Luis Suarez er partur av hópinum hjá Kenny Dalglish, sum tekur ímóti Stoke á Anfield í kvøld, Andy Carroll er hinvegin ikki klárur enn. Luis Suarez skoraði 81 mál í 110 dystum fyri Ajax frá 2007 til 2011. Eftir bara 16 min hevði málkongurin gjørt sítt fyrsta mál fyri Liverpool (vit geva honum málið)
Liverpool vann 2 -0 og talan var um ein greiðan sigur. Liverpool var betra liðið, men tað tók ein hálvan tíma áðrenn Gerrard og hinir reyðu komu í gongd. Hinvegin megnaði Stoke ongantíð at hótta Reina í fyrra hálvleiki. Stoke hevði í alt bara tvær góðar royndir á Liverpool málið.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









