Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Kenny Dalglish: Eg bíðaði eftir at Liverpool bóðu meg koma aftur

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageSkrivað: David Prentice/Liverpool Echo - TotalRush týddi.

KENNY DALGLISH hevur í vikuni tosað um FA Cup lokaluppgerðina sum noyddi hansara óvæntaðu uppsøgn frá Liverpool. Og hann viðgekk at hann er skuffaður, at hann ongantíð er afturbiðin. Avgerðin hjá Dalglish um at gevast, bert 48 tímar aftaná ótrúliga 4-4 javnleikin í 1991, hevur verið ein tann mest umrødda hendingin í søguni hjá Anfield. Slaturin gekk í býnum - men sannleikin var, at ómenniskjaliga trýsti á venjaran gjørdi at "høvur hansara stóð til at bresta".

Hann segði upp 22. februar í 1991. Sjey vikur seinni hevði felagið sett Graeme Souness sum venjara. Dalglish viðgongur tó, at tað gekk ikki long tíð fyrr enn hann angraði sína avgerð. "Ja, Eg angraði at eg fór," segði hann. "Dysturin hjá Rafa og hansara monnum móti Everton hevur gjørt, at eg minnist aftur á tíðina, tann fyrsta í mínari karrieru, har alt ikki gekk so gott hjá mær. "Mær tørvaði steðgin, mær tørvaði hvíld. Tvær vikur seinni, føldi eg meg vera komna fyri meg aftur, men telefonin ringdi ongantíð aftur. "Ongin spurdi meg nakrantíð um hvussu eg hevði tað, ella um eg kundi hugsað mær at endurskoða mína avgerð - felagið valdi at seta Graeme í starv. (les meira)

 

 

"Eg fór fríggjadagin aftanaá 4-4 javnleikin, og Alan Hansen fór vikuna aftaná meg. "Men longu tvær vikur seinni var eg klárur til at byrja aftur. To tørvaði mær hendan steðgin."Hetta er tann fyrsti FA Cup dysturin móti Everton siðani 1991 har eg segði upp, so øll minnir og allar kenslur koma undan kavi aftur."

Kenny viðgongur, at tað var 4-4 javnleikurin móti Everton sum gjørdu at honum tørvaði steðgin. Hann greiður frá: "Eg visti tað kvøldið at eg mátti fara". Aftaná at vit tóku leiðsluna fyri seinastu fer, stóð eg á síðulinjuni og visti at eg mátti gera okkurt fyri baklandi hjá mær. "Eg kundi síggja fyri mær hvat fór at henda um eg onki gjørdi. Tað var løtan har eg visti at eg mátti fara.

"Kona mín var upptikin við at gera klárt til mín 40 ára føðingardag, tá eg kom heim tað kvøldið, og segði at eg var útbrendur. Mær tørvaði ein steðg frá fótbóltinum. Marina, sum kona mín eitur, bleiv sera kløkk av míni avgerð. "Mín alskur til fótbóltsspæli hvarv ongantíð, sjálvt nú er hugur mín til spæli, og tú fært eisini tankar um mistar møguleikar, og hvat kundi havt verið. "Men eg mátti sleppa úr tí trýsti eg var undir. Liverpool bjóðai mær eitt slag av longdari pausu, men meðan vit høvdu tann fundin visti eg ikki hvussu langa tíð mær tørvaði. "Um eg spurdi um eina viku, og so fann út av at mær tørvaði 2, 3 ella kanska fleiri vikur enn tað - hvat skuldi so felagið tá gera? "Hvør skuldi taka yvir meðan eg var burtur, og hvat skuldi henda, um hendan óvissan, sum tá fór at vera á Anfield, fór at ganga útyvir úrslitini? "Tí helt eg tann rætta avgerðin var, at taka meg heilt burtur úr fótbóltinum, og siga upp.

Um eg sjálvur skal siga tað, so meti eg - eins og talan var hjá Alan Hansen, sum gavst vikuna eftir - at talan var um ein "fótbóltsskaða" sum gjørdi av við mína tíð hjá Liverpool.  "Skaðin hjá "Big Al" var av einum fysiskum slag, og mín var av mentalum slag. Tó so, eg gjørdist frískur aftur. "At rýma frá Liverpool var mín fyrsta stóra avgerð í meira enn 20 ár viðvíkjandi lívinum hjá mær. Tað var fyri mína egnu skuld, og familjuna Dalglish, at eg gjørdi sum eg gjørdi. Tað hevði onki við sjálvan fótbóltin at gera.

"So stóran týdning hevði tað fyri meg. "Eg tók mær frí og føldi meg frískan aftaná bert nakrar fáar vikur - ja, eg føldi meg sum tá eg var uppá mítt allar besta, men ongin frá Liverpool ringdi. "Eg hugsaði fyri mær sjálvum, at kanska, tá man hugsar um tað sum eg hevði givin felagnum, og um hvussu væl tað hevði gingist mær við fótbóltinum og venjarastarvinum - at onkur fór at ringja og vita um eg møguliga kundi koma aftur. "Men Liverpool hevði aðrar ætlanir, og fór at royna aðrar leiðir."Hetta skilti eg sjálvsagt, men av tí at Liverpool hevði havt so stóran týdning fyri meg var tað sera hart at skiljast frá felagnum.

"Eg endaði so í Blackburn, og føldi á mær, at eg skuldi prógva okkurt - mótvegis mær sjálvum sum nakað sum helst annað."

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan