Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Rafa ónøgdur við ungdómsfótbóltin

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageRafael Benitez heldur at skipanin við enskum ungdómsfótbólti er skeiv, Rafa sigur at ungir enskir leikarar mugu leikara harðari dystir ímóti betri og eldri leikarum Rafael Benitez hevur ella er væl ávegis at skapa eitt ungt eykalið sum dagliga venur á Melwood, og saman við sínum fólkum hevur hann roynt at fáa hendur á størstu talentunum í Onglandi og á meginlandinum. Rafa er millum annað samdur við José Mourinho í at teir ungu leikarinir mugu leika ímóti betur leikarum enn bara teirra javnaldrum, og at leiði við núverandi ungdóms fótbóltsskúlum er skeiva leiðin at ganga.Arsenal hevur brúkt nógvan pening uppá ungar leikarar og kvaliteturin á hesum er sera høgur. Wenger tosar um kvalitet og ikki nationalitet. Rafa heldur at ein má finna javnvág millum ensku og útlendsku leikarinar, um tað er møguligt, men at tað hóast alt ræður um at vinnna.

 

Vit mugu gera nakrar broytingar í mun til tað skipan vit kenna í dag, tí hon er ikki meira enn næst best. Tað er ikki nøktandi at teir ungu leikarinir bert leika 18 dystir um árið, ungdómurin hevur tørv á kapping og dystum sum geva teimum júst tað.

 

José Mourinho hevur rætt tá ið hann sigur, at teir ungu mugu leikar harðari dystir. Tá eg var venjari í Spania og vandi B-liði hjá Real Madrid í 2 deild, høvdu vit ungar leikarar sum leiktu ímóti 30 og 35 ára gomlum leikarum, um tú er góður ert tú gamal nokk.  Ein 16 ára gamal Wayne Rooney skal ikki leika ímóti øðrum 16 ára gomlum í einari ungdómsdeild, tað gevur onga meining, um tú hevur tørv á at leika í eldri leikarum fyri at mennast, ja so skal tú leika ímóti hesum. Við øðrum orðum skipanini sum hon virkar í dag er ikki góð nokk.

 Leikarar sum Gerrard, Owen og Rooney eru yrkisleikarar og teir skulu leika á einum støði sum mennir teir hvønn dag. Um tú ynskir at menna enskan fótbólt og enskar leikarar, mugu vit gera nakrar broytingar í skipani. Vit ynskja ikki at útbúgva løgfrøðingar, lærarar og annað, vit ynskja at menna fótbóltsleikarar sum hava eina útbúgving. Men vit ynskja at útbúgva teir til fótbólt og ikki onnur yrkir. Hetta er ikki ein spurningur um meg, Wenger ella Mourinho men um enskan fótbólt. Um tú ynskir at menna teg so er eisini neyðugt við broytingum av og til, sigur Rafa at enda.
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan