Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

KOP nýtt: Villa og Silva til Liverpool?

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageSjálvt á jólum er eingin friður, røðin av leikarum sum vera settir í samband við Liverpool sær ikki út til at fáa nakran enda. Leikara umboðsmenn hava úr at gera hesar dagarnar, við at seta júst teirra viðskiftafólk, sum jú eru leikararnir í samband við tey ymisku feløgini. Sum øll onnur ynskja umboðsmenn, at vinna pening í egnan lumma og tað gera teir best við, at teirra leikarar skifta felag. Jólini eru sum so einki undantak, flestu kappingarnar eru í jólafrí, við undantak av Premier League sjálvandi. Í dag fyrsta jóladag eru tað fleiri nøvn, sum verða sett í samband við Liverpool, okkurt av hesum nøvnum er eisini heilt spennandi, sum vanligt eru flestu nøvnini úr sponsku kappingini.

Eitt navn sum verður nevnt í morgun er David Silva úr Valencia, sum vanliga leikar í vinstur síðu fyri Valencia. Silva hevur sáttmála við Valencia í langa tíð framyvir men eftir, at Ronald Koeman tók við venjara starvinum er nógv rumbul komið í Valencia hópin og fleiri leikarar eru sendir til hús og tað ljóðar, at Valencia ynskir, at sleppa av við eitt nú Silva. Rafa kennir hendan leikara væl, men eisini Chelsea og Arsenal, skulu hava áhugað.  Við the Sun sigur Silva “ Alt er broytt í Valencia, og eg vil fegin leika fyri eitt so stórt felag sum Liverpool”.

 

Eitt annað stórt navn, sum enn einaferð verður sett í samband við, ikki bara Liverpool, men eisini Chelsea og Aston Villa er Ricardo Quaresma úr Porto. Liverpool hevur verði nevnt fyrr, eitt nú saman við fleiri stór liðum úr Italia. Italienski fótbólts umboðsmaðurin Fiorangelo Calima, sigur við bløð í morgun, at italiensk feløg ikki kunnu kappast við ensku feløgini um lønir til stóru leikararnar, og hann metur at Quaresma flytur til eitt enskt felag í januar.

 

Tað kanska mest áhugaverda navnið sum vit hoyra um í dag er tó helst 26 ára gamli David Villa. The People vil vera við, at tað eru trý feløg sum bjóða uppá super áloyparin úr Valencia, umframt Liverpool er tað Arsenal og Tottenham sum hava áhugað. Sum við David Silva, so vilja somu bløð vera við, at Villa eisini ynskir seg burtur frá felagnum. Villa er ein leikari sum Rafa kennir serliga væl. Kostnaðurin fyri Villa skal vera £ 25M. Torres og Villa eru annars álopspar á spanska landsliðinum, nú vera teir tað møguliga eisini í Liverpool?. 

 

Eitt navn sum kemur aftur og aftu er Gabriel Heinze, sum nú leikar við Real Madrid. Rafa hevur ongantíð uppgivið at keypa leikara, sum var ávegis til Liverpool í summar. Heinze sum vanliga ikki er millum fyrstu 11 á Real liðinum, er kanska ikki tøkur, men Rafa fer at royna aftur.

 

Her eru fleiri áhugaverd nøvn nevnd og allir hesir leikarar høvdu styrkt um liði hjá Liverpool og helst høvdu allir verði millum fyrstu 11 hjá Rafa. Men kann Rafa so keypa allar hesar leikarar, eg haldi ja!!! tó við undantak av Quaresma, sum ikki er ein leikari, Rafa dámar serliga væl, heilt einfalt tí hann arbeiðir ov lítið. Hinir eru allir møguligir komandi Liverpool leikarar. Men um Rafa skal keypa allar hesar, skal alt ganga upp í eina eind. Um vit nú lata sum um, at Rafa hevur £ 10M at keypa fyri í januar , so hevur hann tørv á umleið £25M, peningur sum skal fáast til vega við sølu av núverandi leikarum.

 Crouch til City ella Newcastle fyri £ 9MRiise til Aston Villa fyri £ 7M

Sissoko til Juventus fyri £ 8M

Carson til Aston Villa fyri £7M 

Inn í januar: Villa, Silva og Heinze út Crouch,  Riise og Sissoko.

 Hvat halda tit um hetta, sig okkum tína meining.
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan