Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Rótatión, ella bara ikki góðir nokk?

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageRotatión ella manglandi leikara kvalitetur? Um jólini hevði Rói eina sera áhugaverda grein um kappingarárið higartil, les "Enn eitt lorta hálvár. Í greinini verður millum annað komið inn á rotatiónskipanin hjá Rafa, sum møguliga kunnu vera til grund fyri tey vánaligu úrslitini bæði í hesum og seinasta kappingar ár. Tí helt eg at tað kundi verði áhugaðvert at hyggja nærri at hesari rotatiónsskipan. Eru vánaligu úrslitini ein avleiðing av hesum? 

Tað er tó ikki bara Rói sum vísir til hetta við rotatión á liðinum, Rafa far av at vita um hansara rotatións prinsippir, bæði her heima og uttanlands, serliga eru gamlir Liverpool leikarar eftir honum. Sjálvur haldi eg, at hetta er sera áhugavert, (fáist við at venja sjálvur) eg havi tí sett mær fyri, at kanna hvussu nógvar broytingar fara fram á Liverpool liðinum og eisini í mun hvørjar dystir hetta verður gjørt.

Eg havi fyrr skriva grein um kanningin sum er grunda á tey liðini sum hava vunnið Premier League seinastu 10 árini hendan kanning ”staðfestir” at tað lønar og at tað er neyðugt við rotatión á einum liði sum skal vera við í toppinum. Eingin av teimum liðinum, sum hava vunnið meistaraheitið seinastu 10 árini hava stilla við sama liði fleiri enn 4 fer, eitt heilt kappingarár, higartil í er hetta á leið tað sum Liverpool hevur stilla við higartil í ár. Einki av hesum liðum hevur haft færri enn 30 ymiskar uppstillingar í teimum 38 dystunum. Tá ið Man Utd kappingarárið 1996-97 vann meistaraheitið, var tað ongantíð sama liði á øllum 11 plássum sum fór á vøllin frá byrjan. Tað vil siga, at eingin start uppstilling bleiv endurtikin.    

  

 

Enskur meistari Tal av ólíka liðuppstillingum (møguliga bara ein broyting) Hægsta tal av dystum við heilt somu uppstilling
 Man Utd 1996-97

38

0

 Arsenal 1997-98

30

3

 Man Utd 1998-99

36

2

 Man Utd 1999-00

33

2

 Man Utd 2000-01

37

2

 Arsenal 2001-02

36

2

 Man Utd 2002-03

31

3

 Arsenal 2003-04

32

3

 Chelsea 2004-05

30

4

 Chelsea 2005-06

33

2

 

 

 

Í mun til tað fokus sum hevur verði á lið uppstillingar hjá Rafa, hevur hendan kanning tikið støði í hvussu ofta ein heilt eins uppstilling er nýtt í einum kappingar árið og ikki hvussu ofta á rað. Tá ið Chelsea vann meistaraheitið 2004-05, leikti liði 4 dystir við heilt sama liði, ikki á rað men stillaði við sama liði fýra fer av teimum 38 møguligu. Í skrivandi løtu er tað bert Liverpool av teimum liðinum sum vóru í topp 4 seinasta kappingarár endurtikið ein liðuppstilling í tveimum dystum, tað var sum kunnugt í dysti nr 100 hjá Rafa.

So uttan mun til hvussu vendur, so sleppa vit ikki undan rotatión, leikarar á bestu liðinum í Onglandi kunnu leika upp til 70 dystir ella meir eitt kappingarár. Tað er nær um ómøguligt hjá einum leikara, at leika allar dystir, tað er neyðugt við hvíld. Hvussu er so við Liverpool hetta kappingarárið, í kanningini sum eg havi gjørt havi eg sæð burtur frá dystum í Carling Cup grund á at hesir ofta vera nýtt til at hvíla so nógvar av stuðulsleikarunum sum møguligt. Tað vil siga at talan er um 21 Premier League, 8 Champions League dysti og so dysturin ímóti Chelsea í Community Shield. Niðanfyri er eitt yvirlit har vit síggja hvussu nógvar dystir teir einstøku leikarinir hava leikt í alt higartil og hvussu nógvir av hesum eru leiktir í Premier League.  

 

 

 

Dystir í alt 30 Leikari Dystir í PL

29

Reina

21

1

Dudek

0

28

Finnan

20

1

Peltier

0

1

Paletta

0

3

Warnock

1

1

Kromkamp

1

27

Carragher

19

19

Hyypia

15

18

Agger

12

23

Riise

17

8

Aurelio

6

19

Pennant

12

1

Guthrie

0

25

Gerrard

21

23

Alonso

16

8

Zenden

4

13

Sissoko

8

16

Garcia

11

10

Gonzalez

6

18

Bellamy

14

15

Crouch

9

20

Kuyt

16

3

Fowler

2

 

Reina hevur leikt við í øllum dystunum í Premier League á tamb higartil, sum tann einasti leikarin hjá Liverpool og hevur annars leikt 29 av 30 dystum, Gerrard hevur somuleiðis verði við frá byrjan í øllum hesum PL dystum men hevur ikki leikt allar til enda, annars hevur Gerrard verði við frá byrjan í 25 dystum. Finnan hevur verði frá byrjan í øllum PL dystum undantikið einum, tað var í fyrsta dystinum ímóti Sheffield, Finnan hevur leikt næstflest dystir frá byrjan 28 dystir í alt. Carragher er ikki langt frá hesum við 19 byrjanum í PL og 27 í alt. Riise sum var úti fleiri dystir vegna skaða var við frá byrjan í 17 PL dystum og 23 í alt. Alonso 16 í PL og 23 í alt, Sissoko 8 PL og 13 í alt. Kuyt sum ikki var í felagnum frá byrjan hevur 16 byrjanir í PL og 20 íalt. Maðurin sum er í form beint nú Craig Bellamy hevur byrja 14 dystir í PL og 18 í alt, og soleiðis kunnu vit halda fram.

Um vit hyggja at øllum hesum hagtølum, so er ikki heilt ómøguligt at ímynda sær hvørja byrjunar uppstilling Rafa hevur sum sína bestu: 

Reina,

Finnan, Carrager, (Hyppia ella Agger), Riise

Pennant, Gerrard, Alonso, Garcia

Kuyt, Bellamy

Á beinkinum: Crouch, Sissoko, Gonzales, Hyppia og ein av (Fowler, Aurelio, Zenden) 

Tá ið eg sjálvur roynið, at ímynda mær teir dystir sum Liverpool hevur leikt higartil, ja so er tann uppstillingin ikki so langt frá hesum sum hagtølini peika á. Alt gott um tað, men hvussu er nú við broytingunum frá dyst til dyst, hvussu nógv verður hendan rotatiónin brúkt. Tey tølini sum eg havi funnið fram eru ymisk frá dyst til dyst, tað er rættuliga greitt at flestu broytingar vera gjørdar í samband við dystir í Champions League, til dømis 8 broytingar millum dystin ímóti Sheffield og tann eftirfylgjandi ímót Haifa. 5 broytingar millum Everton og eftirfylgjandi PSV dystin og myndin er tann saman í mun til restina av dystunum í Champions League. Um vit einans hyggja at hagtølum frá dystum í Premier League so er tølini nakað ørvísið. Tá ið Rafa hevur gjørt flest broytingar í liðuppstillingini millum tveir dystir í Premier League er talið 4, hetta var millum dystirnar ímóti Tottenham og Newcastle, báðir dystir sum Liverpool vann greitt. Miðaltalið fyri broytingar í byrjunaruppstillingini til dystir í Premier League er annars 2,8.  

Eg havi eisini roynt at kannað hvussu liði oftast er samansett, her havi eg einans hugt eftir verju, miðvølli og álop hvør fyri seg. Tá ið hugt verður eftir verjupartinum er hendan rættuliga støðug við fáum broytingum. Reina, Finnan og Carragher eru í stóran mun við á liðinum til hvønn dyst, tað sama er galdandi fyri Riise, um vit síggja burtur frá teimum dystunum har hann var skaddur. Einasta broyting sum fer fram er skiftið millum Hyypia og Agger í miðverjuni. Í 14 dystum hevur verjan staði av Reina, Finnan, Carragher, Agger og Riise. Í 11 dystum hevur verjan staði av Reina, Finnan, Carragher, Hyypia og Riise. So ikki kann sigast annað enn at verjuparturin er rættuliga støðugur. Tað letur eisini til at fyrstnevnda samanseting verður alt meira fyrsta væl hjá Rafa.

Miðvøllin koma vit aftur til, um vit hyggja at álopspartinum er myndin eisini rættuliga greið. Tann mest vanliga samansetingin er Kuyt og Bellamy sum hava verði saman í 12 byrjunaruppstillingum, Kuyt og Crouch 8 fer, Bellamy og Crouch hava einans byrja 4 dystir saman. Sum í verjupartinum er alt meira líkt til at par nr 1 er Kuyt og Bellamy.

So til miðvøllin og tað er væl her at rotatiónin er at síggja, kanska ikki so løgið, tí tað er helst á miðvøllinum tað er mest krevjandi at leika. Í teimum 30 dystunum sum eg havi hugt eftir hava Gerrard og Alonso verði í byrjunar uppstillingini í teimum 20. Sissoko sum nú er skaddur hevur verði í byrjunaruppstillingini í 13 dystum av 30 og í teimum 7 eisini saman við Alonso og Gerrard. Gerrard og Sissoko hava verði í somu byrjunar uppstilling í 10 dystum. Ikki tí at eg minnist allar hesar dystir, men helst hevur Gerrard í flestu av hesum leikt í høgru síðu, í teimum dystum sum Alonso var burtur leikti Zenden fyri tað mesta sentralt á miðvøllinum. Annars hava Alonso, Gerrard og Garcia eisini verði í somu uppstilling í 7 dystum. Alonso, Gerrard og Pennant í 12.

Tað er ikki lætt at gera nakra galdandi niðurstøður úr hesum hagtølum og eisini skal minnast til, at í hesum hagtølum er bert hugt eftir hvørjir leikarar hava byrja dystirnar. Tað er tó rættuliga greitt, at tað ikki vera gjørdar serliga nógva broytingar í verjupartinum, annað enn at tað, at  Agger og Hyypia skiftast um at leika. Tað sama er galdandi fyri álopið har tað serliga eru Kuyt og Bellamy sum leika, og Crouch er alternativ fyri annan av hesum. Á miðvøllinum eru Gerrard og Alonso so at siga við frá byrjan hvørja fer, og her sær tað út til, at tað í nakran mun verður hugt at mótstøðuliðum áðrenn ein endalig samanseting verður funnin.

Um eg út frá hesum hagtølum skal gita meg til ein uppstilling ella tvær sum eru tær sum Rafa fer at brúka í 2007,  vil tann eina vera ein 4-4-2 uppstilling og hin ein 4-2-3-1 uppstilling sum Rafa brúkti nógv í Valencia. Hesar uppstillingar eru sjálvandi grundaðar á leikarar sum í dag eru í felagnum.

 

4-4-2

Reina

Finnan, Carragher, Agger, Riise

Pennant, Gerrard, Alonso, Garcia

Kuyt, Bellamy

Bonkurin: Hyypia, Sissoko, Gonzalez, Crouch, Dudek.

 

4-2-3-1

Reina

Finnan, Carragher, Hyppia, Riise

Sissoko, Alonso

Bellamy, Gerrard, Garcia

Kuyt 

Bonkurin: Agger, Pennant, Gonzalez, Crouch, Dudek. 

 

Rotatiónin hjá Rafe er einans grundan á omanfyri standandi hagtøl,  ikki so umfatandi, sum eg sjálvur helt áðrenn eg hugdi at hagtølunum. Mín niðurstøða av hesum er eisini tann at Liverpool ikki hevur eina "størri" rotatión av leikarahópinum enn tey 3 feløgini Man Utd, Chelsea og Arsenal sum vit oftast samanlíkna okkum við. Tað sum flest øll kanska hava í huganum er myndin av, at Gerrard leikar til høgru, tá ið vit ynskja at hann skal leika mitt á.  Hóast tað ikki er nøkur greið mynd av um vit vinna meira við Gerrard mitt á ella til høgru á miðvøllinum.

Hví eru vit so ikki nr. 1  fyrst og fremst mugu vit bara viðganga at Man Utd og Chelsea í løtuni eru nakað betur enn Liverpool og tað er Arsenal kanska eisini, ikki bara sum lið, hesi feløg hava heilt einfalt betri einstaklingar enn Liverpool hevur í løtuni, leikara sum avgerað teir dystir har tað stendur mest á, leikarar sum Rooney, Ronaldo, Drogba, Henry. Liverpool hevur ikki, við undantak av Gerrard ikki tílíkar profilar. 

Umframt hetta hava vit haft so sera stórar trupulleikar við at skapa góð úrslit á útivølli og tað er helst salt í sárið at siga meira um tey, enn at um bert tey vórðu galdandi so hevði tað bert rokkið til eitt 7 pláss hjá okkum í PL. Á heimavølli hinvegin eru vit besta lið í Premier League, eitt stig betur enn Man Utd. Um vit vinna fyrsta dystin á árinum eru vit á einum 3 plássi samanlagt, sum nokk er tað besta vit kunnu vænta í hesum kappingarárinum.

Men alt í alt sær betur út enn leingi, verjan sær út til at hava funnið seg sjálvan, avleveringspælið gongur betur, tað er meira ferð á spælinum, tað sum nú av álvara manglar er at gera fleiri mál, vit mangla framvegis ein mann sum megnar at skorða 20-25 Mál eitt kappingarár. Vit hava eisini bert ein mann millum 25 teir bestu málskjúttarnar í Premier League og tað er Kuyt á einum 17 plássið við 6 málum, hetta er ikki í nánd við tað sum vit kunnu krevja av einum toppskjútta í Liverpool. Vit kunnu hóast tapið ímóti Blackburn verða nøgd við Desember, tí um vit bert hyggja eftir úrslitunum í ársins seinasta mánaði ja so er Liverpool á einum 1 plássið. Og hóast vit ikki kunnu brúka tað til so nógv, so eru vit samanlagt nr 2 á Fair Play listanum.

At endan havi eg gjørt eina meting at liðinum Man Utd, Chelsea, Arsenal og Liverpool, í einari 4-4-2 uppstilling, hvør hevur best málmann, bakkar, miðverjupar og miðvallapar, hvør hevur besta høgra og vinstra vong og at enda hvør hevur besta álopspar. 1 stig til besta leikara á sínum plássi, lið sum fær fægst stig er samanlagt tað besta.  Hetta kunnu tit hygga tykkum við, og gera tykkara egnu metingar ”gott nýggjár øll somul”. 

 

 

 

     

Chech

 

 

 

 

 

 

Reina

 

 

 

 

 

 

v Sar

 

 

 

 

 

 

 Lehmann

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 Finnan

 

Ferdinand

 

Vidic

 

Cole

 Eboue

 

Terry

 

Carvalho

 

Heinze

 Nevill

 

Gallas 

 

Toure

 

Clichy

 Ferreira

 

Carragher

 

Agger 

 

Riise

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ronaldo

 

Gerrard

 

Alonso

 

Persie

Ballack

 

Lampard

 

Essien

 

Robben

Hleb

 

Fabregas

 

G. Silva

 

Giggs

Pennant

 

Scholes

 

Carrick

 

Gonzalez

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Saha

 

Rooney

 

 

 

 

Shevchenko

 

Drogba

 

 

 

 

Henry

 

Adebayor

 

 

 

 

Bellamy

 

Kuyt

 

 

 

 Samanlagt:

1.     Chelsea 22 stig

2.     Man Utd 24 stig

3.     Arsenal 31 stig

4.     Liverpool 34 stig 

 

      

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan