Liverpool hevur sera stolta siðvenju í Carling Cup og er tað liðið, sum hevur vunnið kappingina klárt oftast. Liverpool hevur, áðrenn finaluna sunnudagin móti Cardiff, luttikið í ikki færri enn 10 finalum og hava vunnið 7 av hesum.
Fyrsta finalu luttøkan hjá Liverpool var 18 mars 1978, tá ið Liverpool á Wembley møtti Nottingham Forest, sum í tí tíðarskeiðinum var eitt tað besta liðið í evropa, dysturin endaði 0-0. Umdysturin tá ið tíðini skuldi liðini leika nýggjan dyst. Umdysturin sum bleiv leiktur á Old Trafford fýra dagar seinni, vann Forest við 1-0. Tað kann nevnast, at núverandi Liverpool venjarin Kenny Dalglish var við frá byrjan í báðum dystunum. Stolta siðvenjan hjá Liverpool í hesi kapping var byrja.
Næstu ferð Liverpool var í Carling Cup finaluni mátti eisini umdystur til. Liverpool møtti West Ham á Wembley 14 Mars 1981, í einum dystin sum endaði 1-1 í longdari leiktíð og tað var okkara góði vinur Allan Kennedy, sum javnaði í 118 minutti. Umdystin á Villa Park 1 april, vann Liverpool 2-1, eitt av málunum skoraði Kenny Dalglish.
Liverpool gjørdi tey næst eftirfylgjandi árini kappingina til sína “egnu” og vunnu finalurnar í 1982, 83 og 84, altso fýra ár á rað.
Í 1982 møtti Liverpool í finaluni Tottenham, sum eisini er eitt gott Cup lið, Liverpool vann 3-1 eftir longda leiktíð. Spurs fjepparinir vórðu longu byrjaðir at fagna sigurin, tá ið Ronnie Whelan stutt áðrenn vanliga leiktíðin var av, fekk bóltin framvið Liverpool legenduni nú í Tottenham málinum Ray Clemence og javnaði til 1-1. Í longdu leiktíðini avgjørdu Whelan og Rush fyri Liverpool.
Árið eftir í 1983 skuldi eisini longd leiktíð til, tá ið Liverpool í einum sera tøttum dystin vann 2-1 á Man Utd. Málini fyri Liverpool fingu fyrst Kennedy og í longdu leiktíðini var tað Whelan sum avgjørdi. Tað var frammanundan kent, at Bob Paisley skuldi gevast sum venjari fyri Liverpool. Souness, sum var liðskipari, avgjørdi at Paisley skuldi móttaka steypið, - “It was a fitting tribute to a legend".
25 Mars 1984 skuldi umdystur til, tá ið arvafíggindarnir Liverpool og Everton brustu saman. Fyrri dysturin á Wembley endaði málleysur, umdystin tríggjar dystir seinni á Main Road, vann Liverpool 1-0 við málið frá manninum, sum seinni bleiv Liverpool venjari Graeme Souness, sum tók yvir eftir at King Kenny hevði sagt seg úr starvinum í 1991.
5 Apríl 1987 var Liverpool aftur í finaluni, mótstøðuliðið var Arsenal, sum vann 2-1. Tað, sum var nakað heilt serligt við hesum dystinum var, at hetta var fyrsti dysturin Liverpool tapti, eftir at Ian Rush hevði skorað fyri liðið í øll tey sjey árini hann hevði verði í felagnum, eitt ótrúligt met. Løgið er tað kanska, tí í næsta dystinum hjá Liverpool skoraði Rush aftur, men Liverpool tapti kortini 2-1 móti Norwich.
Tað skuldi nú ganga 8 ár áðrenn Liverpool kom í finaluna aftur. 2 apríl 1995 var mótstøðu liðið Bolton á Wembley, tann dagin var klassamunur og Liverpool trygt 2-0, bæði málini skora av Steve McManaman.
Tá ið Liverpool aftur var í finaluni, bleiv hon leikt á Millennium Stadium. Mótstøðuliði 25 februar 2001 var Birmingham City, sum tá leikti í næst bestu deildini. Eftir vanliga leiktíð var støðan 1-1, Fowler skoraði fyri Liverpool, einki mál kom í longdu leiktíðini. Liverpool vann brotssparks kappingina, og avgerandi sparkið tók Carragher, sum er ein av tveimum sum framvegis er í Liverpool hópinum, hin er sjálvandi Gerrard. Liverpool vann annars eisini bæði FA Cup og Evropa Cup tað árið.
Liverpool var aftur á Millennium bara tvey ár seinni, 2 Mars 2003, tá ið mótstøðu liðið enn einaferð var Man Utd, og heldur ikki hesaferð megnaði Utd at gera nakað við Liverpool, sum vann ein tryggan 2-0 sigur við málum frá Gerrard og Owen.
So væl gekk tað ikki 27 februar 2005, tá ið Liverpool og Chelsea leiktu á Millennum. Liverpool fekk eina dreyma byrjan, tá ið John Arne Riise skoraði eitt framúrskarandi mál longu í fyrsta minutti, tíverri var Gerrard so óheppin at gera sjálvmál í 79 min. Chelsea var sterkari í longdu leiktíðini og fingu tvey mál móti einum til Liverpool.
Nú er finalan so endiliga aftur á Wembley og vit vóna at Liverpool sunnudagin stendur sum vinnari, eftir Carling Cup turk í 9 ár
1981

1982

1983

1984

1995

2001

2003

| Næsta > |
|---|









