Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Champions League Steyp nr 2 1978

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageLiverpool FC 1-0 Club Brugge KV

Liverpool FC var aftur á toppinum í Evropa kappingarárið 1977-78. Hesaferð var tað eitt mál frá Kenny Dalglish, sum Liverpool hevði keypt til hettar kappingarárið frá Celtic sum avloysara fyri Kevin Keegan  sum var farin til Hamburg SV. Landsliðs leikarin frá Skotlandi skoraði í 64 minutti og tað var munurin á liðinum hendan dagin. Mótstøðuliði í finaluni, sum var leikt á Wembley var heilt óvænta belgiska liði Club Brugge KV

Á myndini Terry McDermott og Kenny Dalglish

 

 

Mersey beat
Brugge venjarin Ernst Happel hevði serliga nógvar leikarar á skaðalistanum undan dystinum og teir vórðu heilt klárt underdogs til hendan dystin, men flest øll mettu at Liverpool fór at vinna dystin uttan mun til hvat Brugge stillaði við. Liverpool hevði eina málúrtøku undan dystinum uppá 12-1 á heimavølli, eftir dystir ímóti FC Dynamo Dresden, SL Benfica og at enda í hálvfinaluni VfL Borussia Mönchengladbach. Týskararnir vunnu 2-1 á heimavølli, men á Anfield var einki at gera, talan var um klassa mun Liverpool vann at enda 3-0 við málum frá Ray Kennedy, Jimmy Case og Dalglish. Um ikki annað so hevði Gladbach merkt Mersey Beat eftir at teir nú høvdu tapt tvær finalur og eina hálvfinalu á Liverpool í evropeisku kappingunum. 

Dalglish avgjørdi

Sama kann sigast um Brugge sum eisini tapti UEFA Cup Finaluna á Liverpool í 1976. Tað skal tó sigast at teir bláu og svørtu úr Belgia høvdu fingið onkrar stórar skalpar á vegnum til finaluna fyrst KuPS Kuopio, Panathinaikos FC, og at enda Club Atlético de Madrid og Juventus FC. So vónirnar í Belgia vórðu góðar um at Brugge kundi gerast fyrsta liði úr Belgia sum megnaði at vinna steypin við stóru oyrunum. Alt hetta tó bert ein dreymur eftir at Dalglish skoraði einasta málið í dystinum. Liverpool hevði vunnið stóra steypin fyri aðru fer.

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan