Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Enn eitt lorta hálvár

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

gerrard221006Nú kappingarárið er komið i helvt, verður litið aftur á fyrru hálvu og samstundis frameftir, nú okkara kæra felag helst fær nýggjar eigarar og nýggjan pening í næstum.

Søgan endurtekur seg. Í august vóru vónirnar sum vant stórar, og tann frammanundan sterki hópurin var styrktur enn og meira á nøkrum lyklaplássum. Men veruleikin livdi ikki um til vónirnar, og tá ið november mánaði var farin, var meistaradreymurin horvin í heystvindinum. Hvat er tað, sum altíð hendir í Liverpool? Og hvar man fara at henda, nú ríkmenn úr Dubai helst yvirtaka ræði á Liverpool FC?

 

 

Liverpool hevði júst spælt Chelsea út av vøllinum, og Jamie Carragher og Steven Gerrard kundu í felag lyfta Community Shield. Alt lovaði væl, og nú skuldi tað verða!!!community-shield

Longu eina viku seinni fór dreymurin at fána. 1-1 í fyrsta dystinum í Premier League á útivølli móti uppflytarunum Sheffield United, og spælið var einki at reypa av. Og so var linjan løgd, tí Liverpool vann ongan av teimum 6 næstu útidystunum í PL. Einans tvey stig burturúr 7 útidystum, ja, tá verður nærum vónleyst at vinna nakað meistaraheitið. Kanska vóru torførir útidystir í millum, Chelsea, Bolton, Manchester United, Arsenal og Bolton. Men harragud, skal meistaraheitið í hús, so mugu stig eisini fáast til høldar í hesum dystum.

Heima á Anfield var betri statt, hóast spælið sjáldan var nakað at reypa av í byrjanini av kappingini, so vann Liverpool nærum hvønn heimadyst. Higartil er eingin taptur hetta kappingarárið, og tað hevur hildið okkum so nøkulunda í í toppinum.

Rafa valdi aftur hetta kappingarárið at satsa upp á rotatiónsskipanina, sum kostaði kappingina 2005/2006, og tað kom aftur at kosta hesaferð. Stórar broytingar vóru í øllum ketum hvønn einasta dyst, og tað gjørdist alsamt meira týðiligt, at menn spæla fullkomuliga uttan sjálvsálit. Tað var flovisligt at síggja, hvussu okkara menn vóru sópaðir av vøllinum móti United og Arsenal. Ja, tað var stór skomm.

Í nógvum dystum hekk als einki saman, og tað var sjáldan, at tað eydnaðist at fáa meira enn tvær tríggjar sendingar leikarana millum. Langir bóltar fram til langa Crouch, sum tamdi bóltin so langt frá sær, at hann langt frá kundi fáa hann aftur. Áh, sum tað var strævið at síggja!!!!!!!!!!!!!!!

Okkara einasta heimsstjørna, Steven Gerrard, var goymdur úti á veinginum. Sjálvandi kann hann spæla har, hann kann spæla alla staðni. Men tá ið Alonso og Sissoko als ikki fingu tað at hanga saman inni á miðjum vølli, ja, so er tað burtur úr vón og viti, at goyma gimsteinin úti á veinginum. Og nú er helst onkur ósamdut við mær. Tí eins góður sum Sissoko er at steðga mótpartinum, ja, eins so vánaligur er hann í uppbyggjandi spælinum. Sissoko snøkt steðgar spælinum fram eftir vøllinum. Tá ið so Alonso skal liggja framman fyri honum, so hevur miðvøllurin hvørki ferð ella dynamikk til at leggja trýst á eina kompakta verju. Sissoko er kanska væl egnaður, tá ið javnleikir skulu fáast til høldar á útivølli móti sterkum liðum, men tá ið sjálvsagdir dystir skulu vinnast, so ivist eg.

alonso061223Tá er betri at hava Alonso liggjandi sum akker á miðvøllinum aftan fyri Gerrard. Fyri tað fyrsta, so er hann ein super góður bóltvinnari. Kanska taklar hann ikki líka hart og ógvusligt sum Sissoko, og hann rennur heldur ikki líka nógv. Men tað er fáur sum lesur spælið eins væl og Alonso, og hann er eisini tann leikarin í Premier League, sum hevur vunnið triðjflestar taklingar. Harafturat dugir hann, sum øll vita, sera væl at spjaða bóltarnar frameftir vøllinum, og saman við ferðini hjá Gerrard, og okkara nýggja álopsparið Kuyt og Bellamy gevur henda samansetingin álopsspæl við veruligum biti í. Vandin er bara, nú skaðarnar fara at fækkast, at Rafa aftur fer at rotera ov nógv, og so verður helst aftur sama skilið.

Mongu skaðarnar í seinastuni noyddu Rafa at brúka so at siga sama lið hvønn dyst. Onkur óttaðist, tá ið Sissoko og aðrir vórðu skaddir. Men tað skuldi vísa seg at vera loysnin til betri úrslit, tí tá varð Gerrard fluttur inn á miðvøllin, og síðan er spælið bara vorðið betri.

Eisini verjan hevur verið stabilari í seinastuni. Eitt sindur hevur verið skift millum Hyypia og Agger, men annars hava Finnan, Carragher og Riise spælt hvønn dyst framman fyri Reina í málinum, og tað sær út til at hava gjørt verjuna tryggari. Serliga er gott at síggja, hvussu Steve Finnan dyst eftir dyst nærum steingir okkara høgru síðu. Tað man neyvan vera nakað at fara skeivur í, at Finnan kanska er allarbesti høgri vongbakkur í Premier League, tá ið ræður um verjupartin. Hinvegin knýpur fram eftir vøllinum viðhvørt. Veikleikin í verjuni hevur verið John Arne Riise í vinstru síðu. Nærum øll vandamikil álop hjá mótstøðuliðunum er komin í gjøgnum í hansara síðu, og hansara bóltførleiki hevur verið syndarligur, og eru flestu sendingar hansara endaðar beint hjá mótstøðuliðinum. Hetta kappingarárið man vera tað vánaligasta hjá norðmanninum, síðan hann kom til Liverpool. Trupulleikin er bara, at hvørki Stephen Warnock ella Fabio Aurelio tykjast sum nakað veruligt alternativ. Tað má eisini nevnast, at Daniel Agger veruliga hevur spælt seg inn á Liverpool liðið, og tað er lítið at ivast í at bólttryggi danin er ein maður fyri framtíðina.

bellamy161206Í álopsketuni hevur Rafa endiliga funnið út av at seta Peter Crouch út á beinkin. Dirk Kuyt og Craig Bellamy byrja hvønn dyst, og hesir báðir gera við sínum góða bóltførleika, at spælið hjá Liverpool er vorðið nógv meira samanhangandi. Seinastu dystirnar hevur tað serliga verið Bellamy, sum hevur spælt væl. Hann spældi illa, so leingi handan sakin um, at hann hevði verið ov nærisligur  móti tveimum gentum koyrdi. Men síðan hann varð fríkendur, hevur hann bara spælt alsamt betri, og hevur skorað fleiri mál.

Støðan nú er tann, at meistarheitið fyri langari tíð síðan er farið til Manchester United ella Chelsea. Liverpool liggur á triðja plássi, og í hølunum koma Arsenal, Bolton og Portsmouth, og tað verður hesi, sum Liverpool kemur at kappast við um at náa triðja og fjórða plássinum, sum geva atgongd at spæla seg til Champions League.

Í ársins Champions hevur hinvegin gingið betri enn í Premier League, og Liverpool spældi seg lættliga víðari úr bólkaspælinum. Nakað annað er so, at bólkurin við mótstøðuliðunum Bordeaux, Galatasaray og PSV ikki var heimsins sterkasti.

Flytingarvindeyga opnar aftur í januar, og tað verður spennandi at síggja, hvat hendir tá. Tað veldst sjálvandi um, hvussu verður við íløgupengunum úr Dubai. Teir kunnu sjálvandi broyta eina rúgvu, og leysasøgurnar er sjálvandi farnar at ganga í ensku tabloid avísunum fyri langari tíð síðan. Ein tann søgan, sum mest lív hevur verið í, er tann, at Rafa vil heinta stjørnuáleyparan David Villa frá Valencia, men tær meira álítandi miðlarnir eru meira ivasamir hesum viðvíkjandi. Vit øll ”rey” bíða sjálvandi spent, hvat hendir á íløgusíðuni, og til vit vita tað, fari eg ikki at gita alt ov nógv.

Tað einasta, sum tykist rímuliga víst, er at Rafa ætlar at keypa Lucas Neill frá dagsins mótstøðuliðið Blackburn, og mangt bendir á at tað fer at eydnast. Hvussu nógv tað kemur at styrkja liðið, er ivasamt. Lucas Neill er høgri vongbakkur og kemur harvið at kappast við Finnan um pláss á liðinum. Men so vítt undirritaði kennur Lucas Neill, so er hann ikki á sama støði sum Finnan, so hann kemur í besta føri at verða ein góður avloysari, tá ið Finnan er skaddur. Í ringasta føri kann vera, at Rafa fer at velja at spara Finnan ov nógv, nú hann fær ein hampuligan avloysara, og tað við at rotera ov nógv hevur so ikki víst seg at vera serliga væl eydna.

rafa-rparVónandi vendir Rafa ikki aftur til rotatiónsskipanina, sum bæði seinasta og hetta kappingarárið, hevur spælt okkara lið út av meistarastríðnum longu, tá ið eitt sindur er komið út á heystið. So um Rafa heldur fram at spæla við nøkulunda somu monnum hvørja ferð, so man tað heila fara at laga seg, og Liverpool skuldi uttan stórvegis trupuleikar enda á triðja ella fjórða plássinum. Gerrard má eisini halda fram at spæla mitt inni á miðjuni, eisini tá ið Sissoko verður klárur aftur. Sum nevnt omanfyri, dámar mær best Alonso og Sissoko mitt inni á miðjuni, men ein annar møguleiki er eisini Sissoko aftanfyri Gerrard. Sissoko og Alonso skulu helst ikki spæla saman, tí teir eru báðir verjukendir miðvallarar, og framdriftin hvørvur, tá ið teir báðir mannað miðvøllin.

Heilt frammi finnur Rafa vónandi ikki upp á at brúka Crouch ov nógv, nú Kuyt og Bellamy er um at gerast ein vandamikið par í álopinum. Fyri mína skyld, so kundi Crouch tað sama verði seldur til Newcastle, sum sigst vera áhuga í langa áleyparanum. Tað ljóðar enntá, at teir vilja geva so mikið sum 7 mió. £ fyri Crouch.

Hvat skulu vit so vóna av seinnu hálvu? Í Premier League ikki tað heilt stóra. Sjálvandi er kravið eitt triðja ella fjórða pláss, og so eitt sindur av góðum spæli.
Tær báðar steypakappingarnar kunnu sjálvandi vinnast, men tað bjargar ongum kappingarárið. Tað ger tað honvegin, um Champions League steypið aftur endar á okkara honum. Men so skal Barcelona fyrst fáast av vegnum í áttandapartsfinalunum, og tað men neyvan fara at vera nakar trupulleiki!!!!!!!!!

Men fyrst skal Blackburn hava bank seinni í dag!!

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan