Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Rafa skal aftur út, at keypa inn!

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
Nú hevur verði nógv sagt og skriva um Liverpool, Rafa og leikararnar seinastu dagarnar, serliga eftir tað sum flest øll føla sum ein tap,!! nevniliga 1-1 dysturin ímóti Wigan á Anfield. Liverpool hevur higartil mist fleiri stig á heimavølli enn alt seinasta kappingarár. Fjepparar rópa eftir nýggjum venjara og nýggjum leikarum. Liverpool hevur møguleika keypa nú, vit vita tó ikki hvussu nógvur peningur er tøkur. Rafa fær helst møguleikan at virka til í summar. Tað er ikki vanligt, at Liverpool sleppur sær av við venjarar í ótíð.

Skal Rafa vinna álitið hjá fjepparum og leiðslu aftur, skal hann vinna Premier League, Champions League er eisini ein møguleiki og ella FA Cup. Leikarar sum koma til Liverpool nú!! mugu verða úr ovastu skuffu, listin sum eg eri komin fram til er grundaður á, at Liverpool ikki sleppur, at keypa leikarar frá, Man Utd, Arsenal og Chelsea úr Onglandi. Milan og Inter í Italia umframt Real Madrid og Barcelona í Spania. Fyri at ein leikari skal koma á hendan listan, havi eg sett sum krav at hann skal leika á einum landsliði, sum er á núverandi topp 10 listanum hjá FIFA.  

Fylgjandi lið eru á topp 10 listanum hjá FIFA, her eru 22 nøvn sum eg vildi mett kundu komið beinleiðis inn á liði hjá Liverpool frá dag 1.  

1 Argentina - Martin Demichelis (B. Munchen) Sergio Aguero (A. Madrid) Maxi Rodriguez (A. Madrid)

2 Brasilia – Daniel Alves (Sevilla) Naldo (W. Bremen) Olivera Amauri (Palermo)

3 Italia – Fabio Grosso (Lyon), Giorgio Chiellini (Juventus)

4 Spania – David Villa (Valencia) David Silva (Valencia) Pablo Ibanez (A. Madrid)

5 Týskland – Philip Lahm (B. Munchen), Per Mertesacker (W. Bremen),

6 Tjekkia – Her kann eg ikki koma fram á nakran?

7 Frakland – Franck Ribery (B. Munchen), Karim Benzema (Lyon), Hatem Ben Arfa (Lyon)

8 Portugal – Fernando Meira (Stuttgart), Luis Miquel (Valencia), Ricardo Quaresma (Porto)

9 Holland – Klaas-Jan Huntelaar (Ajax), Rafael Van der Vaart (Hamburg)

10 Kroatia – Luka Modric (D.Zagreb)  

 

Hvat halda tit eru hetta nøvn vit kunnu brúka, ella hava tit onnur nøvn. Læt okkum hoyra tykkara meining.

< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan