Jordy Brouwer, Emiliano Insua og Ronald Huth leiktu allir teirra fyrsta dyst fyri Liverpool týsdagin tá ið eykaliði í venjingardysti tapti 3-1 á Preston. Venjarin Gary Ablett var serliga fegin um leikligu dygdirnar hjá Emiliano Insua sum leikti dystin á vinstra bakki. 17 ára gamli unglingin úr Argentina fekk veruliga víst hví Rafa Benitez hevur fingið hann til felagið, fyribils uppá ein 18 mðr leiguavtalu. Insua hevur hóast hann bert er 17 ára gamal longu leikt fleiri dystir fyri U20 liði hjá Argentina.
Ablett sigur annars at Insua hevur nakrar framúr góðar dygdir og at tað nú er upp til Liverpool at fáa leikarin uppá eitt enn hægri støði. Insua er ein framtíðar stjørna, ein av fleiri hjá Liverpool ?. Tað krevur eisini nakrar heilt serligar dygdir at koma á besta liði hjá felagnum. Liverpool tapti dystin ímóti Preston 3-1, men tað sum var áhugavert var at síggja nýggj ung talent, so sum Jordy Brouwer og Ronald Huth, sum eisini komu til Anfield í januar.
18 ára gamli Brouwer er komi frá Ajax, og 17 ára gamli Huth er komin frá Tacuary FC í Paraguai. Huth fekk sína søk fyri, tá ið hann í sínum fyrsta dysti skuldi verja fyri Neil Mellor og Daniel Dichio, sum eru serliga væl fyri likamliga. Hóast trupult so fekk Huth víst at hann hevur nakrar dygdir. Tað gekk eisini rímiliga væl hjá Jordy, sum tó tørvar, at gerast likamliga sterkari. Annars var Jack Hobbs við aftur eftir langan steðg vegna skaða, Hobbs leikti ein góða dyst á sentrala miðvøllinum saman við Danny Guthrie.
Enn ein nýggjur unglingi kundi fingið sín fyrst dyst, tann 18 ára gamli spaniólin Francisco Manuel Duran, sum kom frá Malaga í januar skuldi luttaka, men fekk ein lítlan skaða innan dystin, tann álops kendi miðvallarin verður helst klárur til dystin ímóti Bolton í komandi viku.
Annars fekk fyrrverandi Liverpool áleyparin Neil Mellor fekk víst at enn er dugur í honum, serliga tá ið hann úr 20 metur hegnisliga lyfti bólti upp um David Martin í Liverpool málinum.
LIVERPOOL RES: Martin, Peltier, Antwi (Hobbs 45), Huth (Antwi 70), Insua, Hobbs (Brouwer 32), Guthrie, Anderson, El Zhar, Brouwer (Roque 23), Idrizaj.

| < Fyrra | Næsta > |
|---|









