Vit skuldu ímóti Wigan vísa, at vit eru góðir nokk til at blanda okkum uppí stríðið um at røkka Champions League plássunum í ár, men dysturin bleiv tíverri ein stór strika í rokningini fyri okkara viðkomandi (les meira inni í greinini).
King Kenny bleiv noyddur at gera nakrar broytingar til dagsins dyst, tí hvørki Gerrard ella Agger blivu klárir eftir sínar skaðar. Tí vóru Aurelio og Suarez at síggja í byrjunaruppstillingini, sum í dag líktist eini 4-4-2 uppstilling, har Kuyt og Suarez skuldu mynda álopið.
Dysturin byrjaði ikki serliga væl fyri okkara viðkomandi, har einki sá út til at rigga. Wigan leikararnir sóu tendraðir og farligir út og komu eisini fram til nakrar farligar møguleikar beinanvegin í dystinum. Okkara leikarar sóu hinvegin út til at misskilja hvønn annan og verjan sá heldur ikki serliga trygg út. Fram eftir vøllinum kláraðu vit ikki at skapa nakað, og hetta teknaði seg til at blíva ein strævin seinnapartur á Anfield. Men tíbetur, so var hetta bara søgan í 15 minuttir, tí aftaná tað tók Liverpool fullkomiliga yvir. Knappliga byrjaðu okkara leikarar at spæla skjótan ”eina-berøring” fótbólt, har allir byrjaðu at flyta seg fyri hvørjum øðrum. Serliga vóru tað kanska Meireles, Kuyt og Suarez, sum vóru eyðsýndir hesar minuttirnar av dystinum við sínum flotta spælið sína millum. Teir funnu væl hvønn annan og ein skuldi trúð teir høvdu spælt saman í fleiri ár.
Eftir 24 minuttir gav hetta góða spælið úrslit, tá Auerlio sendi eitt innlegg inn í feltið frá okkara vinstru síðu. Inni í feltinum stóð Meireles klárur, og við einum heilflúktara setti hann bóltin í Wigan málið, og so var 1-0 til okkum. Enn eitt flott mál av Meireles, sum veruliga sær út til at stórtrívast í Liverpool. Góða spælið helt fram eina løtu eftir málið, har Suarez hevði eitt skot á stongina, men Wigan fekk so smátt aftur lov til at koma inn í dystin. Teir royndu at trýsta okkara leikarar við sínum skjóta spælið, og tað hendi seg eisini, at teir komu til nakrar møguleikar, men ongantíð bleiv tað heilt farligt. Tað sást heilt týðiliga, at Agger manglaði í verjuni, tí sami tryggleikin, sum hevur verið at sæð síðstu dystirnar var als ikki til staðar. Tað hendi ikki meira stórvegis í fyrra hálvleiki, og floytað bleiv til hálvleik.
Annar hálvleikur byrjaði ógvuliga róliga, har lítið og einki hendi. Eftir bert 8 minuttir kom Ngog inn á vøllin fyri Meireles, sum sá út til at hava fingið ein skaða í fyrra hálvleiki. Eftir hetta gekk tað beint niður á bakka fyri Liverpool. Í 65. minutti kemur eitt langt innlegg inn í okkara felt, og bólturin fær loyvi at ferðast allan vegin aftur til aftastu stong, har ein Wigan leikari stóð og bara skuldi prika bóltin í netið. Tað var eitt sindur ivasamt um málið kanska var offside, men tað varð góðkent og støðan 1-1. Okkara leikarar blivu ikki sørt bilsnir av hesum, og hetta sást aftur á spælinum. Eftir málið hekk einki saman hjá okkum, og man kundi bestemt ikki siga, at tað var óuppiborðið, at Wigan hevði fingið javnað, tí teir høvdu líka nógv spæl minuttirnar eftir málið.
Men tað vóru nú vit, sum høvdu heimavøll og vit, sum helst skuldu vinna dystin, og tí settu vit okkum á dystin tað síðsta korterið. Spælið gekk tó ikki líka væl sum í fyrra hálvleiki, tá Meireles gekk á odda á miðjuni og tí bleiv eingin heilt stórur møguleiki skaptur. Tó fingu vit heili 3 fríspørk beint uttanfyri feltið hjá Wigan, men tað var bara frísparkið frá Suarez, sum bleiv eitt sindur farligt. Bólturin bleiv hamraður á yvirleggjaran, men tíverri fyri okkum fór bólturin upp í loft ístaðinfyri í málið. Hetta lýsti ógvuliga væl seinna hálvleik fyri okkara viðkomandi í dag, vit raktu snøkt sagt ikki málið. Dysturin bleiv floytaður av, og vit mistu 2 týdningarmikil stig í stríðnum um at røkka Champions League plássunum.
Leikaramet:
Reina 5: Steindur ein fínan dyst og fær einki gjørt við málið
Kelly 6: Ungi bakkurin ger tað væl, og Wigan hevur torført at sleppa forbí hann. Ruddar eisini væl upp til tíðir.
Carragher 5: Frá at hava spælt ein fínan dyst ímóti Chelsea sá tað als ikki líka gott og trygt út í dag.
Skrtel 4: Sum við Carragher, verjan er ikki trygg nokk. Sær út sum Agger manglar.
Johnson 5: Spælir ein fínan dyst, blívur ikki útfordraður so ofta, men kemur væl við fram eftir vøllinum.
Aurelio 4: Traðkar als ikki í karakter og dettur burtur ímillum.
Lucas 4: Hevur havt nakrar minni góðar dystir í seinastuni og í dag var einki undantak. Er ikki so eyðsýndur í verjupartinum heldur.
Meireles 6: Stýrir fullkomiliga liðnum frá miðjuni og mestsum alt gongur ígjøgnum hann tá okkurt skal skapast fram eftir vøllinum. Og so skorar hann aftur eitt flott mál í dag.
Maxi 5: Var við til at skapa nøkur góð álop í fyrra hálvleiki, men dettur tíverri eitt sindur vekk í øðrum hálvleiki.
Kuyt 5: Spælir væl í fyrra hálvleiki, men sum so nógvir aðrir livir hann ikki upp til sama støðið í seinna hálvleiki.
Suarez 7: Heilt klárt besti leikarin hjá okkum í dag. Er vælupplagdur og flytir seg væl, ikki bara í fyrra hálvleiki, men allan dystin. Hann skapar sær sjálvum og øðrum góðar møguleikar og var hann eitt sindur heppin skoraði hann eitt mál ella tvey.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









