Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Champions League PSV – Liverpool, undan dystinum

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
Liverpool hevur longu leikt 2 dystir ímóti PSV hettar kappingarárið, liðini vóru í sama bólki í undan spælinum. Liverpool vann sum kunnugt bólkin framman fyri júst PSV. Nú er so lagt upp til stórdyst eftir at liðini bæði vunnu á finalistunum frá 2006, Arsenal og Barcelona. Koeman hevur longu boða frá at PSV fer at leggja nógv fyri. Koeman var eisini venjari hjá, sum sendi Liverpool úr kappingini seinasta kappingarár.

PSV – Liverpool 0-0 12.09.2006

Liverpool fekk tað burtur úr sum teir ynsktu ein javnleik, og sostatt eina góða byrja uppá bólkaspælið, sama kvøld gjørdi fyrrverandi Liverpool leikarin Fernando Morientes hat-trick fyri Valencia, sum jú møta Chelsea. Mál fekk Liverpool einki hetta kvøldið, nærmast einum málið kom Gerrard við einum góðum langskotið stutt fyri tíð í fyrra hálvleiki. Eftir steggin hendi ikki tað stóra PSV hevði bóltin nógv, men megnaði ikki at hótta Liverpool málið. Um nakrar skuldi vunnið hendan dystin var tað okkara menn. Annars kunnu vit nevna at lesarar okkara valdu Agger sum besta leikara við heili 81,7% av atkvøðunum. 

Liði hjá Liverpool í fyrra dystinum ímóti PSV:

Reina, Finnan, Carragher, Agger, Warnock, Pennant, Zenden, Sissoko(Alonso 62), Aurelio(Gonzalez 82), Kuyt, Bellamy(Gerrard 72)

Á bonkinum uttan at koma inn:Dudek, Hyypiä, Garcia, Crouch 

 

Liverpool – PSV 2-0 22.11.2006

Liverpool leikti ein alt í alt góðan dyst á Anfield, uttan at gera ov nógv av, var Liverpool betra liði allan dystin og vann bólkin við einum 2-0 sigri. Serliga í verjupartinum vórðu okkara menn sera góðir, kanska við undantak av Riise sum gjørdi nøkur mistøk. Agger og Carragher vóru sera stinnir og tað var ikki nógv vit sóu til Farfán og Kone, sum var vert at endurtaka í sjónvarpið. Alonso mátti fara av vøllinum longu eftir 21 min, tað nervaði Liverpool nakað, men Gerrard bleiv bara betur og betur sum dysturin leið og spældi sín besta dyst higartil í ár. Vit kunnu eisini viðmerkja, at lesarar okkara valdu Gerrard sum besta leikara við 63,2% av atkvøðunum. 

Liði hjá Liverpool í seinra dystinum ímóti PSV:

Reina, Finnan, Agger, Carragher, Riise, Pennant(Bellamy '79) Gerrard, Alonso(Zenden '21) Gonzalez(Luis García '34),  Kuyt, Crouch 

Á bonkinum uttan at koma inn:Dudek, Hyypiä, Paletta, Fowler

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan