Eftir nakrar sera hektiskar dagar í seinastuni, er gerandisdagurin aftur komin í Liverpool og Stoke var mikukvøldið á vitjan á Anfield. Uttan nakran Torres í Liverpool longur, skuldu vit við Luis Suarez á bonkinum royna at halda áfram við fínu gongdini, ið vit hava havt við Kenny Dalglish sum venjara (les meira inni í greinini)
Dysturin byrjaði sum vantað við, at Liverpool hevði bóltin mesta partin av tíðini, og Stoke leikararnir vóru sera defensivir, og mest sum pakkaðu seg niður á egnari hálvu. Tað, sum hinvegin var eitt sindur yvirraskandi var, at Kenny Dalglish hevði valt at stilla liðið eitt sindur annaðleiðis enn vanligt. Johnson var á vinstra vongi, Kuyt var áleypari, ímeðan Aurelio spældi mítt á miðjuni. Harafturat hevði Kelly fingið at vita, at hann skuldi leggja seg langt fram á vøllin, og tað líktist tí, at vit bert høvdu 3 verjuleikarar í dag. Agger og Skrtel høvdu ein frían leiklut, ímeðan Kyrgiakos varð settur at ansa eftir sterka John Carew.
Í fyrra hálvleiki høvdu vit sum sagt mesta spælið, men til tíðir var tað sera torført at fáa spælt seg ígjøgnum verjukenda Stoke liðið. Leikararnir royndu at flyta seg nógv og royndu at spæla bóltin skjótt runt, men Stoke leikararnir stóu væl í verjuni og fingu ofta brotið Liverpool spælið niður. Tó fingu vit skapt nakrar møguleikar, har m.a. Johnson kom upp til eitt innlegg frá Kelly, men uppá ein ella annan máta fekk Stoke málverjin syrgt fyri, at bólturin ikki fór í netið. Eftir hetta fingu Liverpool leikararnir blóð uppá tonnina og sóu út til at trúgva enn meira uppá tað. Floytað bleiv til hálvleik, men tað sá út til at blíva ein góður annar hálvleikur.
Og tað bleiv hann so sanniliga eisini, tí eftir bert 2 minuttir fingu vit fríspark beint frammanfyri miðjuna, sum Gerrard tók sær av. Hann skeyt ein flatan bólt inn móti málinum, har bólturin til síðst endaði fyri føturnar á Meireles, sum smekkaði bóltin í netið. 1-0 til okkum og ein øgiligur lætti! Liverpool royndi at trýsta meira eftir málið, men eingir veruligir møguleikar spurdust burturúr, og ístaðin var tað Stoke, sum kom meira og meira inn í dystin. Teir byrjaðu at spæla bóltin meira runt, og við eitt sindur av heldi kundu teir fingið mál, men Reina og verjan høvdu sum oftast skil á støðuni. Serliga kláraði Kyrgiakos sína uppgávu sera væl, har John Carew ikki fekk tað stóra burturúr, men ístaðin bleiv irriteraður og gjørdi býtt fríspørk ímóti okkara leikarum.
Eftir eini 63 minuttir hendi tað so, sum vit fjepparar sótu og bíðaðu eftir: Suarez bleiv skiftur inn fyri Aurelio, sum var eitt sindur anonymur í dystinum. Suarez sá út til at vera vælupplagdur, sjálvt um maðurin ikki er í dystarvenjing. Í 79. minutti bleiv hann eisini spældur púra fríur ímóti málmanninum, sum hann sneiddi fyri síðan at senda bóltin ímóti málinum. Ein Stoke verjuleikari kláraði tó at koma aftur til bóltin, men klossaði hann í netið. 2-0 til okkum og Anfield stóð til at bresta av gleði.
Liverpool hevði eftir hetta fullkomiliga stýr á dystinum, og kanska kundu enntá lagt okkum á odda 3-0 um menn vóru eitt sindur neyvari frammanfyri málinum. Men alt í alt var hetta ein fínur dystur frá Liverpool, og best av øllum var at síggja, at vit væl kunnu spæla skjótan og góðan fótbólt, sjálvt um Torres ikki er við. Og sum rosinan í pylsiendanum kom Suarez inn og gjørdi tað fyri so vítt fínt. Hann flutti seg væl runt og spældi bóltin væl frá sær. Man sá tó til tíðir, at hann skal spælast inn á liðið. Tá vit koma so langt og Andy Carroll kemur ordiliga í gongd, tá verða vit vandamiklir, tað er eingin sum helst ivi í.
Sunnudagin møta vit Chelsea og tað verður ein ótrúliga spennandi dystur, har Torres fær sína debut fyri teir bláu. At fingið ein sigur á Stamford Brigde hevði verið fantastiskt, ikki minst fyri at kunna sett Torres eitt sindur uppá pláss.
Leikaramet:
Reina 6: Ger tað væl í dag, sjálvt um hann ikki hevur so nógv at gera. Hevur tó eina sera góða bjarging í 2. hálvleiki og heldur okkum sostatt á sigurskós.
Kelly 7: Hevði eina trupla uppgávu í dag, har hann skuldi vera langt frammi á vøllinum, men ger tað fínt bæði fram- og aftureftir vøllinum
Kyrgiakos 7: Fær eina uppgávu í dag, og tað er at pakka Carew niður, og tað ger hann ógvuliga væl.
Agger 7: Ger tað væl í verjuni, og tekur nakrar fínar túrar fram eftir vøllinum.
Skrtel 6: Ger tað eisini væl í verjuni, men er eitt sindur anonymur, av tí at Liverpool fyri tað mesta hevði bóltin frammanfyri miðjuna.
Johnson 6: Hevði fingið eina trupla uppgávu á vinstra vongi, har hann ikki følir seg heima. Fær tó nakrar túrar fram eftir síðuni, men ikki so nógvar, sum vit kundu hugsað okkum.
Leiva 6: Dettur eitt sindur burtur á miðjuni, men ruddar fínt upp til tíðir.
Aurelio 5: Er ikki til at síggja á vøllinum í fyrra hálvleiki, men er heldur ikki vanur við at spæla mitt á miðjuni.
Gerrard 7: Góður dysturin frá liðskiparanum, skapar nógv fram eftir vøllinum, og nógv álop ganga ígjøgnum hann.
Meireles 7: Er líka sum Gerrard við til at skapa nógv fram eftir vøllinum. Tó var hann ikki líka skarpur sum hann hevur verið síðstu dystirnar, men málið telir sjálvandi upp.
Kuyt 6: Arbeiðir hart sum altíð, og tað sá út til at hann dámdi væl at sleppa fram í álopið at spæla, men fær ikki gjørt so nógv einsamallur.
Suarez og Shelvey fáa ikki so langa tíð, men einki er at ivast í, at Suarez fekk eina góða byrjan uppá sína tíð í Liverpool.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









