So er tað í kvøld, at vit aftur leika eina hálvfinalu ímóti Chelsea. Júst í hálvfinalum hava vit sera góðar royndir ímóti London liðinum. Hálvfinalurnar í CL 2005 og 2007 vórðu minnuligar, serliga fyri okkum og kanska ikki minst Luis Garcia í 2005, hvør minnist ikki tað málið. Í fjør skuldi tað brotssparkkapping til áðrenn vinnarin var funnin, fyrra hálvfinala var leikt í London og vit taptu tann dystin 1-0 eftir mál frá Drogba. Alt bleiv avgjørt á Anfield, Reina stóð ein branddyst og gjørdi ikki ein einasta feil. Liverpool elskar brotssparkskappingar, og Rafa sá eisini ógvuliga avslappaður, tá ið hann í fínasta dress setti seg í grasið at hyggja, meðan okkara menn skoraðum, og Reina bjargaði. Zenden skoraði upp á fyrsta brotssparkið, so brendi Robben. So skoraði Alonso, áðrenn Lampard skoraði sum einasti leikarin hjá Chelsea. Gerrard var tryggur í sínum skotið, og Reina bjargaði frá Geremi. Og so var alt upp til Kuyt, og hann skoraði trygt og sendi Liverpool til finaluna í Athen 23. mai.
Vit hava annars fyrr í ár leikt tveir rímuligar góðar PL dystir ímóti Chelsea. Vit leiktu 1-1 á Anfield, ein dystur vit skuldu vunnið og í London fingu vit 0-0 heim við okkum., tá ið vit annars leiktu ein góðan dyst. Chelsea má enn einaferð klára seg uttan Essien, sum hevur leikbann. Lampard og Ballack eru helst tøkir eftir skaða og tað sama er helst eisini Drogba. Hjá Liverpool eru allir tøkir við undantak av Agger.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









