Okkara Jamie Carragher, hevur ikki altíð verði ein av okkum reyðu!. Í greinarøð hjá Daily Mail, greiðir hann millum annað frá, at hann var "mega" Everton fjeppari. Í greinini, sum er brot úr ævissøguni hjá Carragher, kemur hann eisini inn á, at hann nærmast var sjúkliga bergtigin av teimum bláu frá Goodison Park." Eg var fanatiskur Everton fan, allan mín barndóm, og í mínum teanageárum. Everton var alt fyri meg og eg hevði teir í mínum tonkum 24 tímar um samdøgurið. Eg var eisini við teimum til so nógvar útidystir sum møguligt, " Sigur Carragher.
Sjálvt tá ið eg leikti á eykaliðnum hjá Liverpool, var tað mín vón at Everton skuldi vinna lokal uppgerðirnar. Síðani er kærleikin til Everton, tó farin at halla nakað. "Eg haldi at tað er yvir alt mark, tá ið Everton fjeppara syngja sínar hatur sangir um eitt nú Steven Gerrard". hetta er nakað sum er fari at gera alt meira um seg, seinastu árðini. Eg vil ikki siga at Liverpool fjepparar eru betur í so máta, hesir rópa eisini til lokal uppgerðirnar. Tað er tó mítt ynski at fjepparar megna at halda hetta "hatur" til sjálvar dystirnar og ikki taka tað við sær "út á gøtuna".
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









