Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Liverpool - Wigan

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
dirk-kuyt-liverpool-wigan-athletic-premier-le_1355480Eftir ein flottan sigur á Chelsea síðsta vikuskifti, skulu armarnir aftur niður um høvd, tí Wigan kemur á vitjan á Anfield. Ein sigur er eitt krav, tí nøkur av liðunum vit royna at kappast við í oddinum møta hvørjum øðrum hetta umfarið, og tí kunnu vit leggja enn meira trýst á oddin (les meira inni í greinini).

 

Tað eru nøkur ivamál til dystin í dag, og eitt av teimum stóru er, um Gerrard verður klárur at spæla. Tað verður sagt úr Liverpool, at teir ætla at bíða so leingi sum møguligt við at taka eina avgerð um, um hann skal spæla ella ei. Tó skal sigast, at liðið fer eftir fer hevur víst, at teir klára seg uttan generalin á miðjuni og hetta skuldi helst eisini verið søgan í dag um hann ikki gerst klárur. Wigan liggur undir niðurflytingarstrikuni við 26 stigum, og av teimum síðstu 6 dystunum hava teir bert fingið ein sigur í hús. Sjálvt um hetta á pappírinum skuldi verið ein lættur sigur, so hevur Liverpool ongantíð havt tað heilt lætt við Wigan, har tað sum oftast er blivið til nakrar heilt smalar sigrar. Tvær tær síðstu ferðirnar teir hava verið á Anfield hava vit vunnið 2-1 og 3-2, so Wigan er heilt sikkurt eitt lið, sum skal takast í álvara.

Spennandi verður at síggja, hvussu King Kenny fer at seta liðið í dag. Helst verður tað meira álopssinnað enn ímóti Chelsea, tá vit lógu langt aftri á vøllinum og lótu Chelsea spæla bóltin sína millum. Í dag eru tað vit, sum skulu út at skapa dystin, og um Gerrard ikki verður tøkur, so verður Meireles ein lyklaleikari, har hann skal inn at stýra liðnum á miðjuni. Tað verður umráðandi við sterkari miðju í dag, tí um Suarez enn ikki er klárur til at spæla frá byrjan av, so er Kuyt ikki nóg sterkur áleypari til at spæla heilt einsamallur ovast á vøllinum. Hann rennur nógv og arbeiðir hart sum altíð, men hann er tíverri eingin verulig hóttan ímóti verjuni hjá mótstøðuliðnum.

Vinna vit í dag klatra vit enn hægri upp eftir talvuni. Tottenham skal á útivølli møta Sunderland, sum ikki verður nakar lættur dystur fyri teir, og vit hava tí møguleikan at veruliga leggja trýst á liðini frammanfyri okkum. Úrtøkan í seinastuni hjá okkum sigur 4 sigrar og einki mál skorað ímóti, og seinni í dag verður 5. sigurin á rað vónandi komin í hús. Við spælinum og geistinum vit hava sæð seinastu tíðina, so skal tað nokk ganga.

 

 

Liverpool - Wigan
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan