Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Ein kærkomin sigur

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageFyri ikki at detta longur niður á stigatalvuni var einki annað enn ein sigur ímóti Wolverhampton gott nokk. Dysturin gekk tíbetur eisini júst sum hann skuldi, tí eftir síðsta bríksl var støðan 3-0 til okkum. (les meira inni í greinini).

Eingin ivi man vera um, at fleiri Liverpool fjepparar í dag vóru nervøsir um, hvussu tað skuldi gangast hjá liðnum í dag. Sjálvt um vit á pappírinum eru eitt betri lið enn Wolverhampton, so hevur eingin dystur hjá okkum verið lættur í ár, og serliga ikki á útivølli.

Men í dag sóu vit eitt hamskift Liverpool lið, sum var tendrað og spældi góðan fótbólt. Dysturin byrjaði javnur, har bæði liðini royndu at trýsta og skapa málmøguleikar. Wolves royndi at trýsta Liverpool høgt uppi á vøllinum og hetta gav okkum nógv pláss fram eftir vøllinum. Wolves vóru ongantíð heilt vandamiklir, men Liverpool megnaði at skapa nakrar vandamiklar málmøguleikar í hinum endanum. Hetta gav úrslit í 36. minutti, tí Poulsen finnur ein fríðan Meireles, sum hevur snýtt offsidefelluna hjá Wolves. Hann er púra fríður, men spælir bóltinum yvir til Torres, sum bara skal seta innarusíðuna á bóltin. 1-0 til okkum. Wolves royndi eftir málið at fáa eitt útjavndandi mál, men hetta kom tíbetur ikki, og liðini fóru til hálvleiks.

Sum í fyrra hálvleiki, so royndi Wolves beinanvegin at trýsta Liverpool høgt uppi við vón um at fáa mál, men verjan stóð væl og Reina fangaði fer eftir fer bóltarnar, sum komu frá teirra mongu innleggum. Man sat eitt sindur ørkymlaður hesar fyrstu minuttirnar og hugsaði um dystin ímóti Everton, men ein endurtøka av tí dystinum bleiv hetta tíbertur ikki. Hinvegin fór Liverpool í álop eftir 5 minuttir, har eitt innlegg blívur sent inn í feltið. Bólturin blívur skallaður út úr feltinum, har Meireles stendur ger ikki mætari enn at heilflúkta bóltin í netið. Eitt ógvuliga flott mál frá miðvallaranum, sum spældi ein góðan dyst í dag, og eftir mínum tykki var besti leikarin á vøllinum.

Dysturin tyktist nú at vera avgjørdur og Wolves kláraðu ongantíð ordiliga at seta okkum undir trýst og leiðslan var tí ongantíð í vanda. Verjan stóð væl, sjálvt um vengirnir hjá Wolves sluppu nakað lætt til at leggja innlegg innfyri, men frammanfyri málinum var tað sum oftast Reina ella Liverpool verjan, sum fekk beint bóltin vekk frá vanda.

Restina av dystinum sat Wolves fyri tað mesta á, og Dalglish gav leikarunum boð um at leggja seg eitt sindur longur aftur á vøllin. Hetta gav okkara leikarum møguleikan at seta skjótálop í gongd og hetta riggaði ofta. Fer eftir fer blivu vengirnir sendir avstað fram eftir vøllinum, og hetta burdi givið betri úrslit, tá m.a. Shelvey bleiv spældur púra fríður av Meireles, men hann fekk ikki nóg gott skot á bóltin.

Men í yvirtíðini bleiv Kuyt spældur púra fríður, og hann setti beina kós ímóti málinum. Hann bleiv eitt sindur trýstur inni í feltinum og klossaði bóltin frá sær, men Torres var púra klárur og smekkaði bóltin í netið. 3-0 til okkum og dysturin var avgjørdur. 

Tað var ein sonn frøði at síggja Liverpool spæla í dag. Leikararnir vóru tendraðir og spældu góðan fótbólt. Leikarar sum Meireles, Torres og Maxi spældu allir ein ógvuliga góðan dyst og bóru teir liðið fram í dag. Mikukvøldið møta vit Fulham, og har skal sama spælið finnast fram. Gera vit tað, so vera vit torførir at vinna á.

Leikara metingar, Áki Johansen:

Reina 6: Framvegis ikki heilt í topp. Skjóta útspælið haltar, umframt at tað eru ávísir trupuleikar við innlegg.

Kelly 6: Ikki eins væl sum móti Everton. Tað sum Wolverhamton skapar í dag er úr hansara síðu, kemur heldur ikki nógv framvið.

Skertl 5: Betur enn seinast, men aftur vánaligasti maður hjá Liverpool, stórar trupuleikar við timing og serliga avspælinum.

Agger 7: Aftur tryggur, góður við bóltinum. Stóð seg óvanliga væl móti fysiska spælinum hjá Wolverhamton.

Johnson 6: Spælir ein góðkendan dyst, rímuliga góður defensivt, men sum Kelly kemur hann ikki nógv framvið í dag.

Lucas 7: Aftur eitt super gott avrik av Lucas, avsplælið við bóltinum kundi verði betur, men hann ger framvegsi alt ov nógv fríspørk nær okkara málið.

Poulsen 5: Góðkent avriki og væl tað í fyrra hálvleiki, góða fríspæling til Meireles. Ótrúliga vánaligur eftir steðgin.

Mereiles 9: Klárt besti leikari hjá Liverpool í dag, skoraði eitt framúr gott mál umframt upplegg til Torres. Tekniskt sera væl fyri, sleppur væl av við bóltin og flytur seg væl, nógvar góðar rennigar fram eftir vøllinum.

Kuyt 6: Ok avrik, rennur nógv, men hevur so ómetaliga trupult at sleppa av við bóltin, brennur eisini ein stóran møguleika.

Maxi 6: Aftur eitt ok avrik, uttan at tað kemur so nógv burturúr. Er ov lítið sjónligur stórar partar av dystinum.

Torres 8: Tvey mál í dag, og vísur sum heild góða vilja. Skjótleikin er ikki heilt har enn, men tað verður betri og betri 

Shelvy 0: Eingin meting, hevði tó ein stóran møguleika.

Aurelio 0: Eingin meting.

Ein kærkomin sigur
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan