Tað er møguligt, at gerast ríkur av at spæla fótbólt. Nakrir leikarar gerast serliga ríkir. Forbes hevur gjørt ein lista yvir 10 teir best løtu fótbóltsleikararnar í heiminum beint nú. Ein Liverpool leikari er á listanum og tað er ikki óvænta Steven Gerrard. Annars eru fimm av teimum tíggju, knýttir at feløgum í Onglandi. Tríggir leika í Spania, ein í Italia. Tann seinasti á listanum, er givin við at leika fótbólt.
Nr.1: Ronaldinho hevur ikki haft sítt besta kappingarár, HM hevur møguligt kraft ov nógva orku. Hóast tað kann hann so fegnast um, at hann er nummar eitt á listanum yvir best løntu leikarar. Tað er serliga avtalur við Nike og Sony, sum hjálpa til. Felag: FC Barcelona Ársinntøka: 175 mio. kr.
Nr. 2: »Becks« hevur helst sæð sínar bestu dagar á vøllinum. Men Beckham er eitt brand og ikki bara ein leikari. Beckham flytur til USA komandi kappingarár og harvið til enn fleiri lýsingar inntøkur.Felag: Real Madrid Ársinntøka: 173 mio. kr.
Nr. 3: Ronaldo er nú ikki hvør sum helst, tvær ferðir er hann kosin heimsins besti leikari, og hóast hann seinastu árini hevur verði nógv skaddur, so er hann ein leikari, sum framvegis spinnur gull. Felag: AC Milan Ársinntøka: 140 mio. kr.
Nr. 4: Hann er ikki tann vakrasti ella gløggasti, men Wayne Rooney hevur megna, at brúka sína orku rætt og lýsingar inntøkurnar er stórar. Rooney er best lønti leikarin í Man Utd. Og hann er bara 21 ára gamal. Felag: Manchester United Ársinntøka: 102 mio. kr.
Nr. 5: Tað størsta navnið úr Týsklandi síðani Beckenbauer, er eisini góður fyri nakrar milliónir. Leikarin sum nú er hjá Chelsea, hevur á vøllinum ikki heilt víst spæl í heimsflokki, hettar kappingarárið. Bankaráðgevin er tó, helst nøgdur við hansara avrik kortini. Ballack hevur eina vikuløn uppá 1,2 mio. kr. Felag: Chelsea Ársinntøka: 100 mio. kr.
Nr. 6: Ein tann besti áleyparin í heiminum, er ikki noyddur at fara svangur í song. Thierry Henry er væl dámdur í Onglandi og Fraklandi. Hjúnabandið við Nicole Merry gevur góða umtalu og harvið eisini góðar lýsingar inntøkur. Henry fær 1,1 mio. kr. um vikuna í løn frá Arsenal Felag: Arsenal Ársinntøka: 95 mio. kr.
Nr. 7: Zinedine Zidane er hóast hann ikki er aktivur leikar longur, eitt stórt navn. Zidane hevur uppnátt ”kultstatus” í heimlandinum Fraklandi og tað kann sjálvt hansara ”skallari” í HM broyta. Hóast Zidane er ein superstar sum ikki dámar at vera í fjølmiðlunum, so hevur hann sera góðar lýsingar inntøkur. Felag: Einki Ársinntøka: 93,5 mio. kr.
Nr. 8: Tann italienski verjugeneralurin, Fabio Cannavaro, gekk á odda tá ið Italia vann HM seinasta ár. Tá ið Juventus mátti ein túr í seriu B, var møguligt at flyta til Real Madrid og eina ”feita” vikuløn. Fabio hevur eisini góðar inntøkum sum modell fyri Dolce & Gabbana. Felag: Real Madrid Ársinntøka: 86,9 mio. kr.
Nr. 9: John Terry er ein tann best umtókti leikarin hjá Chelsea-fjepparunum. Hann hevur alla sína tíð leikt fyri felagið, og hansara verjuspæl hevur givið honum stóra viðurkenning. Um Terry ger nýggjan sáttmála við Chelsea, kemur hann helst longur upp á listan. Felag: Chelsea Ársinntøka: 84,7 mio. kr.
Nr. 10: Steven Gerrard er um nakar Mr. Liverpool. Hann er klárt nummar eitt hjá flest øllum Liverpool fjepparum. Hann er eisini liðskipari og hjarta í liðinum. Umframt hetta er hann eisini, eitt sera gott navn hjá lýsingar fyritøkunum. Teir nýggju eigararnir í Liverpool hava ein nýggjan fimm ára sáttmála kláran til hansara. Tað ljóðar, at ein nýggjur sáttmáli vil gera hann til best lønta leikara í heiminum. Felag: Liverpool Ársinntøka: 84,7 mio. kr.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









