Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Víðari í Europa League

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
dalglish_spartaUm nakað heiðursmerki skal koma til Anfield í ár, so er tað Europa League okkara einasta vón. Vit komu víðari úr bólkaspælinum og skuldu síðan møta Sparta Prag í 16. part finaluni. Í Tjekkia endaði tann ótrúliga vánaligi dysturin við einum málleysum javnleiki, og tí vóru vit favorittar til at koma víðari í kappingini, tá Sparta Prag hóskvøldið kom á vitjan á Anfield (les meira í greinini).

 

Kenny Dalglish hevði eitt sindur skert lið til dystin, har bæði Gerrard, Maxi, Suarez og Glen Johnson ikki vóru tøkir. Tí var liðið eitt sindur broytt frá seinastu dystunum; Wilson var á høgra bakki, meðan Cole var á vinstra vongi og Ngog í álopinum. Dysturin byrjaði eitt sindur rótutt, har tað týðiliga sást, at Sparta Prag ikki var komið til Liverpool við tí í huga, at bara liggja afturi á vøllinum og bíða eftir okkara leikarum.

Liverpool royndi frá byrjan av at seta seg á dystin, men hetta eydnaðist ongantíð ordiliga. Nakrir fáar málmøguleikar bleiv tað tó til, men í hinum endanum av vøllinum fekk Sparta Prag eisini skapt nakrar fínar møguleikar, sum við eitt sindur av hepni kundu givið mál. Okkara leikarar høvdu tó bóltin meira og royndu sum best at vera farligir á hálvuni hjá Tjekkum, men ikki var tað lætt. Tað sást, at ein vit manglaðu ein mann á vøllinum, sum kundi ganga á odda og leiða liðið fram, og sjálvt um Meireles royndi at taka hesa uppgávuna á seg, so hevði hann tað torført. Ikki minst tí, at hann ikki fekk tað stóru hjálpina frá hinum monnunum mitt á miðjuni, sum ikki høvdu ein serliga góðan dyst. Serliga var tað Poulsen, sum spældi ein ótrúliga vánaligan dyst, har hann ikki megnaði at gera nógv rætt. Harafturímóti høvdu vit ein høgra bakk, sum aftur í hesum dystinum spældi ein góðan dyst. Kelly var kom fer eftir fer fram eftir vøllinum og sendi nøkur góð innlegg inn í feltið, har tað fleiri ferðir bleiv farligt, men m.a. Ngog hevði bestemt ikki innstillað kanónina í kvøld.

Í hálvleikinum bleiv Kelly skiftur út við Carragher, og hetta sást aftur, tí vit vóru als ikki líka farligir úti í síðunum sum í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur minti eitt sindur um tann fyrsta, har tað spælið var eitt sindur rótutt, og ofta vóru misskiljingar á vøllinum og stemningurin á Anfield bleiv heldur spentur. Fáir málmøguleikar blivu skaptir og spælið gekk mest fyri seg mitt á vøllinum, og leingi sá tað út til, at dysturin skuldi enda við longdari leiktíð. Kuyt, sum hevði spælt ein fínan dyst, vildi tað tó annaðleiðis. Í 86. minutti fingu vit eitt horna í vinstru síðu, sum Kuyt kláraði at koma fram til og stútað í netið. Vit komu soleiðis á odda í hesum dystinum, sum annars ikki var serliga nógv at reypa av. Tað sást, at menn sum Cole og Ngog ikki eru heilt í dystarvenjing og spælið var eisini hareftir, men sigurin kom í hús, og tað var tað, ið var mest umráandi. 

Tað, sum var minni gott í dystinum var, at Agger og allarhelst Kelly eisini, fóru út við skaða. Tað er ikki komið fram enn, hvussu alvorligir hesir skaðarnir eru, men um teir eru alvorligir verður hetta ein ógvuliga stórur missur, tí um tvær vikur skulu vit møta okkara arvafíggindum frá Manchester United. Men vónandi verða Carroll og Gerrard skjótt klárir aftur, og so fer liðið av álvara at síggja spennandi út.

Vit eru nú ímillum 16 tey síðstu liðini í Europa League og tí næsta dystinum møta vit SC Braga úr Portugal, sum sendi Lech Poznan úr kappingini.

Víðari í Europa League
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan