Sunnudagin 26 februar er finala á Wembley Stadium, har Liverpool og Cardiff bresta saman. Í hesum sambandi bjóðar Liverpool Føroyar til finalu tiltak á Bryggjuni í Vestmanna. Tiltakið er fyri Liverpool fjepparar, sum eru limir í Liverpool Føroyar. Vit bjóða eina serliga góða Buffet við heitum og køldum rættum, ein øl ella sodavatn. Kostnaður fyri vaksin 150 kr . Kostnaður fyri børn 14 ár og yngri bara 75 kr. Vit byrja kl 14.00 fjeppara undirhald og lutakast um vinningar verður áðrenn sjálvan dystin. Vit gleða okkum til at síggja nógvar Liverpool fjepparar í Vestmanna hendan dagin.
- 1
- 2
- 3
Liverpool aftur bara javnleik á An…

Ikki heilt óvæntað hevur Liverpool leikt javnleik fyri áttandu fe... Read more
Jan Mølby: Suarez skal verða við f…

Liverpool legendan Jan Mølby, hevur gjørt sær nakrar tankar, um k... Read more
Hurra! sum tað gongur í steypakapp…

Eg hevði leita mær niðan í bowlinghøllina, at hyggja eftir stóru ... Read more
´Sel, keyp og koyr Kenny Dalglish …

Soleiðis verður Facebook síðan hjá Liverpool Føroyum spammað ef... Read more
Stoke gjørdi ein Liverpool móti Li…

Stoke hevði eina ætlan áðrenn vitjanina á Anfield, hon var sera g... Read more
Downing og Jonjo hava skorða fyri …

Tað sá ikki gott út fyrsta hálva tíman á Anfield í kvøld, Oldham ... Read more
Eingin jólagáva til Liverpool

Vónirnar vórðu heilt klárt til 3 stig undan dagsins dysti, Liverp... Read more
Heima er gott, úti er best!

Liverpool vann næstan sum vanligt, aftur ein tryggan 2-0 sigur á ... Read more
3 stig og sera gott lag

Jólaborðhald hevur verði eitt afturvendandi tiltak hjá Liverpool ... Read more
Tað gongur bara ikki serliga væl!

So gekk tað ikki longur, eftir rímuliga góða úrtøku annars á útiv... Read more
Liverpool hevur trupult við at vin…

City var omaná fyrsta hálva tíman á Anfield, eftir hetta var Live... Read more
Finalu tiltaka á Bryggjuni í Vestmanna
Liverpool aftur bara javnleik á Anfield
Ikki heilt óvæntað hevur Liverpool leikt javnleik fyri áttandu ferð hettar kappingarárið á heimavølli. Liverpool royndi og royndi, men tað rakk bara ikki í dag, hóast allir sum ein góðu alt teir høvdu, men tann seinasti kreativiteturin og hóttanin manglar. Hóast tað bleiv tað til tveir rættuligar stórar mál møguleikar til serliga Carroll og Suarez, sum flestu av okkum helst høvdu vóna var við frá byrjan í dag, men ein lítlan hálvan tíma fekk hann í dag. Gleðin á Anfield var ikki til at taka feil av tá ið hann kom á vøllin fyri Kuyt. Nakrar góðar skot royndir frá Spearing, Johnson og Kelly, bleiv tað eisini til.
Jan Mølby: Suarez skal verða við frá byrjan.
Liverpool legendan Jan Mølby, hevur gjørt sær nakrar tankar, um komandi dystin á Anfield móti Tottenham. Við Liverpool Echo sigur hann millum annað. Kenny Dalglish hevur tikið nakrar stórar avgerðir seinastu tíðina, og tað skal hann aftur til at gera í samband við at Spurs kemur á vitjan. Eitt nú skal Kenny taka avgerð um, hann skal seta Luis Suarez á vøllin frá byrjan. Um tað var mín avgerð, so skuldi hann sjálvandi tað, sigur Mølby. Hetta verður ein sera trupul dystur, móti einum av teimum bestu liðunum í Onglandi beint nú. At halda Suarez uttanfyri frá byrjan haldi eg er at geva Tottenham ein fyrimun sigur Mølby víðari.
50 til Kuyt

Hóast fleiri stúrdi fyri at Liverpool kundi fáa tað trupult móti Wolverhampton á Molineux, serliga tí at liðið júst hevði leikt tveir góðar og dystir móti báðum topp liðunum í Premier League og tí hetta var 3 dysturin uppá eina viku. So var tó ikki, Liverpool vann ein sera tryggan sigur á botnliðnum, sum ikki hevur hildið málið reint í teimum seinastu 19 dystunum og ikki vunnið í teimum seinastu 11. Hetta skal tó ikki taka nakað frá okkara monnum, fyrri hálvleikur var rímuliga javnur og við fleiri málmøguleikum báðar vegir, tó greitt fleiri til Liverpool.
Hurra! sum tað gongur í steypakappingunum
Eg hevði leita mær niðan í bowlinghøllina, at hyggja eftir stóru FA Cup uppgerðini millum Liverpool og Manchester United, eg hevði vóna at bowlinghøllin fór at verða stúgvandi full av Liverpool fjepparum, men so var tíverri ikki í gjár, hóast nøkur kend andlit vórðu at síggja (hetta er bara eitt vinarligt prik). Tað er sum um at vit Liverpool fjepparir ikki koma út tá ið vit spæla ímóti teimum “stóru”. United er gott nokk ein av teimum stóru, men eisini eitt av teimum stóru, sum ikki hevur vunnið ein fótbóltsdyst á Anfield síðani 2007. Tað gjørdu teir heldur ikki hesaferð hóast teir stórar partar av dystinum vórðu greitt omaná, men hinvegin høvdu teir bara 3 skot á málið móti 9 til Liverpool.
´Sel, keyp og koyr Kenny Dalglish frá!

Soleiðis verður Facebook síðan hjá Liverpool Føroyum spammað eftir hvønn tann einasta dyst, ið Liverpool ikki vinnur. Ráðini eru nógv, men sjáldan serliga væl gjøgnumhugsað. Eg flutti til Onglands í 2009 og havi síðani eg var til mín fyrsta dyst lært nógv. Millum annað frá Manchester City.
Liverpool.fo leitar eftir fólki til heimasíðuna
Góðu liverpool fjepparar, okkum tørvar fólk til at skriva á heimasíðu okkara. Seinastu árini hava vit roynt alt vit hava verði mentir, at hava eina so góða síðu fyri tykkum sum møguligt. Tá ið alt kemur til alt, hevur tað gingið rímiliga væl, og vit hava haft reglulig tíðindi her á síðuni í fleiri ár. Í stóran mun hava vit verði eitt og tvey fólk, sum hava skriva, hetta er ikki nokk, vit mugu hava fleiri at skriva.
Vit vóna, at tað er onkur at tykkum meira enn 690 limum, sum kunnu taka um endan. Vit droyma um, at finna fýra fólk ella fleiri, sum kunnu skiftast um at skrivað .
Hevur hetta tín áhugað, so er tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á: Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.

Komandi dystir
Manchester Utd - Liverpool Leygardagin 11.02.12 kl 12.45 Kanal 6 Danmark
|










