Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Rafa hevur rætt - rotatión er vegurin til toppin!

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageTað var ella verður ikki nógv tosað um rotatión á liðinum tá ið alt gongur eftir vild, tað ger tað í skrivandi løtu ikki fyri Liverpool og Rafa far av at vita um hansara rotatións prinsippir, bæði her heima og uttanlands, serliga eru gamlir Liverpool leikarar eftir honum. Í seinast Kopite er áhugaverd grein um júst hetta, vit endurgeva partar av greinini her.

 

Hóast kritiskar røddir vilja vera við, at Rafa níður brýtur Liverpool við sínum nógvu broytingum 99 dystir í rað uttan at stilla við somu manning, so er tað kanska nakað sum bendir á, at Rafa er á rættari leið. Opta er felagið, sum tekur sær av øllum hagtølum í Premier League fyri enska fótbóltssambandið, hetta felag hevur nýliga almanna kunngjørt eina hagtals kanning. Kanningin sum er grunda á tey liðini sum hava vunnið Premier League seinastu 10 árini ”staðfestir” at tað lønar seg við rotatión.

Eingin av teimum liðinum, sum hava vunnið meistaraheitið seinastu 10 árini hava stilla við sama liði fleiri enn 4 fer, eitt heilt kappingarár. Einki av hesum liðum hevur haft færri enn 30 ymiskar uppstillingar í teimum 38 dystunum. Tá ið Man Utd kappingarárið 1996-97 vann meistaraheitið, var tað ongantíð sama liði á øllum 11 plássum sum fór á vøllin frá byrjan. Tað vil siga, at eingin start uppstilling bleiv endurtikin.    

 

Enskur meistari Tal av ólíka liðuppstillingum (møguliga bara ein broyting)

Hægsta tal av dystum við heilt somu uppstilling

Man Utd 1996-97

38

0

Aresnal 1997-98

30

3

Man Utd 1998-99

36

2

Man Utd 1999-00

33

2

Man Utd 2000-01

37

2

Arsenal 2001-02

36

2

Man Utd 2002-03

31

3

Arsenal 2003-04

32

3

Chelsea 2004-05

30

4

Chelsea 2005-06

33

2

 

Í mun til tað fokus sum hevur verði á lið uppstillingar hjá Rafa, hevur hendan kanning tikið støði í hvussu ofta ein heilt eins uppstilling er nýtt í einum kappingar árið og ikki hvussu ofta á rað. Tá ið Chelsea vann meistaraheitið 2004-05, var tað mest stabila liði sum gjørdist meistari. Chelsea leikti 4 dystir hetta kappingar árið við heilt sama liði, ikki á rað men stillaði við sama liði fýra fer av teimum 38 møguligu.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi hvussu ofta hevur Rafa stilla við sama liði uppá okkurt tíðspunkt í kappingin? Hetta er ikki ein partur av kanningini hjá Opta, men tað kundi verði áhugaðvert. Tað eru sjálvandi altíð fleiri orsøkir til, at tey stóru feløgini ikki ofta stilla við sama liði tveir dysti á rað. Hóparnir eru stórir, skaðar, leikbann og sjálvandi tær taktisku avgerðirnar hjá teimum ymisku venjarunum.

Í skrivandi løtu hevur einki at teimum liðinum sum vóru í topp 4 seinasta kappingarár endurtikið ein liðuppstilling í tveimum dystum. Tá verður ikki bara hugt at dystum á rað, einki av hesum liðum hevur stilla við heilt sama liði, meira enn tað einu ferðina higartil. 

Grunda á hesa kanning kunnu vit so "staðfesta", at tað eru teir venjararnir, sum gera flest broytingar í liðuppstillingini sum náa longst ella hægst um ein vil. 

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan