Liverpool vann á Anfield í kvøld og harvið fekk Dalglish sín fyrsta sigður á heimavølli. Liverpool hevur nú fingið 7 stig í 3 teimum seinastu dystunum og er nú á einum 7 plássi. Liverpool leikti so sannuliga ikki nakran góðan dyst í kvøld, kanska heldur hinvegin, tó so at liðið byrjaði báðar hálvleikirnir rættuliga væl. Torres var beinanvegin vandamikil og fekk bóltin í mál, sum tó ikki bleiv viðurkent, tí hann var rangstaddur. Liverpool fekk eftir hetta ongantíð lagt verðuligt trýst á Fulham, sum leikti eins væl og heimaliðið, serliga var tað fyrrverandi Liverpool leikarin á miðvøllinum Danny Murphy sum var sjónligur fyri gestirnar.
Fáa minuttir eftir steðgin var Torres aftur framvið, men skotroyndin rakti Hangeland og fór á stólpna hjá Fulham, men onkursvegna endaði hann í málinum umvegis fleiri Fulham leikarar. Sum fráleið legði Liverpool seg langt aftur á vøllin at verja og spælið bleiv sum heild bara verrri sum fráleið, Liverpool royndi seg við longum sendingum, men neyvleikin var so sum so. Seinastu 15 minuttirnar bleiv bara sparka so langt sum møguligt, tann vegin sum nøsin vendi.
Tað kann undra, at tað er so lítið at síggja til one touch spælið sum Liverpool annars er so eyðkent fyri. Hetta kemur vónandi aftur saman við sjálválitinum. Tað sum skal til er "bara" at vinna enn fleiri fótbóltsdystir.
Í dag kunnu vit bara gleðast um, at liðið megnar at vinna, hóast tað stóð sera nógv á seinastu minuttirnar, har dagsins maður í dag, Meireles bjargar roynd frá Hangeland á málstrikuni.
Leikara metingar:
Reina 8: Ein tann besti dysturin hjá Reina í longri tíð, góðar bjargingar og setir spælið væl ígongd.
Kelly 6: Kemur væl framvið og hevur fleiri góð innlegg, ikki altíð so tryggur við bóltinum, smáspæl er ikki hansara sterkasta síða.
Skertl 5: Betur enn seinast, men ger framvegis tápulig fríspark. Stórar trupuleikar við timing og serliga avspælinum.
Agger 7: Aftur tryggur, góður við bóltinum, roynir at luttaka í spælinum frameftir vøllinum tá ið tað er møguligt, tryggur í verjupartinum
Johnson 7: Ok defensivt í dag, og tekur væl meira lut í spælinum offensivt enn seinast, eina góða roynd á mál.
Gerrard 6: Gott at hava liðskiparan við aftur, men sá alvorliga út til at mangla dystarvenjing
Poulsen 6: Góðkent avriki, men hann sleppur ikki altíð væl av við bóltin
Mereiles 9: Klárt besti leikari hjá Liverpool aftur í dag, flytur seg væl offensivt og defensivt, hevur góða roynd á málið.
Kuyt 5: Rennur nógv, men hevur so ómetaliga trupult at sleppa av við bóltin og mengnar als ikki smáspælið.
Maxi 5: Kemur ikki so nógv burturúr í dag. Er lítið sjónligur so at siga allan dystiin.
Torres 6: Arbeiðir fyri liðið, men mann hevur altíð vónir til at størri avrik enn í dag
Shelvy 0: Eingin meting.
Aurelio 0: Eingin meting.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









