Ja vit eru helst fleiri Liverpool fjepparar sum hava sett okkara spor á leiðin. Eisini Heri Nolsøe sum í 2002 var ein túr í Liverpool saman við okkara egna Jóhan Carl Dam, Eirikur Rasmussen og Eyðfinn Lamhauge. Hesin túrurin hevur givið Hera íblástur til at gera ein Liverpool sang, sum vit vóna at allir Liverpool fjepparar fara at taka til sín. Sjálvur haldi eg hetta er ein frálíkur sangur um býin Liverpool, og tær kenslur sum kunnu taka seg tá ið ein ferðast á hesum kendu gøtum. Sangurin liggur í bandasavninum hjá Kringvarpinum og Rás 2.
Vit vóna at allir fjepparar fara at ynskja sær at hoyra sangin í ÚF ella Rás 2 , hvør veit um vit ikki kunnu fáa hendan við á 15 teir bestu.
Tit kunnu síggja tekstin her (les meira).
Møttust vit á Penny Lane.
Orð og lag: Heri Nolsøe 2007
Møttust vit á Penny Lane,
Ein summardag í Liverpool.
Sungu Wanna hold your hand
With a little help form my friend.
Gingu vit ein túr í Strawberry Fields
Ah a ah – uh a ah
Blackbird sang eitt vakurt tónalag,
Uh a ah – ah a ah
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.
Silgdu fram við Mersey Side,
so spegilsblankt og luftin heit.
Í barmi bylgdist farin tíð,
tá nýggir tónar fyltu bý.
Gingu vit ein túr í Strawberry Fields
Ah a ah – uh a ah
Eleanor Rigby funnu vit ei,
Uh a ah – ah a ah
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.
Kaleidoskopiskt sýn,
úr øllum ættum kom til tín.
Eitt psykodeliskt sjokk,
við beat og rytm´n blues og rock.
Gingu vit ein túr í Strawberry Fields
Ah a ah – uh a ah
Blackbird sang eitt vakurt tónalag,
Uh a ah – ah a ah.
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









