Januar kemur nærri hvønn dag og tíðindi um leikara flytingar gerast fleiri. Liverpool er í so máta einki undantak, her er nakað av tí sum fjølmiðlar hava skriva seinastu dagarnar.
Juande Ramos, Real Madrid og Arsene Wenger, Arsenal fara báðir, at leggja boð inn upp á okkara spanska miðvallar general Xabi Alonso, tað ljóðar at boðini fara at liggja um 11M £.
Rafa Benitez skal sjálvur vera áhugaður í, at keypa Hull verjuleikaran Michael Turner. Fjølmiðlar meta, at Sami Hyypia, helst leikar sítt seinasta kappingarár fyri Liverpool, eitt keyp av Turner verður tó helst ikki aktuelt fyrr enn í summar.
Liverpool leikarin Jermaine Pennant hevur boða Rafa frá, at hann ikki vil flyta til lið, sum eitt nú Stoke City og Blackburn Rovers. Pennant hevur bara sáttmála til í summar og bíðar helst við, at skifta felag til tá.
Liverpool, Real Madrid, Arsenal og Tottenham sigast øll, at hava áhugað í at heinta Fulham verjuleikaran Brede Hangeland. Tíðindini koma nakað óvænta frá Fulham venjaranum Roy Hodgeson sjálvum.
Bayern Munchen vónar, at tann Kroatiski áleyparin Ivica Olic, ikki tekur av einum tilboði frá Liverpool um at flyta til Anfield. Sáttmálin hjá Olic við Hamburg gongur út í summar og fleir feløg ynskja sær hansara máltev.
Spurs venjarin Harry Redknapp fer, at bjóða 8M £ fyri Ryan Babel, sum ikki heilt er komin til sín rætt hjá Liverpool hettar kappingarárið. Babel hevur verði við í 17 dystum higartil, men bara 6 av hesum frá byrjan. Tað ljóðar eisini, at Keane skal sama veg.| < Fyrra | Næsta > |
|---|









