Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Benitez harmur um javnleikin móti Man City

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageLiverpool Echo, Feb 22 2009

RAFAEL Benitez var sera harmur um javnleikin móti City, og sjálvt um hann ikki segði at meistaraheitið nú ikki kann vinnast, mátti hann tó viðganga at "tað vil vera enn meira trupult" nú 2 stig vórðu mist á heimavølli.

Samstundis frættist at samráðingarnar millum Liverpool og Benitez ikki ganga so væl við at fáa longt kontraktina hjá Rafa til 2013. Hetta vildi Benitez tó ikki gera viðmerkingar til, men sum skilst, so er framvegis langt millum partarnar.

City tók leiðsluna miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá eitt skot frá Craig Bellamy rakti fótin hjá Arbeloa, og kreyp seg innanfyri handaru stong, uttan møguleika hjá Reina at bjarga. Dirk Kuyt megnaði tó at javna 12 min. áðrenn dystarlok.

 

"Eg er sannførdur um at vit framvegis kunnu vinna meistaraheitið, men til tað krevst, at vit vinna báðar okkara næstu dystir ið eru ímóti Middlesbrough og Sunderland. Síðani mugu vit vinna móti Manchester United á Old Trafford," sigur Benitez í samrøðuni

"Møguliga hava vit eina aðra støðu tá, men eg má viðganga at hetta var eitt keðiligt úrslit, og hevur gjørt tað enn truplari at vinna meistaraheitið.

"Sjálvsagt mugu vit vinnna okkara dystir, og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur, men Manchester United spæla væl í løtuni og vinna sínar dystir."

Um støðuna hjá Gerrard sigur Benitez, at hann skal kannast í morgin (mánadag 23/02/09) áðrenn avgjørt verður um hann leikar við móti Real Madrid á Bernabeu.

"Vit vilja tosa við Steven Gerrard og læknarnar í morgin, men hann følir seg betri fyri nú, og avgerðin fellur aftaná venjingina."

Venjarin hjá City Mark Hughes, var sera væl nøgdur við sínar menn, og segði at teir høvdu uppiborið minnst ein javnleik.

Í samband við kappingina um meistaraheiti segði hann víðari: "Onki er avgjørt enn, og tað skulu leikast fleiri dystir.

"Men United hevur fyrimunin, og tað eru teir sum skulu missa fótafetið, og tað gera teir ikki oftani.

"Teir kunnu avgerða alt sjálvir, og skulu tapa tríggjar dystir nú, meðan Liverpool skal vinna restina av sínum dystum."

Um dystin hjá sínum egna liði, legði hann afturat: "Hatta var ein frálíkur dystur hjá okkum, og stigið vit fingu var fult uppiborðið, og høvdu vit helst uppiborðið øll 3 stigini.

"Vit spæla ímóti einum liði sum framvegis er við í stríðnum um meistaraheitið, og vit høvdu ein strævnan UEFA-kup dyst í Danmark hósdagin.

"Men vit spæla ein frálíkan dyst, og hava fult uppiborðið úrslitið."

Hughes nevndi Craig Bellamy, sum hann helt hevði spælt væl, og var spælarin í legði City á odda í seinna hálvleiki.

Hann segði: "Tað vísir seg altíð at vera soleiðis, at fyrrverandi leikarar gera ein ekstra innsats móti sínum gomlu liðfeløgum.

"Bellamy er ein stoltur maður, og følir kanska at hann ikki fekk møgileikan tá hann var her í Liverpool. Hann hevur spælt sera væl fyri okkum síðani skifti frá West Ham í januar."

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan