Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Trupulleikar á miðvøllinum til dystin ímóti Watford

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageHeili sjey leikarar sum vanliga kunnu leika á miðvøllinum eru skaddir og helst ikki tøkir til sjónvarpsdystin ímóti Watford leygardagin kl.12.45. Rafael Benitez hevur tískil stórar trupulleikar við at seta liði saman til dystin, og tað er ikki bara nú leygardagin at hann hevur trupulleikar, men fleiri vikur fram, fimm av miðvallaleikarunum eru langtíðar skaddir og tveir eru smáskaddir.

 

 

 

Harry Kewell hevur ikki leikt fótbólt síðani HM í summar. Vinstivongurin sum vit í Liverpool hava sett so stórar vónir til hevur trupulleikar við bæði lysku og øklum og hevur haft fleiri skurðviðgerðir. Kewell er ikki tøkur fyrr enn í besta fall Mars 2007. 

Mohamed Sissoko hevur verði skaddur í økslini síðani fyrst í november tá hann í Carling Cup dysti ímóti Birmingham á St Andrews, datt sera óheppið. Sissoko metur sjálvur at hann er klárur til Merseyside granna uppgerð ímóti Everton á Anfield 3.februar. 

Boudewijn Zenden hevur heldur ikki leikt eftir at eisini hann bleiv skaddur í knænum í november. Zenden hevur fingið eina menisk skurðviðgerð. Og saman við Sissoko er hann nú farin undir uppvenjing, Zenden verður helst eisini tøkur til dystin ímóti Everton.

Mark Gonzalez fekk ein skaða í tjúkkanum í Carling Cup dystinum týskvøldið ímóti Arsenal. Skaðin er ikki so álvarsligur sum fyrst hildið og eftir ætlan er Gonzalez tøkur aftur um 3 ella 4 vikur.  

Luis Garcia bleiv eisini skaddur týskvøldið og tað var meira álvarligt enn við skaðanum hjá Gonzalez. Garcia hevur slitið eitt krossband í knænum og er burtur restina av kappingarárinum   Umframt hesar fimm er tað eisini yvasamt um Gerrard og Alonso eru heilt klári Gerrard fekk eisini ein smell seint í dystinum týskvøldið og Alonso hevur í longri tíð haft trupulleikar við einum fibur skaða, ein líknandi skaði sum helt Bellamy uttanfyri til dystin ímóti Bolton. 

So um heilt illa vil til so stillar Liverpool kanska við fylgjandi miðvølli ímóti Watford  Pennant, Carragher, Guthrie og Aurelio, vit kunnu so bert vóna at Gerrard og Alonso eru tøkir so miðvøllurin til dømis kann mannast av Pennant, Gerrard, Alonso og Aurelio, sum er ein heldur betur samanseting enn fyrr nevnda. Vit skulu eisini minnast til at Alonso bert er eitt gult kort frá at fáa leikbann. 

Um vit skulu hava tær positivu brillurnar á so kunnu vit siga at Liverpool nú bert skal leika tríggjar dystir í januar, eftir at vit ikki longur taka lut í teimum báðu steypakappingunum. Tað eru dystirnir nú ímóti  Watford, stórdysturin á Anfield ímóti Chelsea á Anfield og so tísdags dysturin ímóti West Ham í London 30.januar.  Vónandi sær so alt betur út við fólki til dystin ímóti Everton 3.februar.

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan