Nýggjárskvøld royndu vit at gera lutakastið um vinningar live á facebook, tíverri gekk tað ikki so væl, og bert tað parturin av “sendingini” sum er áðrenn lutakastið kom út. Formaðurin í felagnum Áki Johansen stóð fyri sjálvum lutakastinum og við á telefon úr Vestmanna var næstformaðurin John Dam. Saman trektu hesir sjey vinningar. Stórsti vinningurin var sjálvandi túrurin til Liverpool í summar saman við Liverpool felagnum. Hepni vinnarin gjørdist limur okkara nummar 239 Svend Jacobsen. Næsti vinningurin eitt gávukort til Bowlinghøllina í Havn – út at eta fyri tvey var vunnin av Nichels Lützen sum er limur nummar 780. Umframt teir størru vinningarnar var eisini lutakast um fimm Kloppa nú t-troyggjur, Vinnarinir av hesum vóru Aron Egholm limur nummar 946, Jákup Svarthamar limur nr. 919, Kenneth Olsen limur nummar 961, Jan Súni Skoradal 437 og Henning Juul M. Jarnskor limur nr. 768.

Liverpool Føroyar ynskir øllum vinnarunum hjartaliga til lukku og sjálvandi eitt gott nýggjár til øll somul.