Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Fulham á vitjan

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
prop071110-48-liverpool_fulhamTá Fulham í kvøld kemur á vitjan skal Liverpool royna at finna góða og flotta spælið fram aftur, sum vit vístu ímóti Wolverhampton herfyri. Leikararnir vóru ágrýtnir og tendraðir, og tá sá av álvara út til, King Kenny hevur funnið tað rættað fram í leikarunum aftur. Vísa vit sama spæl og somu spæligleði ímóti Fulham, so verða vit torførir at vinna á. Men ikki bara dysturin ímóti Fulham er spennandi, leikaravindeygað er eisini opið, og søgurnar ganga heitar um leikarar sum eru á veg til Liverpool (les meira inni í greinini).

Tað hevur ikki gingið so væl hjá Fulham í ár, sum tá Roy Hogdson var venjari hjá teimum. Teir liggja á einum tungum 15. plássið, einans 4 stig frá niðurflyting, og tí fara teir uttan iva at gera alt fyri at fáa øll stigini við sær heim frá Anfield í kvøld. Men sjálvt um Fulham liggur á einum tungum 15. plássið, so er hetta bert 3 stig aftanfyri Liverpool, sum liggur sum nummar 11 áðrenn dystin, so okkara leikarar burdu sjálvandi eisini verið tendraðir fyri at sloppið longur upp á stigatalvuni, har tað er stuttligt at vera. Gerrard er eisini tøkur aftur til dystin, eftir at hava havt leikbann teir síðstu dystirnar.

Dysturin leygardagin ímóti Wolverhampton var sera væl spældur frá okkara síðu, har fleiri leikarar spældu upp til sítt allar besta. Hetta var enntá á útivølli, so tað burdi verið ein sjálvfylga, at tað sama verður víst á heimavølli ímóti Fulham. Men tíverri, so hevur einki verið ein sjálvfylga fyri Liverpool í ár, har ið alt sum kann ganga illa, hevur gingið illa. Tí skal sigast, at um vit fáa ein sigur í hús í kvøld, so sær alt knappliga meira ljóst út, og leikararnir fara heilt víst at trúgva uppá, at tað ber til at toga seg nógv longur upp á stigatalvuni. Tað hava vit í øllum førum harðliga brúk fyri!

Í hesum døgum er tað tó ikki bara dystirnir hjá Liverpool, sum tosað verður nógv um. Leikaravindeygað er opið hendan mánaðin út, og nógvar søgur ganga um, hvørjir leikarar eru á veg til Liverpool, og hvørjir munnu fara úr felagnum. Ryan Babel skifti týsdagin til týska felagið Hoffenheim, hóast tað var uppá tal, at hálendingurin ikki ynskti at skifta felag. Hoffenheim mátti leggja £5,8M á borðið fyri Babel, sum annars kostaði Liverpool £14 í 2007. Babel beit seg ongantíð heilt fastan á besta liðið hjá Liverpool, so tað lá kanska í luftini, at eitt skifti var á veg.

Tað sum vit Liverpool fjepparar nokk eru meira áhugaðir í, er hvørjir leikarar munnu vera á veg til felagið. Tvey heit nøvn eru Charlie Adam hjá Blackpool og Luis Suarez hjá Ajax, sum báðir hava verið frammi í miålunum og sagt, at teir ynskja at skifta til Liverpool. Men í bæði Blackpool og Ajax hava Liverpool rent seg í forðingar, har tað bæði hevur verið hótt við saksøkjan o.ø. tí feløgini vilja vera við, at Liverpool hevur borið seg skeivt at tá teir hava kontakta leikararnar báðar. Hvussu er og ikki, so hevur Liverpool bjóðað uppá báðar leikararnar, £4M fyri Charlie Adam og eini £12-13M fyri Luis Suarez. Bæði Blackpool og Ajax søgdu beinanvegin nei takk til tilboðið, sum tey hildu vera alt ov lá. Blackpool krevur áleið £10M fyri Adam, ímeðan Ajax krevur heili £25-30M fyri Suarez, sum hevur skorað sera nógv mál fyri Ajax síðan hann skifti til teir í 2007 frá Groningen.    

Einki er at ivast í, at báðir hesir leikararnir høvdu gjørt ein stóran mun á Liverpool liðnum. Sterki skotin Charlie Adam kann koma inn og styrkja um miðjuna, har vit til tíðir hava sæð nakað veikir út við Lucas og Poulsen. Luis Suarez kann bæði spæla vongur og longur frammi á vøllinum, og tað er kanska serliga har vit Liverpool fjepparar høvdu viljað sæð hann. Longi hava vit manglað ein styrk í álopið, har Torres ofta hevur sæð nakað einsamallur út. Sjálvandi kann hann eisini brúkast á einum høgra vongi, har vit hava mangla styrki tey seinastu fleiri árini.

Spennandi er at fylgja, hvussu tað gongur hjá Liverpool á jaktini eftir hesum báðum leikarunum, men um man skal trúgva teimum ymisku miðlunum, so standa Liverpool og tey bæði feløgini sera langt frá hvørjum øðrum hvat pengum viðvíkir. So spennandi er at síggja, hvat teir nýggju eigararnir vilja loyva okkum at gera áðrenn leikararavindeygað stongir 31. januar.

Fulham á vitjan
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan