Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Fernando who?

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageVit skuldu í torføran dyst ímóti Chelsea á útivølli, har vit ikki fingið nógv bruturúr tey síðstu árini. Hetta var ein sera spennandi dystur, tí Torres skuldi spæla ímóti okkara leikarum, sum gjarna vildu vísa Torres, hvar skápið skal standa. Og tað gjørdu teir ! (les meira inni í greinini)

 

King Kenny hevði í dag valt sær eitt verjukent lið, sum skuldi liggja aftri á vøllinum og verja fyri einum álopssinnaðum Chelsea liðið, sum hevði heili 3 klassaáleyparar í byrjunaruppstillingini. Síðan skuldi satsast uppá skjót mótálop, og tað júst á hendan hátt dysturin byrjaði. Chelsea setti seg beinanvegin á dystin og hevði bóltin nógv og royndi at trýsta Liverpool langt aftur á vøllinum. Vit høvdu eisini flestu leikarar aftanfyri bóltin, og hetta riggaði væl. Verjan stóð ógvuliga væl, og tað bleiv ongantíð til teir stór møguleikarnar til teir bláu. Torres bleiv tó sendur fríur inn í feltið einaferð, men Carragher, sum var aftur á liðnum eftir skaða, kom væl niður og fekk vart fyri.

Tað var tó ikki soleiðis, at Liverpool als ikki hevði bóltin, tí fer eftir fer fingu vit brotið uppspælið hjá Chelsea fyri síðan at seta eitt mótálop í gongd. Sum oftast var tað Gerrard sum stóð á odda fyri hesum álopum, og hann gjørdi tað eisini væl. Einaferð kom hann at standa hampuliga fríður inni í feltinum hjá Chelsea, men skotið endaði fyri føturnar á Maxi, sum á ein ella annan hátt kláraði at skjóta bóltin á yvirleggjaran, sjálvt um málið var púra frítt. Knappliga var tað vit sum kundu ergra okkum um, at vit ikki vóru frammanfyri í dystinum, tí møguleikin hjá Maxi var klárt tann størsti í fyrra hálvleiki.

 Í øðrum hálvleiki byrjaði Chelsea við at trýsta enn meira enn í fyrra hálvleiki, men aftur nú stóðu okkara leikarar ótrúliga væl í verjuni. Agger, Carragher, Skrtel og Kelly arbeiddu sum nakrir hestar í verjuni og fingu syrgt fyri, at allar álopsstjørnunar hjá Chelsea ikki komu til nakran møguleika. Tað sást eisini heilt týðiliga, at Liverpool leikararnir royndu at fáa ferðina av dystinum, og harafturat hugsaðu teir, at ein javnleikur á útivølli ímóti Chelsea var í ordan. Men tað møguleikin býður seg at skora mál, so er eisini at taka av, og tað dugir Meireles ! Í 70. minutti bleiv eitt nakað tilvildarligt innlegg sent inn í feltið hjá Chelsea, har málmaðurin og verjan misskiltu hvønn annan, og bólturin fekk loyvi at ferðast heilt yvir til Meireles, sum smekkaði bóltin í netið. 1-0 til okkum og gleði lýsti av okkara leikarum og ikki minst King Kenny.

Ein sat við tí fatan, at hetta fór at vera nakrir strævnir síðstu 20 minuttir, men stóra trýstið sum Chelsea legði á okkum í endanum gav tíbetur ongantíð nakað úrslit. Áleypararnir blivu pakkaðir niður og frustratiónin var týðilig at hóma á andlitunum hjá teimum bláu. Teir funnu ongan veg ígjøgnum sterku verjuna hjá okkum og kláraðu ikki at skapa tað sum líktist einum møguleika. Nøkur skot komu útifrá, men ongantíð bleiv Reina heilt royndur av. Eisini royndu Chelse leikararnir at appellera fyri straffi nakrar ferðir, men einki gekk eftir vild fyri teir bláu í dag. Tað gjørdi tað tó fyri okkum, tí eftir 5 minuttir yvirtíð floytaði dómarin fyri síðstu fer, og 4 sigurin hjá okkum á rað var veruleiki. Hesinvar enntá fingin í hús á Stamford Brigde við einum ávísum Fernando Torres í bláari blusu og tí man sigurin vera eyka søtur fyri okkara leikarar. Teir fingu so sanniliga víst honum í dag, at Liverpool altso ikki er nakað lítið felag uttan ambitiónir, sum hann sjálvur hevur viljað verið við.

King Kenny hevði í dag eina dystarætlan, sum helt úr enda í annan. Leikararnir arbeiddu hart allir sum ein og viljin lýsti úr teimum. Venjarin hevur so sanniliga fingið vent okkara felag, sum nú aftur er stuttligt at fylgja við. Vit eru nú á einum 6. plássið og vit nærkast Chelsea og Tottenham, sum tó hava ein dyst til góðar, men við hesum spælinum skulu vit nokk koma longur upp eftir talvuni.

Og sum sky sport viðmerkjarin segði: "Fernando who?"

 

Leikaramet:

Reina 7: Hevði yvirraskandi lítið at gera í dag, men tekur sær væl av tí sum er at gera.

Skrtel 7: Arbeiddi væl og hart, men hevði tað eitt sindur trupult til tíðir, har hann m.a. mundi mist bóltin á einum vandamiklum stað.

Agger 7: Arbeiddi somuleiðis væl og hart og fekk pakkað Chelsea álopið niður í einki.

Carragher 8: Fær 8 tal, tí hann kemur inn eftir langan skaða, og ger tað ótrúliga væl. Hann ruddar væl upp og hevur fullkomiliga stýr á støðunum hann kemur út í.

Kelly 7: Imponerar meira og meira, verjir væl.

Johnson 6: Hevur tað eitt sindur torført á vonginum til tíðir, sæst hann skal venja seg við at spæla har.

Gerrard 8: Er eftir míni fatan besti maður í dag, arbeiðir hart og stendir fyri mest sum øllum, sum verður bygt upp fram eftir vøllinum.

Lucas 7: Ger tað eisini væl, arbeiðir hart og ruddar væl upp á miðjuni og fær brotið Chelsea spælið niður.

Meireles 8: Saman við Gerrard er hann við til at byggja nógv upp, og er altíð klárur frammi í feltinum. Hetta gav aftur úrslit í dag.

Maxi 6: Kemur ikki so nógv burturúr hjá honum í dag, og hann brennir óftatiliga ein púra opnan møguleika.

Kuyt 6: Hevur tað sjálvssagt torført ovast á vøllinu, har hann er púra einsamallur. Roynir at trýsta verjuna hjá Chelsea við síni renning, men er eingin hóttan.

Fernando who?
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan