Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Torres ársins leikari 2007/08

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageSum flest øllum kunnugt, vórðu trupuleikar við heimasíðuni fyrr í ár. Nú hava vit fingið alt data aftur, og tískil eru tykkara leikara atkvøður fyri 2007/08 nú endaliga uppgjørdar. Ársins Liverpool leikari kappingarárið 2007/08 bleiv Fernando Torres við 23% av atkvøðunum beint í hølunum á honum kom Steven Gerrard við 21%, nummar trý í kappingini bleiv Javier Mascherano við 10%. 

Vit ynskja Torres hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Berry og Petur Frank úr Vestmanna, høvdu vegna Liverpool Føroyar høvi, at heilsa uppá og heiðra Dirk Kuyt, sum fyrsta ársins (Liverpool Føroyar) leikara kappingarárið 2006/07. Kuyt fekk í samband við hátíðarhaldið á Anfield handa gávu frá Sirri (ein sera vøkur troyggja), umframt nakra føroyskar fløgur við Eyðvør, Týr og Teitur.  Vónandi fáa vit møguleikan, at heiðra Torres á sama hátt.

Kappingin um heiðurin komandi ár er í gongd og tú hevur møguleika, at atkvøða eftir teir ymisku dystirnar hjá Liverpool, sum vera vístir í sjónvarpið. Í skrivandi løtu er Steven Gerrard á odda, í hølunum á honum koma Torres og Alonso.

 

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan