Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Gott gamalt: Paisley var meistarin 1980-81

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
Image70 og 80´in var eitt tíðarskeið har tey ensku liðini, settu sín serliga dám á Champions League ella kappingina fyri meistaralið sum heiti var tá. 1981 var fimta árið á rað, at steypið við teimum stóru oyrunum endaði í Onglandi. Árið frammanundan var tað Nottingham Forest FC sum vann (2) og undan hesum hevði Liverpool longu vunnið 2 finalur. Hetta árið 1981, tapti Forest longu í fyrsta umfarið ímóti FC CSKA Sofia. Soleiðis var vegurin opin fyri tey fýra stóru, Real Madrid, Internazionale FC, FC Bayern München og sjálvandi Liverpool. Hesi liðini høvdu vunnið kappingina samanlagt 13 ferðir frammanundan.  

Liði frá Merseyside legði hart út.  Fyrst fekk Liverpool heili 11 mál ímóti FC Oulu. Síðani var tað ein greiðu sigur samanlagt ímóti Aberdeen FV við Alex Ferguson, sum venjara og hareftir CSKA Sofia. Í hálvfinaluni var mótstøðuliði Bayern München, sum var í stórform við Rummenigge á odda, fyrsti dysturin á Anfield endaði 0-0. Tvær vikur seinri eydnaðist tað Liverpool at fáa  1-1 við málið frá Ray Kennedy.

Í finaluni bíðaði Real Madrid, sum í sínari hálvfinalu basti italienska stórliðnum Inter 2-1 samanlagt. Hóast Real var favorittur undan finaluni, so megnaðu teir ikki at steðga Liverpool, sum vann 1-0 við málið frá verjuleikaranum Allan Kennedy í 81 minutti. Soleiðis bleiv Paisley tann fyrsti venjarin, sum vann Champions league tríggjar ferðir við sama liði.

 

 

Kappingin fyri meistaralið tíðarskeiði 1976 - 1984 

  • 1983 - 1984 Liverpool
  • 1982 - 1983 Hamburg
  • 1981 - 1982 Villa
  • 1980 - 1981 Liverpool
  • 1979 - 1980 Notts Forest
  • 1978 - 1979 Notts Forest
  • 1977 - 1978 Liverpool
  • 1976 - 1977 Liverpool
  • < Fyrra   Næsta >

    Komandi dystir

    Image

     

    Swansea - Liverpool

    Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

    Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

     

     

    Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan