Samrøða við nýggja málmannin Daniele Padelli um hansara tankar um eina møguliga framtíð í Liverpool. Tann 21 ára gamli málmaðurin er sera høgt í metum í Italia og hann er eisini fyrsta væl til Italienska U-21 Landsliði. Padelli skal helst kappast við Dudek um eitt pláss á liðnum.
Nær fekst tú at vita at Liverpool hevði áhugað at gera sáttmála við teg? Eg var sera fegin um at Liverpool ynskti at gera sáttmála við meg, Liverpool er eitt stórt felag ikki bara í Onglandi.
Vit hava hoyrt at fleir feløg ynskti at gera sáttmála við teg, hví valdi tú at koma til Anfield? Liverpool hevur eina serliga søgu, og eitt tað mest kenda felag í heiminum, so tað var ikki so trupult, tað er ein stórur heiður fyri meg.
Liverpool hevur haft nógvar góðar málmenn í søgu felagsins, er tað eitt ynski hjá tær at vera tann næsti? Sjálvandi vil eg fegin tað, hesir hava sett ein høgan standard og vónandi kann eg fylla skógvarnar hjá teimum.
Er tú spentur uppá teir komandi seks mánaðirnar? Eg eri sera spentur, og eg gleði meg at koma til venjing, og eg eri eisini stoltur av at vera fyrsti italiumaður á Anfield.
Hvat dámar tær Premiership fótbólt og hevur tú sæð nakrar dystir hjá Liverpool hettar kappingarárið? The Premiership verður víst um allan heimin eisini í Italia. Eg havi sæð fleiri av dystinum hjá Liverpool higartil. Eg veit eisini at tað eru fleir góðir málmenn í felagnum. Hesir skulu fáa kapping frá mær, eg vil vísa at eg eri góður nokk til fyrstaliðs hópin.
Hvussu hevur tín yrkisleið sum málmaður gingist higartil? Mín yrkisleið er júst byrja. Tey seinastu 4-5 árini hevur tað gingist væl og eg havi haft stóra framgongd. Mín dreymur er at vera verandi hjá Liverpool og kempa fyri einum plássið á liðinum.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









