Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Gysarin í London

Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageTað verður einki minni enn ein gýsarin, tá ið Dalglish og Liverpool skulu til London sunnudagin at leika móti Chelsea.  Hesafer er tað kanska ikki úrsltið, sum hevur størstan týdningin, jú sjálvandi vilja vit vinna dystin. Men hinvegin hevur tað nú, eisini fingið ein serligan týdning, at Fernando Torres hetjan í Liverpool, fyri bara nøkrum fáum døgum síðan, ikki hevur ein góðan dyst móti okkara. Tað skal ikki undra, um Carragher kemur aftur frá skaða til júst hendan dystin, og tað við einari missión "mansverja Torres". (les meira)

Her er alt tað sum er neyðugt at vita áðrenn gysarin millum Chelsea og Liverpool sunnudagin.  

Í november vann Liverpool 2-0 á Anfield við tveimum málum í fyrra hálvleiki, frá nú fyrrverandi Liverpool leikaranum Fernando Torres. Liverpool skal nú royna, at vinna báðar uppgerðinar í einum kappingarárið, nakað sum teir bara hava megna í tvær ferðir í Premier League. Vit minnast at Alonso og Bruno Cheyrou avgjørdu fyri Liverpool á Stamford Bridge. Annars hevur Liverpool bara fingið 10 stig av 54 møguligum á útivølli móti London liðinum. Liverpool hevur harumframt tapt 11 av teimum seinastu 14 og bara vunnið 2 av teimum seinastu 20.

Joe Cole, sum nú leikar fyri Liverpool skoraði 38 mál í 282 dystum fyri Chelsea tey 7 árini hann leikti á Stamford Bridge. Glen Johnson leikti 72 dystir fyri Chelsea í tíðarskeiðinum frá 2003-2007 og skoraði 4 mál.

Steven Gerrard, sum í fleiri á hevur verið ein tann besti leikarin hjá Liverpool hevur leikt heili 30 dystir móti Chelsea, men heilt ólíkt honum hevur hann bara fingið 1 mál móti teimum, tað var í 4-1 tapinum á Anfield í oktober 2005,  Joe Cole skoraði fyri Chelsea. Pepe Reina fekk reytt kort í dystinum á Stamford Bridge í februar 2006 og tað sama fekk Gerrard í dystinum 3 ár frammanundan. 

Patrik Berger er ein av bara fýra Liverpool leikarum, sum hava fingið hat-trick móti Chelsea hetta var í oktober 1997. Hinir eru James Stewart (1910), Fred Pagnam (1915) og Gordon Hodgson (1930). Felags fyri allar fýra er, at tað hendi á Anfield.

Síðan besta deildin í Onglandi fekk navnið Premier League hevur Liverpool í alt vunnið 14 og tapt 16 móti Chelsea. Liverpool hevur bara skorað 7 mál í teimum seinastu 18 dystunum á Stamford Bridge

Liverpool hevur ongantíð fingið fleiri enn eitt mál í einum dysti, í teimum seinastu 14 vitjanunum síðani 2-2 javnleikin í Desember 1995 tá ið Steve McManaman fekk bæði málini, harumframt hevur Liverpool bara megna 3 clean sheet í teimum seinastu 15.

Tað eru bara Fabio Aurelio, Lucas og Dirk Kuyt í Liverpool hópinum, sum hava skorða fyri Liverpool á Stamford Bridge,  øll málini eru komin í Champions League dystum.

Um Liverpool vinnur so er tað fyrstu ferð síðan september 2009, at liði vinnur tveir útidystir á rað, samstundis vil tað so verða 4 sigurin á rað og eisini tað er fyri fyrstu ferð síðani september 2009.

Chelsea hevur bara fingið 6 mál móti Liverpool í teimum seinastu 9 dystunum, heima og úti.. Men Chelsea hevur bara tapt 4 av teimum seinastu 131 Premier League dystunum á Stamford Bridge.

Didier Drogba hevur skorað 10 mál móti Liverpool, 2 fyri Marseille og 8 fyri London liðið. Fernando Torres hevur skorað 7 mál í 8 dystum fyri Liverpool móti Chelsea.

Chelsea hevur bara fingið 7 mál ímóti, á Stamford Bridge higartil hettar kappingarárið 6 av hesum málum í tveimum dystum móti.

Eitt er sikkurt hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkara. Koyr á Liverpool.

YNWA.

 

Gysarin í London
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan