Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Sæð frá Centanary Stand : Hallur Holm

Hallur Holm
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageWolwes-leikararnir komu inn á vøllin einar 10-15 min áðrenn Liverpool-leikararnir. Teir koyrdu eina sera skipaða upphiting, og vóru longu byrjaðir við 5 móti 5, tá teir reyðu komu á vøllin. Hvør í sínum lagi runnu teir aftur og fram tvørtur um vøllin - nakað sum vit eisin plaga at gera í 3. deild. Tað sá rættiliga slapt út. Men tað skuldi nú ikki forða einum fullmannaðum LFC at knúsa botnliðið.
Alt  var klárt. Fult stadion, minningarorð um tvær falnar kempur, Fields of Anfield Road, You'll never walk alone og so kick off. Harratakling eftir 2 minuttir - Gerrard er aftur! Torres fríspæling til Meireles... øv, men tað kemur...    ....   ...  ????
(framhald les meira) 
Men so hendi einki meira. Hetta var tað seinasta vit sóu til Liverpool í hesum dystinum. Eftir 1-0 málið hjá Wolwes bleiv bara verri. Fólk sótu lamsligin. Fóru at syngja eftir Kenny Dalglish. Aftaná 80 min var javnur streymur av Liverpool-fjepparum út av stadion. Bæði í við- og mótgongd eru fjeppararnir kendir fyri at taka so dyggiliga undir við You'll never walk alone tá 5 minuttir resta, men hetta kvøldið var eingin sangur. Tað er sera sigandi.
Nú havi eg sæð tveir dystir hjá Liverpool. Tann besta nakrantíð (Istanbul) og so nú tann ringasta nakrantíð.  

Men eitt er vist. Stigatalvan lýgur ikki. Vit eru 3 stig frá niðurrykking, og einki virkar. Vandin fyri at flyta niður skal takast í rámasta álvara. Tí má Hodgson burtur beinanvegin.


 
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan