá tær higartil? Tað besta higartil var at vinna La Liga í Spanien, UEFA Cup og Super Cup tá ið eg var 18 ára gamal.
Her at enda, tað var vandi fyri at tú ikki kundi leika fótbólt eftir eygna skaðan tú fekst í dystinum ímóti Benfica. Hvat hevði tú gjørt um tú ikki kundi leikt fótbólt? Tað er ein trupul spurningur at svar, eg veit ikki! Eg eri bara glaður fyri at eg kann leika fótbólt aftur, og at sjónin er 100 prosent.| < Fyrra | Næsta > |
|---|









