Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Sum dagur og nátt

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageGrannauppgerðin á Anfield millum Liverpool og Everton endaði við janvleiki 2-2, eftir at Liverpool var á odda 1-0 í hálvleikinum. Hetta var fyrsti dysturin hjá Kenny Dalglish á Anfield síðani hann tók yvir sum Liverpool venjari eftir Roy Hodgson og hetta var fyrsta stigið hann fekk á konto, eftir tap móti Utd og Blackpool. 

Liverpool var frá byrjan munandi betir enn gestirnir og komu eisini fult uppiborið á odda við góðum málið frá Meireles, hetta var hansara fyrsta mál fyri Liverpool. Frammanundan hevið Torres skot á stongina, har retururin kom beint til Kuyt, sum tíverri settið bóltin langt omanfyri úr góðari støðu. Stutt eftir málið hevði Torres aftur eina góða roynd, sum Howard bjargaði meistaraliga.

Liverpool helt áfram at trýsta, og eftir 42 min hevði Meireles aftur ein góðan møguleikan, men skotroyndin var beint á Howard. Í seinasta minutti áðrenn steðgin, fekk Maxi eisini góðan møguleika eftir eitt mistak av Fellaini, men fleiri mál komu ikki áðrenn hálvleik.

Dalglish og leikarinir hava helst (við røttum) verði nøgdir við sítt avrik í fyrra hálvleiki. Dalglish var tíverri noyddur, at taka Agger út í hálvleikinum vegna búksjúku, í hansara stað kom Kyrgiakos, um hetta hevði nakra ávirkan á avrikið í seinra hálvleiki er ilt at siga. Men dysturin vendist tíverri í 2.hálvleiki, tá Everton kom á odda 2-1 við tveimum málum uppá bara 7 min.

 

Fyrst skoraði Distin til 1-1 aftaná hornaspark, tá hann gjørdist leysur við handaru stong, har Skrtel fór heilt skeivur av bæði bólti og mótstøðuleikara, at tað so ikki skuldi verði dømt hornaspark til Everton er ein onnur søga. Tá ið 52 minuttir vóru leiktir, fekk Leon Osman bóltin eftir eina luftduel millum Anichebe og Kelly, har Kelly kom sera illa fyri. Osman spældi bóltin til Jermaine Beckford, sum snýttið Skrtel og gjørdist leysur við Pepe Reina. Beckford setti bóltin trygt í netið, og so var 2-1 til Everton og uppá bara 7 minuttir, var ein góður dagur blivin til svarta nátt.

 

Eg má tíverri viðganga at Everton eftir málini vórðu greitt omaná, Everton stýrdi nú mest sum øllum spælinum heilt fram til Liverppol eftir 68 min. fær brotsspark, tá Howard heldur óneyðugt feldi Maxi. Kuyt var settur at skjóta og hann settið bóltin trygt ínetið til 2-2.  So var aftur ljós at síggka í myrkrinum. Dirk Kuyt fekk sostatt bjargað Dalglish, sítt fyrsta stig, tí fleiri mál komu ikki í dystinum. 

 

Niðurstøðan eftir hendan dystin má verða, at vit vístu góðan liðanda, við at koma aftur úr sera truplari støðu og mótgangi. Í sjálvum spælinum sær tað eisini til,  at Liverpool í álopsstøðu nú hevur fleiri fólk framvið, eitt nú gera Meireles og Lucas munandi fleiri renningar fram eftir vølinum, enn við Hodgson. Um tað er nokk til at vit koma heilt fram á eitt 6 pláss er trupult at siga.

 

Eg haldi tó framvegis, hóast eitt rímuliga gott avrik av okkara, at tað er avgerandi neyðugt, at Liverpool longu nú í januar keypa  3 kanska 4 leikarar. Suarez frá Ajax er eitt gott boð sum makkari til Torres. Kanska Downing og Johnson til kantarnar og so ein góðan verjuleikara, sum makkara til Agger.

 

 

Leikara metingar

 

Reina 6: Ikki eins tryggur, sum undanfarin ár, serliga tá ið tað kemur til tað skjóta útspælið. Hevur eisini trupuleikar við innlegg. Kundi tó einki gera við málini.

 

Kelly 7: Góðkent avrik og væl tað, av unga leikaranum. Serliga góður í fyrra hálvleiki, fellur eitt sindur saman við restini av liðnum eftir steðgin. Fær heilt tó greitt afturvæl til næsta dyst.

 

Skertl 3: Vánaligasti máður á vøllinum, so illa út við bæði málini hjá Everton og tapti so at siga allar sínar nærdystir við Fellaini. Bóltførleiki er sum altíð sera vánaligur.  

 

Agger 7: Var tryggur, er góður við bóltinum. Hevið eisini trupuleikar í luftspælinum, men Agger er okkara besti verjuleikari. Vónandi er hann klárur til komandi dyst.

 

Johnson 6: Er ein framúr góður leikari í álopsspælinum,  kemur aftur í dag væl framvið, men tó ikki eins nógv, sum tá ið hann liggur í høgru síðu, gera tað eisini væl í verjupartinum og er helst besti vinstri bakkur vit hava haft higartil í ár.

 

Lucas 7: Aftur eitt gott avrik av Lucas, avsplælið við bóltinum kundi verði betur, hann mangar skjótleika og kann tískil ikki seta fólk av, men verjukendi leikluturin er góðkendur.

 

Spearing 6: Ungur leikari sum heilt sikkurt ger sítt besta, kempar og rennur. Hevur ok bóltførleika. Skal tó viðganga at eg havi trupult við, at síggja at hann er ein leikari, sum kemur at mynda ein framtíðar Liverpool miðvøll.

 

Mereiles 7: Í mínari bók ein góður fótbóltsleikarin skoraði eitt gott mál og var nær við at fáa eitt avtrat. Tekniskt væl fyri og sleppur væl av við bóltin og flytur seg væl.

 

Kuyt 5: Rennur, rennur og rennur, men tíverrri er Kuyt best tá ið Liverpool ella hann sjálvur ikki hava bóltin. Tað er bara ikki gott nokk til Liverpool

 

Maxi 6: Kemur til góðar støður og er góður við bóltinum, er hást tað ov lítið sjónligur stórar partar av systinum og so manglar eins og eitt nú Kuyt og Lucas tann avgerandi skjótleikan.

 

Torres 7: Nú er hann næsta har góði gamli Torres, tað er líkt til at Dalglish hevur fingið eitt sindur av vilja og trúgv aftur í mannin.

 

Kyrgiakos 6, Ótryggur við bóltinum sum vanligt, er tó mundandi sterkari í lufspælinum enn Skrtel, og helst eisini ein tryggara verjuleikari.

 

Shelvy 5: Keddur av at siga tað, men í mínari bók er hann ikki góður nokk til Liverpool. Haldi heldur ikki at hann er nakað lýsandi talent. Kanska eg fari skeivur.

Sum dagur og nátt
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan