Rafael Benitez er býttur(Og Harry Redknapp er eitt geni), Andy Carroll stinkar, Liverpool eru rasistar og tað er vánaligt at vit ikki vinna Premeir League á hvørjum árið. Tað er og verður altíð skrivað nógv um Liverpool í fjølmiðlinum, men tað er ikki altíð lætt at vita hvørjum ein skal trúgva. Tað er eisini týdningarmikið at skilja hví summi ting verða blast upp og onnur ikki. Eg fari í hesi greinini at nema við nøkur ting, sum kunnu verða skilagóð at hava í huga, tá fjølmiðlarnir koma við eini skakandi yvirskrift.
Fyrst vil eg líka siga, at eg ikki haldi at allir fjølmiðlarnir í heimum eru ímóti Liverpool og hava til endamál at seta okkara felag í ringt ljós. Tað er týdningarmikið at hava tað í høvdinum tá tit lesa hetta. Eg trúgvi hinvegin upp á, at Liverpool er í eini støðu, ið til tíðir ger felagið sárbart fyri órímuligum kritikki og býttum yvirskriftum .
Rafael Benitez er býttur
Tað hevur tikið fleiri ár og eitt ótal av greinum at sannføra meginpartin av Liverpool viðhaldsfólkunum, at Rafael Benitez gjørdi eitt gott arbeiði tað tíðina hann var í felagnum. Men hví kom spaniólin í so ringt ljós sum Liverpool venjari, tá hann nú kláraði seg lutfaldsliga væl? Enn tann dag í dag finnur tú fólk, ið umtala Rafael Benitez sum býttan og ein vánaligan venjara. Sum mannin, ið kostaði okkum meistaraheitið í 2008/09. Sum mannin, ið keypti Lucas “Tann vánaliga” Leiva. Sum mannin, ið var býttur, tí hann ikki vildi hava liðið til at dekka man til man í horna, men heldur økisuppdekning.
Hetta kemur allarhelst av mátanum, ið fjølmiðlarnir viðgjørdu Rafael Benitez. Liverpool hevur ongantíð verið nærri Premier League heitinum enn í 2008/09, men alíkavæl verður kappingarárið mint sum árið, tá Rafael Benitez mistið høvdið í “Fact’s” taluni.
Eg kann millum annað viðmerkja, at Liverpool fekk fleiri stig pr dyst eftir taluna enn undan taluni. Manchester United vann níggju dystir á rað eftir taluna, áðrenn Liverpool vann 4-1 á Old Trafford. So tað ber illa til at siga, at tað var Rafael Benitez, ið mistið høvdið, men heldur at Manchester United kláraði seg óalmindiliga væl. Alíkavæl sást tú fleiri ferðir yvirskriftir, ið settu iva við Rafael Benitez. Fleiri av fjølmiðlinum vildu eisini verða við, at Manchester United ikki var á toppinum tað árið, meðan Liverpool “misti høvdið” við Rafael Benitez á odda. Manchester United fekk 90 stig, meðan Liverpool bleiv nummar tvey við 86 stigum. Manchester United vann millum annað meistaraheitið í fjør við 80 stigum.
Manchester United hevði tað árið Wayne Rooney, Carlos Tevez, Cristiano Ronaldo og Dimitar Berbatov, ið mannaðu álopið. Uppbakningurin hjá Fernando Torres var David N’gog! Ferð aftaná ferð var ein av mynd av Rafael Benitez at síggja í bløðunum við eini “prikandi” yvirskrift sum t.d. “We can still win it” o.s.fr. Tit kunnu líka ætla at trafikkurin á eina slíka síðu er stórur og viðmerkingarnar undir greinini vóru nógvar. Í so máta vann heimasíðan ella blaðið, tí av ein ella aðrari orsøk, so er tað óalmindiliga stuttligt hjá bæði Liverpool og Manchester United viðhaldsfólkum at kjakast um Rafael Benitez.
Rafael Benitez og Soccernet
Herfyri segði Rafael Benitez í eini samrøðu, at pengar eru ein av høvðusorsøkunum til at Manchester United hevur dominera enskan fótbólt í tvey ára tíggju. Tað er sum so heldur einki gali við tí, tí talan er um pengar, ið Manchester United hevur vunnið á vøllinum.
Felagið erpar sær eisini við góðu fíggjarstøðuni, tá bløð sum Forbes útgeva listar, ið vísa hvussu væl fyri felagið er. Rafael Benitez visur bara á munin hjá Manchester United í mun til eitt nú Liverpool seinni árini. Soccernet.com hevði tó lítið at skriva um dagin eftir hesa samrøðuna. Tí valdi ein skrivari á síðuni at smekka Rafael Benitez á forsíðuna og taka júst handan setningin burturúr samrøðuni. “Benitez: Fergie success down to money” stóð at lesa á síðuni, sum er at finna á hesi leinkjuni;
http://soccernet.espn.go.com/news/story/_/id/968870/rafa-benitez:-sir-alex-ferguson's-man-utd-success-down-to-money?cc=5739
Fyrst og fremst, so kunnu tit síggja, at “ESPNsoccernet staff” hevur skrivað greinina. Hvør tað so er, men ein slík grein gevur eisini trafikk á kjaksíðuna, sum hevur yvir 700 kjakinnlegg á. Stutt eftir at eg sá hesa greinina hevði ein Facebook vinur hjá mær lagt eina leinkju á Facebook, har oldtrafford.dk hevði endurgivið søguna. Spyr teg sjálvan hví “ESPNsoccernet staff” valdi at vinkla søguna, sum viðkomandi gjørdi.
Ein partur av sannleikanum er nokk, at ein Liverpool venjari, sum tosar um Manchester United altíð gevur nógvar lesarar. Serliga tá hesin er Rafael Benitez tann býtti, sum tveitti meistaraheitið butur tí hann skifti ov nógv út. Ja, minnast tit tað? Tá allur fótbóltsheimurin var á gosi, tí Rafael Benitez skifti út í heilum. Tað var altíð okkurt gali við uppstillingini og tað varð enntá gjørd ein heimasiða, har tú kundi gita uppstillingini hjá Liverpool. Í dag eitur tað rotation og verður brúkt av hvørjum einasta felagið í Premier League. Helst er høvðusorsøkin, at hatta var tann hátturin, ið soccernet kundi fáa flest vitjandi tann dagin á síðuna. Nakað lýsarnir nokk eru fegnir um.
Harry Redknapp er eitt geni
Ein maður, sum í løtuni verður mettur sum eitt fótbóltsgeni er Tottenham venjarin, Harry Redknapp. Hann fær massar av rós fyri at hava ført Tottenham heilt fram í oddin í Premier League.
Hann fekk somuleiðis eisini massar av rós fyri at føra Tottenham til fjórðingsfinaluna í Champions League í fjør, har liðið tó tapti griett móti Real Madrid. Um Tottenham fær í miðal líka nógv stig restina av hesum kappingarárinum sum higartil, so koma teir ikki upp á tey 86 stigini hjá Rafael Benitez í 2008/09. Liverpool vóru í fýra fjórðingsfinalum í Champions League og tveimum finlaum og vunnu FA Cup.
Tað er sjálvandi munur á Tottenham og Liverpool, men tit skilja nokk samanhangin og alt gott um Harry Redknapp. May he be the next England manager. Men um “ESPNsoccernet staff” skrivaði eina negativa grein um Harry Redknapp, heldur tú at hann hevði fingið yvir 700 kjak innlegg?
Andy Carroll stinkar
Andy Carroll kosaði nógv for nógv, men maðurin er framvegis bara 23-ár og tykist so smátt koma fyri seg. Men Andy Carroll er dýrasti bretin í søguni og tað gevur nógv klikk og nógv kjak innlegg. Um tú hevur ein breiðan skarða av vinum á Facebook, so er sannlíkt, at tey hava sagt eitt hvørt um Andy Carroll. Hann fær fólk at skriva viðmerkingar og tosa um fótbólt. Tíverri fyri okkum er orsøkirnar, at hann kosaði alt ov nógv. Í næstan hvørjari grein um Liverpool verður Andy Carroll nevndur sum “35 million striker”, “35 million flopp striker”, umframt hvussu nógv mál hann hevur skorað og at Fabio Capello hevur viðmerkt, at hann má broyta lívsstíl. Hví spyrt tú?
Jú, tí ein negativ grein um Andy Carroll gevur trafikk. Nógv meiri enn flestu av hinum leikarunum. Tveir aðrir, ið eru í somu støðu sum hann eru Fernando Torres og David De Gea. Eg vil siga, at um tú ikki ert klárur yvir samanhangin, so vilt tú standa eftir við ein mynd av teimum sum verri leikarar enn teir veruliga eru. Hetta tí feilirnir verða allatíð blástur upp, meðan eitt gott avrik hjá nøkrum av teimum selir ongi bløð.
Eitt nú segði Sky Sports í sínum samandrátti av dystinum móti Wolverhampton, har Andy Carroll skoraði fyrsta málið, nakað soleiðis; “His first goal in three months” , “Only his seventh goal in a Liverpool shirt”. Onki um at hann spældi sín besta dyst í eini Liverpool troyggju til dags dato ella at hann hevur spælt tveir væl yvir miðal dystir á rað. Hetta er tað sama tá eitt nú Wayne Rooney ikki rakti málið í eitt hálvt ár, men orsøkirnar eru, at tað vekjur áhuga millum fólk. Fær tey at tosa um fótbólt og kjakast um fótbólt.
Liverpool eru rasistar
Undan dystinum móti Manchester United løgdu fjølmiðlarnir upp til, at nú skuldi fótbólturin sigra. Tað vóru teir allir á einum máli um – til dysturin endaði væl at merkja. Um fjølmiðlaheimurin fríggjadagin vildi hava fótbóltin at sigra, hví skriva bløðini so ikki um annað enn Patrice Evra, Luis Suarez og nøkur hamrandi býtt fólk, sum ikki dugdu at uppføra seg eftir dystin? Hví, um dagurin skuldi snúgva seg um tað, ið hendi á vøllinum, bleiv ITV við at vísa myndir av Luis Suarez undir dystinum?
Hví valdu bløð, sum undan dystinum tosaðu um moral, at nýta eina mynd av Patrice Evra har Liverpool viðhaldsfólk rópa illbønir eftir honum? Hvat við eini mynd av match vinnaranum Dirk Kuyt?
Hví raporteraðu allir fjølmiðlarnir um einstaka býtta mannin, sum uppførdi seg sum eina apu? Alt hetta kundu fjølmiðlarnir bara lata fari og skrivað um dystin. So hevði ongin tosa um Patrice Evra og Luis Suarez í hesum samanhanginum, sum vit gera í dag. So var fótbólturin í hásæti. Orsøkin er tó einføld, teir raporteraðu um tað, tí tað selir! Bløð verða seld, internetgreinar verða trýstar á og ikki minst, so fáa kjakarnir á teimum ymisku síðunum massar at kjakast um. Trafikkur = pengar!
Í hesum sambandi havi eg ikki tikið hædd fyri hvør hevur rætt í málinum og um Liverpool hevur taklað málið illa. Tað er óviðkomandi í akkurát hesum samanhanginum.
(Navn á Liverpool leikara): “Vit kunnu vinna Premier League”
Hvussu oftani hevur tú ikki sæð eina yvirskrift har ein Liverpool leikari sigur, at vit kunnu vinna meistaraheitið? Fyrst; sjálvandi skal ein Liverpool leikari siga alment, at Liverpool kann vinna Premier League. Tað hevur Arsene Wenger eisini sagt um Arsenal síðani 2004, men hvørki av feløgunum eru í somu støðu, sum tá tey vóru í toppinum.
Men hví er tað so áhugavert at nýta ein Liverpool leikara í einum slíkum samanhangi. Jú, tí Liverpool enn livir upp á søguna, men hevur ongan møguleika at liva upp til tað søguna. Also eitt, ið ikki megnar at liva upp til vónirnar hjá fjølmiðlinum. Kenna vit ikki tað frá einum ávísum landsliðið á bretsku oygginum? Hvussu er tað nú tað er, tá Ongland fer til EM ella HM? Vit kunnu vinna, skriva miðlarnir og trýsta vónirnar í topp. Sannleikin kemur í seinasta lagi í fjórðingsfinaluni, tá Ongland tapur. So eru bløðini aftur á gosi og spilla landsliðsleikarar og venjara út. Tað selur, tí fólk eru óð, vónbrotin og kedd og vilja hava ein syndabukk.
Støðan er áleið tann sama við Liverpool. Søguligi samanhangurin verður settur í hásæti og sjálvandi er Liverpool ein av høvðusfavorittinum at vinna Premeir League. Sjálvt um teir bara hava verið kappingarførir um fyrsta plássið í nøkrum heilt fáum kappingarárinum síðani Premier League byrjaði. Søgan er tó tann sama undan næstan hvørjum kappingarárið. Men hvørja ferð ein slík grein er at finna á einum Internet miðli so er trafikkurin yvirmiðal. Endamálið við eini slíkari grein er mangan at fáa viðhaldsfólk hjá øðrum at viðmerkja ella lesa søguna. Royn næstu ferð tú sær eina líknandi grein og hygg eftir talinum á viðmerkingum.
Tel upp í trý
Eg havi í hesi greinini bara víst yvirfladiskt á hvussu nøkur ting hanga saman. Nøkur ting, sum kunnu verða við til at skapa meiningar, ið ikki altíð avspegla støðuna. Serliga er tað viðgerðin av Rafael Benitez, ið er eitt avbera gott prógv um hvussu teir stóru miðlarnir kunnu vera meiningaskapandi fyri vanliga fótbóltsviðhaldsfólki. Við at brúka vit og skil og hugsa seg eitt sindur um, so ber oftani til at síggja hvat er “standard-keyp-ella-trýst-journalistikkur” og hvat er ein rættari avspegling av støðuni.
Tróndur Arge
P.S.
Støðan, ið fekk meg at skriva hesa greinina var, at ein genta í mín flokki hevði verið í praktikk í einum av teimum stóru bløðunum í Onglandi. Hon fortaldi hvussu síðu maðurin hjá henni fekk eina mynd sendandi av eini kendari damu uttan smyrsl. Hann fekk at vita, at hann skuldi skriva eina grein um hvussu ljót hon sá út. Trupulleikin var, at hvørki hann ella gentan í flokkinum hildu at hon sá illa út á nakran hátt, men tað legði blaðstjórin einki í – hann hevur eitt blað, ið skal seljast!
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









