So er D-dagurin komin, hvat fer at henda í dag? Vit kunnu siga vælkomin til Luis Suarez, sum er komin frá Ajax fyri £23M, harvið er hann dýrasti leikari hjá Liverpool nakrantíð. Hinvegin er líkt til, at maðurin sum Suarez skuldi spæla saman við, í "nýggja" álopinum hjá Liverpool Fernando Torres, fer frá Liverpoool til Chelsea, Daily Star skrivar í morgun, at Roman Abramovich bjóðar £50M í reinum pening fyri Torres, spurningurin er um Liverpool kann siga nei?. Tað er nokk ikki tann stóra øsingin um at Konchesky skal leigast út til Nottingham Forrest.Tað ljóðar eisini, at Liverpool hevur ætlanir um, at keypa tríggjar leikarar umframt Suarez, hesir skulu verða Ashley Young, Charlie Adam og Andy Carroll fyri samanlagt umleið £50M. Kl 23 í kvøld er alt avgreitt!
Vit eru við allan dagin!
Kl.11.00. Dalglish sigur á dagsins tíðindafundi at støðan viðvíkjandi Torres er óbroytt. Liverpool hevur givið Torres avslag uppá hansara umsøkn um at sleppa til Chelsea!
Kl.12.00. Newcastle hevur avvíst eitt boð uppá umleið £25M fyri Andy Carroll.
Kl.15.00. Nakrir portalar vilja verða við, at Torres beint nú er ávegis til London í tyrlu.
kl.15.05. Liverpool hevur bjóða £35M uppá Andy Carroll!
kl.15.15. Blackpool hevur keypt Andy Reid frá Sunderland, tað verður gitt at hann er komin ístaðin fyri Charlie Adam, sum skal verða ávegis til Liverpool?
kl.17.30. Liverpool váttar at avtala er gjørd við Newcastle um keypa av Andy Carroll prísur £35M ella meira.
kl.17.30. Liverpool váttar samstundis at avtaler er gjørd við Chelsea um Fernando Torres prísur umleið £50M.
kl.19.30. Umboð fyri Liverpool er ávegis til Blackpool fyri at gera sáttmála við Charlie Adam.
kl.21.00. Liverpool hevur lagt nýtt boð inn fyri Charlie Adam, nú ljóðar at hetta er í kappbjóðing við Man Utd.
kl.22.00. Tað er ikki líkt til at Charlie Adam kemur til Liverpool.
kl.22.55. Andy Carroll hevur skriva sáttmála við Liverpool fram til 2016 eins og Suarez hevur. Carroll skal leika við nummar 9 og Suarez við nummar 7.
kl.23.00. D-dagurin er komin at enda. Januar endar við Babel og Torres út, Suarez og Carroll inn.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









