So er tað alment vátta, nú hevur Torres enduliga gjørt sáttmála við Liverpool í dag.. Leingi skuldu vit bíða, nú eru vit øll spent at vita, um Torres er tann stór leikarin sum kann taka Liverpool enn nærri einum enskum meistaraheitið. Torres er longu farin heima aftur til Spania og kemur fyrst aftur 11 juli. Torres leikar helst sín fyrsta dyst fyri Liverpool í venjingardystunum ímóti Werder Bremen ella Auxerre. Les 10 ting um Torres (framhald).
1. 23 ára gamli Torres leikti tey fyrstu ungu árini, sum málmaður. “Eg stóð í mál til eg ein dagin fekk bóltin í andlitið og misti nakrar tenn”. Hetta var mín seinasti dystur í mál, menn tað var ein góð bjarging!!.
2. Torres kom til Atletico Madrid sum 11 ára gamal. Hetta eftir at hann fekk 55 mál fyri amatør liði Rayo 13 fyrst árið.
3. Tað var bara trý ár innan, fleiri av teimum stóru feløgunum í Evropa ynsktu sær leikarin, tað sigst at Arsenal hevði lagt boð inn.
4. Í 1998 var Torres valdur sum besti U-14 leikari í Evropa eftir nakrar framúr góðar dystir í Nike Cup. Í 2001 var hann valdur besti leikari í EM fyri U-16 og í 2002 besti leikari í EM fyri U-19.
5. Hann var bara 19 ára gamal tá ið hann gjørdist liðskipari hjá Atletico – sum tað yngsti í felagnum nakrantíð.
6. Tað gekk ikki long tíð innan hann eisini kom á A-landsliði. Hann leikti fyrsta dystin ímóti Portugal í september 2003. Núverandi landsliðsvenjarin hjá Spania Luis Aragones, sigur at Torres er ein leikari sum ongantíð fær tvey mál í sama dysti.
7. Torres er ikki fremmandur í hárfríðkunarstovunum, onkur vil vera við at hann hevur haft 11 ymiskar hárpaktir síðani hann kom á besta liði hjá Atletico í 2001.
8. Í Spania verður Torres nevndur El Nino, sum merkir tann ungi. Hetta sipar til at Torres sær rættuliga ungur út!!!.
9. Eins og komandi liðfelagarnir Daniel Agger og John Arne Riise, hevur Torres ein kærleika til tatoveringar, millum annað hevur hann eina við 9 talinum á høgra armi, sum eisini er tað troyggju nr hann hevur fingið í Liverpool.
10. Í Mai 2007 kom tað fram, at Torres á liðskipara armbandinum hevði skriva orðini “You'll Never Walk Alone” tveir mánaðir seinri gjørdi Torres ein seks ára sáttmála við Liverpool.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









