Aftaná at verða byrjaðir árið við trimum dystum á útivølli upp í slag, er endiliga klárt hjá Liverpool aftur at spæla á heimavølli. Umvælingin og víðkanin av langsíðuni Main Stand er liðug, og væntandi verður fullsett, tá meistararnir úr Leicester City koma á vitjan um knappan tíma.

Teir 11 Klopp hevur valt at byrja inni við eru:
Mignolet – Clyne – Matip – Lucas – Milner – Lallana – Henderson – Wijnaldum – Mané – Sturridge – Firmino

Á beinkinum sita: Karius – Coutinho – Grujic – Klavan – Moreno – Origi – Stewart

Sær spennandi út. Vónandi fer at gangast væl.