Aftur

Øll elska “Bobby”

17 mai 2023

Leygardagin er seinasti møguleikin hjá Roberto Firmino at spæla á Anfield sum spælari hjá Liverpool. Ein kulthetja í søguni hjá Liverpool og ein væl lýddur spælari kring heimin. “Bobby” fær altíð smílið fram, men komandi tvær vikurnar verður tað við tárum í eygunum.

Greinarhøvundur, Tróndur Arge:

Tað rakti so beint í hjartað. Eg sat bara og skrollaði á fartelefonini, tá eitt sjónband kom fram av tíðindafundinum, tá Roberto Firmino skrivaði undir við Liverpool. Síðani komu nakar av bestu løtunum í reyðu troyggjuni. “Ert tú til reiðar at siga farvæl við tann besta í heiminum?” var spurningurin í tekstinum. Nei, tað eri eg ikki!

 

Jürgen Klopp segði eisini á tíðindafundi, at hann var eitt sindur bilsin av, at brasilski áleyparin hevur valt at royna nýggjar leiðir. Sum eg skilti tað, so var tað ikki Liverpool, sum smekkaði hurðina aftur. Tað hevði eisini verið løgið, sjálvt um avrikini ikki hava verið eins góð og tá hann toppaði. Men alt hevur sína tíð.

 

Liverpool hevur eisini gjørt skjótt av og keypt Cody Gakpo inn á hansara pláss. Hartil kom Darwin Núñez í summar. Hann hevur gott nokk spælt í vinstru, men tað er nokk mest tí at Luis Díaz hevur sitið uttanfyri við skaða meginpartin av árinum.

Heimsins besti

Roberto Firmino hevur ongantíð verið tann besti av øllum í heiminum, men hann er heimsins besti í Liverpool. Tað siga orðini í eyðkenda lagum, sum viðhaldsfólkini elska at syngja. “There's something that the Kop wants you to know. The best in the world, his name is Bobby Firmino”.

 

Tú skal kanska halda við Liverpool, fyri at skilja hví orðini raka so væl. Meðan Mohamed Salah og Sadio Mané eru farnir við yvirskriftunum, so hevur smílandi áleyparin verið rótin til málini og álopini.

 

Roberto Firmino er eitt ordans Jürgen Klopp keyp, men tað var faktist Brendan Rodgers, sum keypti hann í 2015. Við einum stórum smíli og boyla bleiv hann keyptur frá týska Hoffenheim. Brendan Rodgers hevði gjørt sítt og stutt seinni kom frelsarin til – nevniliga Jürgen Klopp.

 

Tað skuldi skjótt vísa seg, at Roberto Firmino var sum skræddaraseymaður at spæla í álopinum saman við málsøknum vengrum. Fyrst kom Sadio Mané í 2016, og árið eftir kom Mohamed Salah. Tað var byrjanin til tað Liverpool liðið, sum vit fara at minnast.

 

Við teimum trimum og Philippe Coutinho bjóðaði Liverpool aftur upp til dans millum tey bestu í Evropa. Philippe Coutinho fór sín veg til FC Barcelona, har tey ikki fara at byggja ein standmynd av honum. Vit fingu Alisson Becker og Virgil Van Dijk.

 

Roberto Firmino er ímyndin av, at um tú gevur alt fyri eitt fólkakært felag sum Liverpool, so elska viðhaldsfólkini teg afturfyri. Tað rindar kanska ikki allar rokningarnar, men eg eri vísur í at Philippe Coutinho heldur hevði vilja verið í støðuni hjá Bobby í dag, enn at skift til FC Barcelona á sinni.

 

Frá 2017 til 2022 er Roberto Firmino heimsins besti 9’ari hjá Liverpool. Hann skorar ikki eins nógv mál og Luis Suarez, men hugsar í størri mun um heildina og sínar liðfelagar. Hann er ikki eins sjónligur og Salah og Mané, men øll á Anfield vita hvønn týdning brasilski teknikkurin hevur.

 

Frimino á troyggjuna

Seinastu kappingarárini havi eg keypt mær ein Liverpool troyggju til hvørt kapparár. Á sumri 2021 – mitt í EM-róminum í Keypmannahavn – keypti eg mær nýggju troyggjuna til farna kappingarár. Hana við appilsingulu strikunum.

 

Tað kann henda so nógv gjøgnum eitt summar, at eg ætlaði mær ikki at seta eitt navn á ryggin. Meðan eg stóð í kø í Unisport handlinum á Strøget broytti eg meining. Tað er eitt sindur nakið ikki at koyra eitt navn á. Nú var tað mín túrur og eg hevði eini 10 sekund at hugsa meg um. Tá setti eg mær spurningin: Hvør ger meg glaðast, tá hann skorar. Svarið var einfalt, Bobby Firmino.

 

So hvat er tað sum ger, at vit elska okkara 9’ara so nógv? Eg haldi eg kann siga, at Luis Suarez var betri spælarin, men halgadoy sum hann deildi fjøldina í tvey. Antin elskaði tú hann, ella hataði tú hann. Tað ger Roberto Firmino ikki. Eg veit ikki um nakran, sum hevur nakað ringt at siga um mannin.

 

Gamaní vildi eg ynskt, at hann skoraði fleiri mál og onkuntíð hevði eitt sindur meira av Luis Suarez í sær, men hinvegin so hevur hann einki ego. Tað loyvir restina av liðnum at blóma. Eg fór at hugsa um spælarar sum Xavi og Andrés Iniesta hjá FC Barcelona. Klappaðir av leikvøllunum kring Spania, tá teir góvust og lótu Lionel Messi fara við æruni.

 

Roberto Firmino hevur ongantíð sett seg sjálvan hægri enn liðið ella felagið. Hvør minnist ikki tá Sadio Mané bleiv í øðini inn á Mohamed Salah í dysti á útivølli móti Burnley í meistarakappingarárinum. Í eini illstøðu millum stjørnurnar hjá okkum var tað Roberto Firmino, sum fekk øll niður á jørðina aftur við sínum skeiva smíli.

 

Eg vóni so inniliga, at Roberto Firmino fær ein møguleika at siga farvæl á Anfeild, men Jürgen Klopp hevur víst á, at Liverpool skal vinna og mótstøðan er hørð. Tí verður einki gjørt við hjartanum til ein so týðandi dyst.

 

Roberto Firmino hevur verið skaddur seinastu tíðina, men Jürgen Klopp metti at hann var í spæl til dystin leygardagin. Um endin ikki verður dreymakendur, so fekk hann løtuna í 7-0 sigrinum á Manchester United.

 

Bara dagar eftir at hann boðaði frá, at hann nú gevst í felagnum, skoraði Bobby sjeynda og seinasta málið í søguliga 7-0 sigrinum á Manchester United. Óansæð hvat hvør og hvussu, so verður tað ein kensluborin løta at siga farvæl við Roberto Firmino á Anfield leygardagin.

 

Eg haldi eg fari í mín “Firmino 9” til tveir teir seinastu dystirnar.

 

Takk fyri “Bobby” og blíðan byr í framtíðini

 

YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”