Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

The Reds í reyðum

Petur (Piddi) Olsen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Image

The Reds í reyðum. 

Vit hava flest øll bert sæð Liverpool í reyðum heimatroyggjum, men so hevur ikki verið altíð. Sum kunnugt varð Liverpool til eftir eina sundurskiljing av Everton í 1892. Teir spældu tá við blá/hvítum troyggjum, og gjørdu tað fram til 1896/97, tá skift var yvir til vínreyðar troyggjur. Teir itu ikki “The Reds” tá, men “Red Jackets”.

Undir heimsbardøgunum vóru korini ikki serliga góð, og lítlir og eingir pengar vóru til at keypa nýggj fótbóltklæði fyri. Ratiónskort vóru ikki bert til mat, men eisini klædnaratiónskort, og um valið varð millum at keypa konuni eina frakka, børnunum okkurt plagg ella keypa nýggj klæði at spæla fótbólt í, so kom reyða troyggjan nokk ikki at standa ovast á innkeypslistanum. Áðrenn og undir seinna heimsbardaga spældi Liverpool í 6 ár við somu klæðum, og tey vóru slitin og forvaskaði, og ikki serliga pent reyð um hesa tíðina. Í 1945 fór eitt lið til Týsklands at spæla móti einum samansettum liði av enskum hermonnum. Til hendan dystin fingu teir nýggjar búnar úr góðum kvaliteti. Teir vóru reyðir og hvítir og vóru gjørdir úr Nazi fløggum, sum vóru reyð, hvít og svørt. Helst hava teir nýtt hesar tá teir vunnu deildina nøkur ár seinni.

So okkurt gott vóru hasi fløggini nýtt til aftaná kríggi.

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan